Friday, March 4, 2011

Varskó til politikkarar, miðlar og fíggjarvald 3/3

Sleppið lívshættisligu hvørvisjónini

Í okkara lítlu verð her í Norðuratlantshavi kenna vit okkum ofta fjart frá heiminum kring okkum, men kreppan, vit uppliva í løtuni, er partur av eini heimskreppu, elvd av eini í botn og grund órealistiskari og óskynsamari fíggjarskipan. Vit verða noydd til at síggja hetta klárt, um vit vilja fyribyrgja eini enn størri og álvarsligari kreppu.

Byggir samfelagið á lygn?

Støðan, sum heimurin er komin í, kann sjálvandi í ávísan mun tulkast sum úrslit av ódugnaskapi millum heimsins politisku og fíggjarligu leiðarar og ráðgevandi serfrøðina í bæði búskapi og politikki, serliga í londunum, sum eru eyka hart rakt av alheims kreppuni. Men hvussu kann tað bera til, at so nógv skilagóð fólk, sum sita við ábyrgd, hava yvirsæð so mong ávaringartekin? Hví eru tað so fá, sum veruliga hava gjørt nakað munagott fyri at fyribyrgja hesi støðuni? Hvat er tað, sum hevur blindað tey?

Í orðabókum verður orðið 'hvørvisjón' ella 'illusjón' soleiðis greinað: "ein misvísandi hugmynd" ella "okkurt sum snýtir ella misleiðir fatanina" ella "fatanin av onkrum, sum veruliga er til, men sum verður lýst á ein hátt, sum elvir til skeiva tulking av tí veruliga".

Stórir partar av heiminum liva í dag við eini samfelagsskipan, ið byggir á hugmyndina um óendaligan vøkstur - eisini her í Føroyum. Hugsanin er, at jú meira, vit keypa og brúka, jú meira profitt fyritøkurnar fáa burturúr, jú betri gongur tað. Henda hugmynd er við tíðini vorðin so sjálvsøgd, at spurnartekin hevur næstan ikki verið sett við hana í longri tíð. Politikkarar, búskaparfrøðingar og miðlar kappast enn um at tosa um vøkstur sum einasta parametur fyri framgongd og menning rætta vegin. Samstundis skapar samanrenningin av áhugamálum hjá politisku leiðslunum og miðlunum, sum í stóran mun verða stýrdir av fíggjarvaldinum, eina fatan millum manna um, at henda leið bæði er haldbær og gagnlig fyri einstøku londini og fyri heimin sum heild. Tað er enntá eydnast at billa fólki inn, at skipanin byggir á eina "frælsishugsjón". Men tað tykist meira og meira greitt, jú fleiri trupulleikar vit uppliva, at hetta er ein hvørvisjón.

Jú longri lygnin ræður, jú verri avleiðingar

Joseph Goebbels, propaganda-ráðharrin hjá Hitler, segði í sínari tíð: "Um tú tekur eina lygn, sum er nóg stór, og endurtekur hana aftur og aftur, fara fólk at enda at trúgva henni. Lygnin kann bert haldast á lívi, so leingi staturin megnar at verja fólk móti politisku, figgjarligu og/ella hernaðarligu avleiðingunum av lygnini. Tað hevur sostatt avgerandi týdning fyri statin at brúka allar sínar heimildir til at halda mótstøðu niðri, tí sannleikin er lygnarinnar deyðsfíggindi - og harvið er sannleikin eftirfylgjandi eisini størsti fíggindin hjá statinum." (Joseph Goebbels).

Men ein lygn er ikki burðardygg í longdini. Fyrr ella seinni tømist hon fyri meining og so máast grundarlagið undan henni, so hon dettur sundur - og so verður hennara sanna andlit avdúkað. Tá sanna andlitið hjá Hitler og stjórn hansara avdúkaðist, datt lygn teirra sundur við einum øgiligum dundri og braki, har fólk í milliónatali lógu deyð eftir á vígvøllinum.

Í dag liva vit uppá eina aðra lygn: At bara vøkstur og meira forbrúk er vegurin fram. Spurningurin er, hvussu leingi aftrat henda lygnin fer at kunna halda. Jú longri, vit bíða við at avdúka hana, jú ógvusligari verða avleiðingarnar.

Vakstrarhugsjónin ein hvørvisjón

Veruleikin er, at vælferð okkara hvílur fyrst og fremst á útvinnan og brúk av bíligum, men avmarkaðum tilfeingi, harav fossil brennievni er avgjørda grundarlagið. Hugsa bert um, hvussu nógv verður útvunnið úr hesum - plastikk og asfalt t.d. Hetta tilfeingið kann ikki endurnýggjast og verður fyrr ella seinni uppi. Heldur fyrr enn seinni, tí nýtslan bara veksur og einki tamarhald er á vøkstrinum. Vit hava enn ikki funnið nakað, sum fult og heilt kann setast í staðin, og trupulleikarnir í núverandi orkuveitingarskipanunum vaksa skjótari, enn vit náa at loysa teir. Hóast vit finna kolvetni, sum skal eitast at nøkta tørvin í 100-200 ár framyvir, so megnar framleiðslu- og flutningskervið kortini ikki at fylgja við, m.a. tí at fólkavøksturin, og tískil tørvurin, veksur eksponentielt - tvs. alsamt skjótari.

Vakstrarhugsjónin, sum okkara núverandi samfelagsskipan byggir á, hevur avdúkað seg sum ein hvørvisjón. Tann sosiala, politiska, búskaparliga og umhvørvisliga leiðin, vit ganga í løtuni hevur so dyggiliga prógvað, at hon als ikki er farbær. Trúgvin á óendaligan vøkstur er infantil utopisk sjálvsgyklan. Men tey, ið sita við valdinum, lata eyguni fast aftur  - og vilja ikki viðurkenna henda veruleika og kunnu tískil heldur ikki loysa trupulleikarnar, ið standast av honum.

Ovurnýtsla týnir heimin

Tey, ið ráða fyri borgum, hava givið følsk lyfti um, at til ber at fáa "eitt betri lív" gjøgnum ovurnýtslu. Vanligi borgarin hevur fingið fyrigyklað, at tað er gott at keypa alskyns vørur, honum í veruleikanum ikki nýtist. Men ráðini eru ikki longur til at byggja enn fleiri risa handilsmiðstøðir og keypa enn fleiri bilar til at koyra í til handilsmiðstøðirnar, sum brúka enn meira benzin - harav tað mesta er fíggjað fyri læntar pengar.

Farið er framvið hægsta punktið á kurvini - sonevnda peak oil-punktið - tvs. har oljuframleiðslan her eftir ikki longur fer at kunna fylgja við eftirspurninginum eftir olju - við ógvusligum avleiðingum fyri heimsbúskapin. Vit uppliva longu nú eina heimsumfatandi fíggjarkreppu, sum í stóran mun hongur saman við hesum.

Men vit halda á at royna at økja um nýtsluna, samstundis sum vit útpína og oyðleggja jørðina fyri at framleiða óneyðugar marglætisvørur, har av ein risastórur partur als ikki verður brúktur, men blakaður burtur til onga verðsins nyttu, antin av handilsmiðstøðunum, áðrenn vørurnar yvirhøvur verða seldar - ella av húsarhaldunum sjálvum, antin tí farið er framvið síðsta søludag, ella tí fólk veruliga ikki hava brúk fyri vøruni. Og hetta hendir, alt meðan 1 mia. heimsborgarar svølta og 4.000 fólk - harav 700 børn - doyggja av hungri í meðal um tíman! Vit kunnu stutt sagt ikki loyva okkum at innrætta heimin soleiðis!

Frælsi at vera skuldarbundin?

Skulu vit framhaldandi leggja lív okkara í hendurnar á fólki, sum billa okkum inn, at okkara vælferð og allur framburður er grundaður á óavmarkaðan vøkstur, tá vit við vissu vita, at hetta ikki ber til í longdini? Tilfeingið er, sum sagt, avmarkað. Dálka og útpína vit skjótari, enn náttúran nær at rætta tað uppaftur, sigur tað seg sjálvt, at tað gongur galið.

Einum nýtist heldur ikki at vera búskaparfrøðingur fyri at rokna út, at fólk ikki kunnu blíva við at brúka meira enn tey forvinna. Rokningin má gjaldast so ella so, og hetta gongur út yvir onkran onkustaðni ella onkuntíð. Kunnu vit blíva við at fíggja eitt so høgt og tilgjørt livistøði fyri læntar pengar? Kunnu Føroyar og onnur lond halda á at fíggja livistøði sítt við lánum úr øðrum londum, sum ofta sjálvi eru skuldarbundin, og sum eisini senda rokningina víðari? Hvør skal gjalda marglætislevnaðin í síðsta enda?

Um vit framhaldandi lata okkum skunda til at keypa og brúka støðugt meira og lata okkum lokka til at taka fleiri lán fyri at fíggja henda lívsstíl, so førir tað einans við sær, at tað má arbeiðast meira og meira fyri at kunna gjalda lánini aftur. Ella eisini noyðast vit at senda rokningina víðari onnur, sum als ikki hava átt nakran lut í okkara marglæti.

Kunnu vit halda á at lata fólk skuldarbinda seg so nógv, at tey gerast skuldartrælir mesta av lívinum - ja, kanska mugu flyta skuldarbyrðuna fleiri ættarlið fram - og so blíva við at billa inn í fólk, at vit liva í "fría heiminum"? Hvat munnu okkara børn og teirra børn, sum skulu bløða fyri okkara skuld, fara at halda um arvin frá okkara ættarliði?

Luttaka í risastórum pyramiduspæli

Henda ábyrgdarleysa atferð, stuðlað av politisku og fíggjarligu leiðarum okkara, saman við eini skipan, sum loyvir hesum ábyrgdarloysi, hevur ført til botnleysa skuld og ta hættisligu støðuna, sum vit uppliva nú í nógvum "framkomnum" londum. Er tað rætt og skilvíst at halda lív í eini slíkari skipan, sum í botn og grund byggir á somu grundreglur, sum sonevnd pyramiduspøl gera? Nøkur fá vælbjargað vinna sær stórt ríkidømi og vald, meðan vanligi borgarin endar við at liva niðurbundin sum skuldartrælur fyri at fíggja vandamiklu og ikki-burðardyggu ovurnýtsluna, sum ríkar tey fáu upp, men oyðileggur lívsgrundarlagið fyri øll onnur.

Fíggjarskrædlið fer sum ein hvirluvindur um heimin allan í løtuni og hevur skumpað nógvar landsbúskapir út í óføri."Ríki" heimurin er vorðin so skuldarbundin, at nógv lond hava ongan tjans til nakrantíð at rinda skuldina aftur. Hugsa bara um Grikkaland, Ísland, Írland - og fleiri onnur lond, sum fella sum korthús í løtuni á hesi kontu. Halda vit veruliga, at tað steðgar har? Sjálvt USA skyldar nú so nógvar pengar, at meira og meira bendir á, at hetta einaferð so sterka heimsveldið kann fara á húsagang við óhugnaligum avleiðingum fyri allan heim. Halda vit, at vit sleppa undan? Tað er  avgjørt ikki nógv, ið bendir á tað.

Onnur fíggjarskipan neyðug

Verandi fíggjarskipan er serstakliga effektiv, tá tað kemur til at skapa veruligt ríkidømi um til ríkidømi, sum í veruleikanum bert finst á pappírinum ella í telduskipanum. Men hon byggir á eina hvørvisjón uttan veruligt innihald, sum í veruleikanum bert førir við sær hættisligar fíggjarligar, sosialar og umhvørvisligar avleiðingar fyri samfelagið sum heild. Rík fólk gerast á henda hátt enn ríkari, men tað er samstundis eisini beini vegurin til kollektivt sjálvmorð.

Aðrir mátar at veita borgarunum neyðugar fíggjartænastur, sum eru fyrimunarligari, og minni kostnaðarmiklar, mugu finnast. Hví skal skattaborgarin t.d. bløða fyri ábyrgdarloysið hjá fíggjarstovnunum? Eru fíggjarstovnarnir veruliga so avgerandi týdningarmiklir, at teir hava uppiborið, at almennir kassar av sær sjálvum lata seg upp og bjarga teimum úr avleiðingunum av teirra egna hættisliga virksemi? Fíggjarstovnar framleiða einki, sum hevur veruligt grundleggjandi virði fyri samfelagið og nøkta ongan tørv, sum ikki kundi verið nøktaður á onkran annan hátt.

Í síðsta enda snýr tað seg um, hvørjum endamáli, vit ynskja, at fíggjarheimurin skal tæna - ella hvørji verulig virði, hann skal byggja á. Skal hann raðfesta pengar fram um lív? Skal hann raðfesta ríkidømi til tey fáu ella vælferð fyri øll? Um kannað varð eftir, høvdu tey flestu uttan iva ynskt, at verandi óstøðugu fíggjarstovnar verða skiftir út við meira álítandi stovnar, leiddir av ábyrgdarfullum fólkum, sum taka atlit at samfelagnum sum heild og ikki bara tæna sjálvsøknum áhugamálum hjá teim fáu, sum skulu eitast at "eiga" bankarnar. Fíggjarstovnar mugu nøkta ein veruligan tørv í samfelagnum, sum samsvarar við veruleikan her í 21'ndu øld, nú vit eru vorðin greið yvir, at tað ikki ber til at halda á sum fyrr við óskerdum vøkstri, men at vit mugu seta javnvág og burðardygd í hásæti ístaðin. Men hvør skipan skapar best gróðrarbotn fyri hesum?

Eingin samfelagsskipan enn gagnað øllum

Hóast bæði góðar og drúgvar útbúgvingar og eina rúgvu av royndum, hava alheims politisku og fíggjarligu leiðslur og ráðgevar teirra ikki megnað at sæð skriftina á vegginum. Tey hava ikki megnað at stýrt londunum á skilvísan og burðardyggan hátt og hava ikki tryggjað sær, at framd mistøk verða rættað - heldur ikki í teim sokallaðu 'demokratisku' londunum. Tey hava stutt sagt ikki tænt fólkinum - hvørki tí felags besta ella frælsi hins einstaka, sum ein skuldi trúð, demokratiskar leiðslur áttu.

Ístaðin síggja vit, at lobbyistar og serlig áhugamál fáa loyvi til at ávirka lóggevararnar til at gera lógir, sum mest tæna stuttskygdum egináhugamálum hjá teimum fáu, men ikki áhugamálunum hjá vanliga borgaranum. Her er í veruleikanum talan um oligarki, har ávirkanin og reella valdið liggur í hondunum á teim fíggjarsterku. Hvar er frælsið og demokratisku rættindini, tá samfelagsins byrður sum vanligt enda á herðunum hjá miðal hampafólki, sum í dýrum dómum skal gjalda fyri marglætið, mistøkini og fyrilitar- og ábyrgdarloysið hjá teim fáu valdmiklu? Søgan endurtekur seg. Vit kalla bara mekanismurnar okkurt annað í dag.

Men hvat kann setast ístaðin fyri hesa skipan? Tað er eyðsýnt, at eingin samfelagsskipan enn - hvørki til vinstru ella høgru - hevur megnað at umsita samfeløgini og náttúrunar tilfeingið, soleiðis at tey eru til størst møguligt gagn bæði fyri livistøðið og fyri frælsi hjá øllum borgarum.

"Business as usual" ber ikki til

Tað er alstórur tørvur fyri sunnum skilvísi, nú heimsins fólk mugu finna út av, hvussu siglt verður úr hesi hættisligu kós, heimurin í løtuni siglur. Ein tilgongd má finnast, sum sær heilt burtur frá fastløstum politiskum ideologium og atlitum til fíggjarstovnar og serfrøði, sum í veruleikanum bert tæna sær sjálvum og - tilvitað ella ótilvitað - ikki taka hædd fyri samanhangunum millum allar menniskjaskaptu vandarnar, ið hótta heimin.

Halda vit fram við "business as usual", halda vit eisini fast í eini hættisligari hvørvisjón. Vit kunnu ikki halda fram við at vóna, at alt á ein ella annan hátt fer at gangast væl kortini, um bara vit lurta eftir okkara vanligu serfrøði og okkara politisku leiðslum, tí tað er ikki hagani, broytingarnar til tað betra fara at koma. Okkum nýtist nakað annað - ein heilt nýggjan hugburð. Hugskot frá øllum síðum mugu sleppa framat - ikki bara tey hugskotini, ið tey, sum sita við valdinum, hava góðkent sum stuðulsverd.

Almenna kjakið fer enn fram í miðlunum fyri ein stóran part, men sum er, er hetta kjakið ikki konstruktivt. Tað avmarkar seg fyrst og fremst til at peika fingrar eftir persónum: Hvør visti hvat nær? Hvørji eftirlit svóvu í tímanum og sviku, tá tað galt? Um kósin skal rættast upp aftur, hevur tað sjálvandi týdning at fáa fram í ljósið, hvussu tað kundi ganga so galið bæði her og aðrastaðni, so vit kunnu fáa strangari eftirlit og avmarkingar av frælsinum hjá pengagreðingum til at misbrúka skipanina bert til egnan stuttskygdan fyrimun. Men hetta er bert viðgerð av sjúkueyðkennum. Tað tekur ikki orsøkina til sjúkuna burtur - tað vísir ikki frameftir. Tað sæst á øllum brøgdum, at tað mugu nógv meira radikalar broytingar til. Alternativar loysnir mugu finnast, og miðlarnir mugu í nógv størri mun bjóða seg fram sum pallar, har hesi alternativ verða gjørd sjónlig og viðgjørd á skilvísan hátt.

Alternativ til okkara samfelagsskipan

Sanna alternativið til ta óskynsamu og fyrilitarleysu skipan, ið ræður í dag, er ikki ein totaliter Sovjet-kend sosialistisk ella kommunistisk samfelagsskipan, sum endar við bert at tæna diktatoriskum bureaukratum. Tað er heldur ikki eitt skinn-demokrati, sum í veruleikanum er eitt oligarki - eitt krógvað diktatur-kent vald, ið letur alla ávirkan í hendurnar á globalum, vakstrarmaniskum risafyritøkum, sum bert hugsa um egináhugamál, og sum seta seg so tungt á marknaðin og á heimsins mentala landslag, at tað køvir og skerjir initiativið og frælsið hjá tí einstaka, við sera skaðiligum avleiðingum fyri allan heim.

Nei, alternativið má vera ein sonn fólkaræðislig skipan, sum byggir á sunt skilvísi, matvørusjálvhjálpni í so stóran mun sum gjørligt og lokalt grundfestar, sjálvbjargnar búskapir, sum æra sonn marknaðarprinsipp og virka á burðardyggan hátt undir greiðum reglum, stjórnaðir og stuðlaðir av veruliga demokratiskum stjórnum, sum taka atlit at bæði frælsi hins einstaka, at samfelagnum sum heild og at náttúrunar vistfrøðiligu javnvág, soleiðis at eisini børn og barnabørn okkara kunnu rokna við at hava eina framtíð.

Størsta avbjóðingin fyri framman er at náa at fáa tíð til at skipa okkara samfeløg skilvísari, áðrenn ov seint er! Her er eingin tíð at spilla. So hetta er ein áheitan til tey ráðandi í hesum landi um, sum skjótast - áðrenn vit ikki hava ráð til tað longur - at rakna við, taka seg um reiggj og raðfesta at brúka eftirverandi fíggjarorkuna til tað, sum tryggjar lívsgrundarlag okkara best undir teim treytum, sum fara at ráða, tá vit ikki longur hava lætta atkomu til bíligt kolvetni og tí mugu leggja álit okkara á alternativar orkukeldur.



Íblástur:

Frágreiðingar

Blaðgreinir

Bøkur

Heimasíður

Sjónbond og filmar

Bíblian

Gamla Testamentið: Fyrra Sámuelsbók 2:7 - Job 31:24-25, 28 - Sálmarnir 49:16-20 - Orðtøkini 11:4 - Orðtøkini 11:28 - Orðtøkini 23:5-6 - Orðtøkini 28:20 - Orðtøkini 30:8-9 - Prædikarin 5:10 - Jeremias 5:27-31 - Jeremias 9:23-24 - Ezekiel 28:2-10

Nýggja testamentið: Matteus 6:19-21 - Matteus 6:24 - Markus 4:18-19 - Markus 10:21-27 - Lukas 3:11 - Lukas 6:30 - Lukas 8:14 - Lukas 9:25 - Lukas 12:15-21 - Lukas 12:22-32 - Lukas 12:29-34 - Lukas 12:47-48 - Lukas 14:12-14 - Lukas 14:33 - Lukas 16:9-12 - Lukas 16:13 - Lukas 16:19-31 - Ápostlasøgan 2:44-45 - Ápostlasøgan 4:32 - Ápostlasøgan 4:34-35 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 4:8-21 - Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint 2:17 - Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 4:11-12 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika 2:5 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:6-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:8-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:17-19 - Brævið til Hebrearar 13:5 - Bræv Jákups 1:9-11 - Bræv Jákups 5:1-6 - Fyrsta bræv Jóhannesar 3:16-18 - Opinbering Jóhannesar 3:17-19

1 comment:

  1. The grind is a horrbile event. If it stopped yesterday, that would not been soon enough!

    ReplyDelete