Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum -
annar partur av tveimum greinum, skrivaðar í sambandi við ráðstevnu um hvalaveiðu, hildin á Hotel Hafnia 5. juni 2012:

Føroyingar lata seg í stóran mun ávirka av alheimsgerðini og eru farnir at líkjast øllum øðrum vesturlendingum. Summi tykjast eisini hava skund við at taka frástøðu frá tí at vera føroyingur ella frá føroyskari siðvenju. Men hvussu áhugavert er tað, um allir føroyingar gerast meinlíkir øðrum í vesturheiminum á øllum økjum? Er tað hetta, vit ynskja? Hvørjar fylgjur kann alheimsgerðin fáa fyri lív og mentan okkara her á klettunum? Hesar og aðrar spurningar tekur hendan greinin støðu til.
Eftir Elina Brimheim Heinesen, 24. mai 2012
Av og á havi eg tosað við fólk um, at hóast oyggjar okkara sjálvandi mugu menna seg við tíðini, so eiga vit kortini at virða tað, sum vit hava arvað frá okkara forfedrum, meira enn vit ofta gera, og varðveita tað, sum vit kunnu av bygdamentanini í Føroyum. Tá eg tosi soleiðis, havi eg kensluna av, at summi halda meg vera afturhaldssinnaða, fyri ikki at siga eina fornaldarleivd. Men kanska er tað júst umvent. Kanska eru tað tey, sum eru bangin fyri at vera øðrvísi.
Spurningurin er, um nógv av tí vísdómi, vit hava fingið frá forfedrum okkara, ikki er nógv skilvísari og veruligari, enn nógv av tí hópmentanini, vit hava fingið t.d. við tí dreymakendu Hollywoodsku mentanarflóðaldu, sum floymir um heimin í dag, og sum eisini føroyingar so glaðbeintir tykjast vilja lata seg gloypa av. Men eg haldi ikki, vit skulu lata alt gamalt fara, bara tí tað er gamalt, og vit noyðast ikki at skifta alt út, sum vit hava, bara fyri at skifta út. Tað eigur at bera til at víðariføra tað gamla á ein nýggjan hátt, so vit ikki missa røturnar, men standa sterk.
Gott at líkjast øllum øðrum?

Alheimsgerðin merkir, at øll verða ávirkað av tí sama og gerast tí alt meira eins. Alheimsgjørda stórbýarlívið verður hildið at vera so spennandi, tí tað skal eitast fyri at vera so fjølbroytt. Men fjølbroytni er kortini rættiliga avmarkað – og stórt sæð tað sama allastaðni. Ein stórbýur í Asia, ein stórbýur í USA ella ein stórbýur í Evropa eru farnir at líkjast so nógv hvørjum øðrum, at tað næstan kann vera ilt at kenna mun. Nuansur eru sjálvandi, men úrvalið av matstovum er nøkurlunda tað sama í øllum býunum. Tú finnur tær somu kinesisku, indisku, japansku, mexikansku og thailendsku matstovurnar. Tú gongur somu oyðimarkargongd í øllum býunum fyri at finna næstan tað sama avmarkaða úrvalið av undirhaldstilboðum. Fólk ganga í sama úrvali av klæðum, síggja sama úrval av filmum, lurta eftir sama úrvali av tónleiki allastaðni – meira ella minni.
Hóast fólk í nógvum stórbýum kring heimin, sum føroyingar hámeta, hava eitt lutvíst stórt úrval av undirhaldstilboðum, líða nógv stórbýarfólk kortini av keðsemi, strongd og friðloysi, ið tey royna at 'lekja' við enn meira undirhaldi. Men tað tykist einans at skapa meira kenslu av einsemi, tómleika, týdningarloysi og meiningsloysi. Ikki harvið sagt, at tað ikki ber til at liva eitt gott stórbýarlív, men tað er eingin loyna, at tunglyndi er eitt serliga vanligt fyribrigdi júst í stórbýum. Byggja fólk sítt lív einans á eina grunna, innantóma og óstøðuga hópmentan, tykist hetta føra við sær, at fólk í stóran mun kenna, at tey missa grundfestið og kensluna av felagskapi. Tey missa síni sereyðkenni og sín serliga samleika – og tey leita tí ofta eftir onkrum øðrum at samkenna seg við – okkurt sum er heilt øðrvísi, enn tað, tey kenna til, og sum onkusvegnað kennist ektað og upprunakent.
Fólk fara í dag longur og longur út í ytstu mørk og til heimsins útjaðarar fyri at finna tað, tey sakna. Summi halda seg finna tað her, tí enn tykjast Føroyar at vera nógv øðrvísi enn tað, tey kenna til. Tey síggja Føroyar sum 'eksotiskar' og virða land okkara – ikki fyri tað, ið líkist tí, tey koma frá, men fyri tað, sum tey aldrin hava sæð fyrr, og sum sjálvt fyri tey kennist meira ektað og upprunaligt. Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi hoyrt utlendingar siga, at tað er sum at "koma heim", tá tey vitja Føroyar, hóast tey ongantíð hava verið her fyrr.
Men hvussu við føroyingunum sjálvum? Virða vit sjálvi okkara egnu serkenni?
Herma ístaðin fyri at vera egin
Fleiri og fleiri føroyingar – serliga yngri og havnarfólk – eru blivnir meira ella minni "dansk-amerikanarar", mentalt í øllum førum, tí vit verða ávirkað av tí somu amerikaniseraðu hópmentanini, sum floymir yvir heimin gjøgnum sjónvarp, tónleik, internet, spøl og aðrar miðlar. Mong okkara eru í dag nógv meira ávirkað av alheimsgjørdu mentanini, enn vit verða ávirkað av tí mentanini, sum vit sjálvi spruttu úr upprunaliga. Men hvussu gott er tað?
Tað er sjálvandi gott at fáa íblástur av tí fremmanda. Tað elur tolsemi millum fólkasløg. Eg haldi eisini, tað er spennandi t.d. at smakka fremmandan mat, og lati meg sanniliga eisini sjálv ávirka av útlendskari mentan. Eg eri helst millum tey allarmest kosmopolitisku, tá tað kemur til mín egna lívsstíl, og havi í ártíggjundi trivist væl við at liva í stórbýi. Eg haldi eisini, tað er sunt fyri føroyingar í heila tikið at lata seg íblása av tí fremmanda, og at taka tað besta við sær inn í føroyska samfelagið.
Men tað merkir ikki, at eg t.d. ynski, at Havnin skal vera eins og Keypmannahavn, tí tað verður hon kortini ongantíð. Hóast – ella kanska júst tí – at eg havi búð 26 ár av mínum lívi uttanfyri Føroyar, tey flestu í Keypmannahavn, síggi eg eisini virðini í at varðveita í øllum førum nakað av tí gamla, sum enn ger okkum føroyingar til nakað serligt í mun til onnur. Eg síggi onga orsøk til heilt at sleppa nøkrum, sum onnur øvunda okkum, og sum er við til at styrkja sjálvkensluna, skapanarlyndið og eitt innihaldsríkt lív hjá mongum føroyingi – enn í lutvíst stóran mun – bæði so og so. Tvørturímóti.
Onkur heldur kanska: Kom víðari! Hetta er órealistisk nostalgi. Men hví nú tað? Tað serføroyska lyndiseyðkennið finst enn í nógvum føroyingum. Og hetta eyðkennið er ikki meira fornaldarligt, enn vit sjálvi vilja gera tað til. Tann niðurarvaða mentanin anir í okkum og í tí umhvørvi, føroyingar hava skapt her á oyggjunum, men eg óttist fyri, at hon doyr út, um vit hugsa niðursetandi um hana og ikki læra okkara børn at virða hana heldur. Nógvir føroyingar lata seg heldur tøla av tí innantómu, glæsiligu, Hollywoodsku undirhalds- og actionmentanini enn at virða og hjúkla um okkara egnu mentan. Vit eru sostatt ringast at seta fótonglar fyri okkum sjálvi.
Føroyar ikki nakar stórbýur
Misskil meg ikki. Eg sigi ikki, at føroyingar skulu liva sum fyri 50-100 árum síðani. Íblástur uttanífrá er sunnur, sum sagt, menning skal til, og broyting er fín, um hon er til tað betra. Partar av tí menning, sum er farin fram í Føroyum seinastu árini – m.a. at tolsemi er við at vinna meira frama – er at gleðast um. Sjálvandi mugu føroyingar endurnýggja seg í ávísan mun allatíðina.
Men tað merkir tó ikki, at vit skulu taka frástøðu frá øllum føroyskum og taka alt útlendskt til okkum ístaðin – heilt ókritiskt. Ivasamt er, hvussu gott tað veruliga hevði verið fyri trivnaðin á hesum klettum, um vit gjørdu tað. Halda vit, at um vit umskapa Føroyar til nakað, sum líkist einum avriti av øðrum londum, so forðar tað fyri, at tey ungu flyta av landinum? Halda vit, at vit fáa fleiri fólk heimaftur á henda hátt? Hvør sigur, at føroyingar uttanlands tíma at flyta heim til Føroya, bara tí Føroyar eru farnar at líkjast tí, tey hava vant seg við aðrastaðni, um tey eins væl kunnu verða verandi uttanlands, har tey fáa nógv meira av tí sama? Kunnu allir føroyingar yvirhøvur liva í Føroyum, sum um vit livdu í einum og hvørjum øðrum útlendskum stórbýi?
Eg haldi heldur, vit eiga at spyrja okkum sjálvi: Missa vit ikki júst tað burtur, sum ger okkum føroyingar og land okkara serliga spennandi, um vit bara herma eftir øðrum? Ber ikki til at gera føroyska samfelagið dragandi á sín heilt egna hátt? Noyðast vit at vera so óoriginal, at vit bara herma eftir hinum? Hvørki føroyingar ella útlendingar verða drigin at Føroyum, tí Føroyar líkjast øðrum londum. Nei, tey verða drigin hendan vegin, tí Føroyar eru nakað serligt, sum ikki ber til at fáa aðrastaðni. Tað mátti borið til at skapt eitt livandi, frælst, tolsamt, fjølbroytt og opið samfelag, sum er føroyskt – og ikki bara meinlíkt øllum øðrum. Hevði tað ikki verið nógv kulari? Eg spyrji bara.
Er amerikaniserað hópmentan betri
Veruleikin er bara, at summi av okkum vilja næstan ikki kennast við tað føroyska longur, sum ofta fær spjaldrið "gamaldags", "bygdasligt" ella beint fram "fornaldarligt", bara tí tað er føroyskt, sama ger hvat. Um føroyskt snævurskygni fór í gloymibókina, er tað ikki at gráta um, men tað er so nógv annað, sum er vert at halda fast í. Mong tykjast kortini uttan himpr at lata alt, sum kemur uttanífrá, skumpa tað burtur, sum áður var egið fyri okkum føroyingar.
Alt fleiri eru so við og við farin at kenna seg meir ella minni fremmand fyri tí, sum fyrr var heilt náttúrligt á hesum klettum. Okkara viðurskifti við djór t.d. eru blivin "disneyfiserað" og sentimentaliserað. Fólk hava mist jarðfestið og kunnu ikki dálka hendur sínar við blóði longur. Vit skumpa hesa 'menning' enn meira fram fyri – í navni alheimsgerðarinnar – at laga okkum eftir øðrum londum. T.d. hevur verið roynt at innføra altjóða reglur, sum forða frælsinum hjá einstaklinginum t.d. at selja fisk á kaiini ella slakta ein seyð heima í kjallaranum. Tíbetur hevur tað ikki eydnast – enn.
Er "the American Dream" fyrimyndin, sum nógv okkara eru farin at stremba eftir, veruliga betri, tryggari og haldbærari, enn tað lívið, vit fyrr hava livað her á oyggjunum uppá gott og ónt við og av náttúruni? "Money makes the world go around" í dag. Nú er náttúran ikki ein partur av okkum longur, men er vorðin eitt tilfeingi, sum verður ognartikið av nøkrum fáum, ídnaðargjørt og umsett til pengar, sum síðani skal fíggja ein innfluttan, dýran lívsstíl við innfluttum, dýrum matvanum. Men hvussu leingi, hava vit ráð til ein slíkan lívsstíl? Hvussu haldbært er grundarlagið undir hesum lívsstíli? Tvs. hvussu leingi heldur náttúran til tað? Hvussu ynskiligt er tað at liva so atskild frá náttúruni kring okkum? Og hvussu gott er tað fyri CO2 útlátið, dálkingina og heimin sum heild, at vit liva eitt innflutt lív, fremmandagjørt frá okkara egna nærumhvørvi her mitt úti í Norðuratlantshavinum?
Tann ónda góðskan
Vilja vit heldur liva í eini Disney-kendari dreymaverð, har øll lýðin "fylgja EU-reglum" og eru so fitt og elskulig og professionelt fólkalig, at eingin drepur fitt og elskulig djór longur (í øllum førum ikki, har sum onnur síggja tað)? Og har tað at drepa tey fittu djórini er 'ónt' yvir ein kamb... líkamikið undir hvørjum umstøðum og á hvønn hátt, tey verða avlívað. Ja, hvat skulu vit gera við 'tey óndu', ha? Alt meðan vit lata eyguni aftur fyri, at ídnaður okkara rænir náttúruna og misnýtir djórini uppá tað grovasta handan glæsiligu leiktjøldini. Er tað ein slíkan falskan pyntidukkuheim, sum tey hava so nógva aðrastaðni, vit vilja vera við til at skapa? Hvar hevur hesin svart-hvíti Bambi-mentaliteturin í veruleikanum ført heimin – soleiðis grundarleggandi? Er heimurin blivin reinari og friðaligari av tí? Eru vit øll blivin betri av tí?
Fólk kunnu gerast so "góð" og so sjálvrættvís, at tey sígga ikki sítt egna sjálvrættvísi, og tí altíð halda, at tað eru hini, sum eru tey óndu – og at hetta tí gevur teimum rætt at berjast móti teimum "óndu". Tað óhugnaliga er, at tá menniskjan strembar eftir tí fullkomna, so megnar hon ikki at viðurkenna tað ónda í sær sjálvum, og tað er júst tá, hon veruliga megnar at gera óndar gerðir móti øðrum, kanska heilt uttan at varnast tað sjálv í síni sannførdu sjálvgóðsku. Eins og Sea Shepherd og allir sjálvrættvísir fascistoidir einaræðisharrar heimsins altíð hava gjørt.
Í mínum heimi er tað at lúgva fyri sær sjálvum at halda, at náttúran – eisini náttúran í okkum sjálvum – bara skal vera yang og ikki yin. Náttúran kann ikki vera í javnvág uttan bæði. Eg veit ikki, hvussu góðan hug, eg havi til at liva í tí surreella, glæsiliga, utopiska heimi, sum hesi fólkini tykjast droyma um at gera verðina um til, har menniskjan bert er vorðin hugtikin áskoðari til tað sindrið, sum er eftir av villari náttúru, og ikki partur av henni sjálv. Tí royni eg sum best at verja rætt okkara til enn at hava ein lívsstíl í samljóði við náttúruna, sum eg kenni sum nógv meira veruligan og ektaðan.
At blaka seg sjálvan burtur
Tað at eta fiskin, vit sjálvi fiska, seyðakjøtið av egnum seyði og grindina og spikið, vit sjálvi hava veitt, kann enn vera eitt nógv betri alternativ, enn at fáa sær hópframleiddan mat av verri viðfarnum djórum av handilshyllunum, fullan av íblandingarevnum. Útlendingar flest skilja væl, at vit sum egið fólk hava rætt til at hava valmøguleikar í egnum landi, ikki minst tí mong teirra sakna tað, vit enn hava møguleika til.
Hvussu ofta hoyrast fólk í ídnaðarlondunum tosa íheimliga um "okkara neyt", "okkara seyð" og "okkara kjøt"? Flest fólk í vesturheiminum hava lært at hugsað í smærri køssum heldur enn í heildum, og hava mist kensluna av at hoyra saman við tí, sum matur teirra kemur frá. Og samhaldsfesti – ja, hvat er tað? Men í føroyskari veiðu- og bygdamentan er sambandið millum fólk, djór, plantur, jørðina, vit liva á og luftina, vit í felag anda í okkum, enn til – ella er í øllum førum ikki heilt burtur enn. Enn kemur hesin gamli føroyski hugburðurin næstan av sær sjálvum inn við móðurmjólkini hjá mongum føroyingi.
Tí haldi eg, at tað er syrgiligt, at vit gerast alt meira fremmandagjørd í mun til tað, sum fyrr var náttúrligt og vanligt í Føroyum, og at vit gerast so ávirkað av býarmentanini í vesturheiminum, at partur av okkara unga fólki – umframt fólk í Havn og á stórplássunum – eru til reiðar at blaka alt tað burtur, sum fyrr hevur átt lívið í føroyinginum. Spurningurin er, um fólk gerast eydnusamari av tí – ella um tey ikki bara blaka seg sjálvi burtur.
Ein meira veruleikakend verð
Eftir mínum tykki ber illa til heilt at skilja mátan, vit liva í hesum samfelag, sundur frá mátanum, vit útvega okkum føði. Okkara siðbundna matmentan er enn ein íbúgvandi partur av mentan okkara sum heild – av góðum grundum. Tí tað er enn nógv gjøgnum matmentanina, vit víðariføra virði okkara til nýggju ættarliðini og gamla gagnliga vitan um, hvussu vit bera okkum at við at yvirliva her á klettunum.
Tá vit fara út við ommum, abbum, mammum, pápum, mostrum, fastrum, mammu- og pápabeiggjum okkara at fiska, at reka seyð, at handfara ullina, at dyrka jørðina, at veiða fugl og onnur djór, og at drepa grind, so læra vit heim okkara: føroysku náttúruna at kenna – luftina, luktirnar, vindin, streymin, og hvussu jørðin og havið broytist eftir árstíðunum. Tú lærir, hvat tú kanst fáa tær til matna, til klædna, og hvussu tú kanst liva í javnvág við náttúruna.
Er hetta vert at blaka heilt burtur bara í ótta fyri at vera "bygdasligur" og "gamaldags"? At liva so tætt at – og av náttúruni, hevur verið partur av lívi og mentan okkara her á oyggjunum alla ta tíð, fólk hava búð her – serliga í teim smærru bygdunum, har fólk enn ikki so lætt sleppa at gloyma, hvørjum náttúruumhvørvi, tey eru partur av. Á bygd eru fólk kanska eisini enn lutvíst tætt samanknýtt í mun til á størru plássunum. Tey luta í størri mun mat millum sín og gera hvørjum øðrum sínámillum tænastur uttan krav um gjald. Tey eldru og tey veiku verða vird, t.d. við at fáa part í matinum, sum bygdafólkini útvega til samfelag teirra.
Fólk eru takksom fyri tey djór, sum hava latið lív teirra, so vit menniskju kunnu liva. Fólk fáa eisini nógva heilsugóða kropsvenjing við at heysta teirra egnu føði. Tey fáa ágóðan av øllum teim sosialu aktivitetunum, ið fylgja við at útvega og býta føðina millum sín og hagreiða matin – og alla ta andaligu nøktan, ið eisini fylgir við hesum aktivitetum. Alt hetta fært tú sanniliga ikki, tá tú keypir tær liðugt pakkaðan mat í einum handli.
Mugu virða grundarlag okkara
Vit eru enn fólk í Føroyum, sum síggja virðið í at verja tað, sum eftir er av okkara gomlu bygdamentan. Tað er ígjøgnum gomlu bygdamentanina, at vitanin er varðveidd um, hvussu vit kunnu liva og arbeiða í hesum landi – eisini í smáum, fjarskotnum bygdum – í samljóði við náttúruna og so frælst og óbundið sum gjørligt av dálkandi flutningsskipanum og svikafullum alheims búskaparkervum.
Føroyingar hava sjálvandi gott av íblástri uttanífrá í ávísan mun og kunnu sameina seg við tað, sum hóskar inn í okkara mentan. Vit kunnu krydda lív okkara við at læna eitt sindur burtur av øllum tí góða, sum sjálvandi eisini er til í útlendskari vitan, mentanum og siðvenjum. Vit kunnu bjóða gestum uttanífrá vælkomnum. Og vit kunnu gera lívið makligari við tíðarhóskandi hentleikum. Men líkamikið hvussu vit bera okkum at, verða Føroyar aldrin til eitt annað Keypmannahavn, London ella New York.
So leingi vit liva í einum lítlum, fámentum landi mitt í Norðuratlantshavi, kunnu vit ikki renna undan, at vit mugu liva undir teimum treytum, sum náttúran gevur okkum her. Um vit ikki fara skynsamt við tí náttúru, sum vit í veruleikanum búgva mitt í (hóast onkur helst roynir at billa sær okkurt annað inn), so oyðileggja vit okkara egna lívsgrundarlag. Um vit ikki læra okkara ungu at vera errin av tí, sum vit fyrst og fremst mugu liva av, so kenna tey seg ikki aftur í tí. Hvussu kunnu tey læra at virða grundarlagið, tá ikki ein gang tey vaksnu gera tað sjálvi? Tey ungu missa virðingina fyri náttúruni og missa hugin at vera her. Og fara tey með alla, so verður einki eftir til okkara her í framtíðini.
Forfedrarnir virdu grundarlagið undir lívi okkara og góvu sína vitan víðari um, hvussu hetta grundarlagið kundi viðlíkahaldast. Men nútíðarinnar ættarlið er í ferð við at blaka tær gomlu dygdirnar fyri borð, og síggja ikki, at á tann hátt missa vit eisini grundarlagið undir samleika og lívið okkara í heila tikið her á klettunum. Hin vegin, um vit ikki nútímansgera okkum, so missa vit ungdóm okkara. Vit eru tí noydd onkusvegna at føra virðingina fyri hesum grundarlagi víðari til komandi ættarlið, men á ein hátt, sum hóskar betur inn í nútíðina, og sum tey ungu kunnu samkenna seg við eisini í eini alheimsgjørdari verð. Vit mugu fáa tey ungu at kenna seg heima í Føroyum aftur, hóast tað má vera undir teim treytum, sum oyggjaland okkara setur. Tað er sera týdningarmikið ikki at polarisera og seta mentaninar ov nógv upp móti hvørji aðrari sum mótsetningar. Vit mugu og skulu hava alt til at hóska saman onkusvegna. Annars verður okkum ikki lív lagað framyvir, og oyggjarnar verða avtoftaðar so við og við.
Vit hava enn møguleikan tilvitað at kennast meira við okkum sjálvi sum oyggjabúgvar aftur, varpa ljós á okkara serkenni og gerast errin av tí – ja, ganga fatt og hevja tað serliga fram, heldur enn at drýpa høvur sum útskammaðir hundar, tí vit ikki eru eins og hini. Vit kunnu læra av forfedranna vísdómi, og taka alt tað besta við okkum inn í ein endurnýggjaðan veruleika, lagaðan fyrst og fremst til okkum føroyingar í dag – og ikki til eina tóma ímynd av eini stórbýarmentan, sum í botn og grund aldrin kann blíva okkara fult og heilt kortini. At varðveita teir góðu, gomlu siðir, sum enn eru eftir, er tískil avgjørt ikki "bygdasligt " ella "fornaldarligt" á nakran hátt. Nei, tvørturímóti. Tað er framsíggið. Tað er kul.
Til ber eisini at "'menna" seg sjálvan heilt út av eggini, men eydnast tað okkum at skapa eina menning, har vit fáa fortíð, nútíð og framtíð at ganga upp í eina hægri eind, so vit fáa trivnað aftur á oyggjunum bæði fyri ung og gomul í samljóði við hvønnannan og náttúruna, fer allur heimurin at hávirða okkum fyri lívsvilja og styrki okkara.
Til ber at lesa ta fyrru greinina í hesi røð av tveimum her.

No comments:
Post a Comment