Tuesday, June 5, 2012

Ber til at liva stórbýarlív í Føroyum?

Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum - 
annar partur av tveimum greinum, skrivaðar í sambandi við ráðstevnu um hvalaveiðu, hildin á Hotel Hafnia 5. juni 2012:

Føroyingar lata seg í stóran mun ávirka av alheimsgerðini og eru farnir at líkjast øllum øðrum vesturlendingum. Summi tykjast eisini hava skund við at taka frástøðu frá tí at vera føroyingur ella frá føroyskari siðvenju. Men hvussu áhugavert er tað, um allir føroyingar gerast meinlíkir øðrum í vesturheiminum á øllum økjum? Er tað hetta, vit ynskja? Hvørjar fylgjur kann alheimsgerðin fáa fyri lív og mentan okkara her á klettunum? Hesar og aðrar spurningar tekur hendan greinin støðu til. 

Eftir Elina Brimheim Heinesen, 24. mai 2012 

Av og á havi eg tosað við fólk um, at hóast oyggjar okkara sjálvandi mugu menna seg við tíðini, so eiga vit kortini at virða tað, sum vit hava arvað frá okkara forfedrum, meira enn vit ofta gera, og varðveita tað, sum vit kunnu av bygdamentanini í Føroyum. Tá eg tosi soleiðis, havi eg kensluna av, at summi halda meg vera afturhaldssinnaða, fyri ikki at siga eina fornaldarleivd. Men kanska er tað júst umvent. Kanska eru tað tey, sum eru bangin fyri at vera øðrvísi.

Spurningurin er, um nógv av tí vísdómi, vit hava fingið frá forfedrum okkara, ikki er nógv skilvísari og veruligari, enn nógv av tí hópmentanini, vit hava fingið t.d. við tí dreymakendu Hollywoodsku mentanarflóðaldu, sum floymir um heimin í dag, og sum eisini føroyingar so glaðbeintir tykjast vilja lata seg gloypa av. Men eg haldi ikki, vit skulu lata alt gamalt fara, bara tí tað er gamalt, og vit noyðast ikki at skifta alt út, sum vit hava, bara fyri at skifta út. Tað eigur at bera til at víðariføra tað gamla á ein nýggjan hátt, so vit ikki missa røturnar, men standa sterk.


Gott at líkjast øllum øðrum? 
Alheimsgerðin merkir, at øll verða ávirkað av tí sama og gerast tí alt meira eins. Alheimsgjørda stórbýarlívið verður hildið at vera so spennandi, tí tað skal eitast fyri at vera so fjølbroytt. Men fjølbroytni er kortini rættiliga avmarkað – og stórt sæð tað sama allastaðni. Ein stórbýur í Asia, ein stórbýur í USA ella ein stórbýur í Evropa eru farnir at líkjast so nógv hvørjum øðrum, at tað næstan kann vera ilt at kenna mun. Nuansur eru sjálvandi, men úrvalið av matstovum er nøkurlunda tað sama í øllum býunum. Tú finnur tær somu kinesisku, indisku, japansku, mexikansku og thailendsku matstovurnar. Tú gongur somu oyðimarkargongd í øllum býunum fyri at finna næstan tað sama avmarkaða úrvalið av undirhaldstilboðum. Fólk ganga í sama úrvali av klæðum, síggja sama úrval av filmum, lurta eftir sama úrvali av tónleiki allastaðni – meira ella minni.

Hóast fólk í nógvum stórbýum kring heimin, sum føroyingar hámeta, hava eitt lutvíst stórt úrval av undirhaldstilboðum, líða nógv stórbýarfólk kortini av keðsemi, strongd og friðloysi, ið tey royna at 'lekja' við enn meira undirhaldi.  Men tað tykist einans at skapa meira kenslu av einsemi, tómleika, týdningarloysi og meiningsloysi. Ikki harvið sagt, at tað ikki ber til at liva eitt gott stórbýarlív, men tað er eingin loyna, at tunglyndi er eitt serliga vanligt fyribrigdi júst í stórbýum. Byggja fólk sítt lív einans á eina grunna, innantóma og óstøðuga hópmentan, tykist hetta føra við sær, at fólk í stóran mun kenna, at tey missa grundfestið og kensluna av felagskapi. Tey missa síni sereyðkenni og sín serliga samleika – og tey leita tí ofta eftir onkrum øðrum at samkenna seg við – okkurt sum er heilt øðrvísi, enn tað, tey kenna til, og sum onkusvegnað kennist ektað og upprunakent.

Fólk fara í dag longur og longur út í ytstu mørk og til heimsins útjaðarar fyri at finna tað, tey sakna. Summi halda seg finna tað her, tí enn tykjast Føroyar at vera nógv øðrvísi enn tað, tey kenna til. Tey síggja Føroyar sum 'eksotiskar' og virða land okkara – ikki fyri tað, ið líkist tí, tey koma frá, men fyri tað, sum tey aldrin hava sæð fyrr, og sum sjálvt fyri tey kennist meira ektað og upprunaligt. Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi hoyrt utlendingar siga, at tað er sum at "koma heim", tá tey vitja Føroyar, hóast tey ongantíð hava verið her fyrr.

Men hvussu við føroyingunum sjálvum? Virða vit sjálvi okkara egnu serkenni?


Herma ístaðin fyri at vera egin
Fleiri og fleiri føroyingar – serliga yngri og havnarfólk – eru blivnir meira ella minni "dansk-amerikanarar", mentalt í øllum førum, tí vit verða ávirkað av tí somu amerikaniseraðu hópmentanini, sum floymir yvir heimin gjøgnum sjónvarp, tónleik, internet, spøl og aðrar miðlar. Mong okkara eru í dag nógv meira ávirkað av alheimsgjørdu mentanini, enn vit verða ávirkað av tí mentanini, sum vit sjálvi spruttu úr upprunaliga. Men hvussu gott er tað?

Tað er sjálvandi gott at fáa íblástur av tí fremmanda. Tað elur tolsemi millum fólkasløg. Eg haldi eisini, tað er spennandi t.d. at smakka fremmandan mat, og lati meg sanniliga eisini sjálv ávirka av útlendskari mentan. Eg eri helst millum tey allarmest kosmopolitisku, tá tað kemur til mín egna lívsstíl, og havi í ártíggjundi trivist væl við at liva í stórbýi. Eg haldi eisini, tað er sunt fyri føroyingar í heila tikið at lata seg íblása av tí fremmanda, og at taka tað besta við sær inn í føroyska samfelagið.

Men tað merkir ikki, at eg t.d. ynski, at Havnin skal vera eins og Keypmannahavn, tí tað verður hon kortini ongantíð. Hóast – ella kanska júst tí – at eg havi búð 26 ár av mínum lívi uttanfyri Føroyar, tey flestu í Keypmannahavn, síggi eg eisini virðini í at varðveita í øllum førum nakað av tí gamla, sum enn ger okkum føroyingar til nakað serligt í mun til onnur. Eg síggi onga orsøk til heilt at sleppa nøkrum, sum onnur øvunda okkum, og sum er við til at styrkja sjálvkensluna, skapanarlyndið og eitt innihaldsríkt lív hjá mongum føroyingi – enn í lutvíst stóran mun – bæði so og so. Tvørturímóti.

Onkur heldur kanska: Kom víðari! Hetta er órealistisk nostalgi. Men hví nú tað? Tað serføroyska lyndiseyðkennið finst enn í nógvum føroyingum. Og hetta eyðkennið er ikki meira fornaldarligt, enn vit sjálvi vilja gera tað til. Tann niðurarvaða mentanin anir í okkum og í tí umhvørvi, føroyingar hava skapt her á oyggjunum, men eg óttist fyri, at hon doyr út, um vit hugsa niðursetandi um hana og ikki læra okkara børn at virða hana heldur. Nógvir føroyingar lata seg heldur tøla av tí innantómu, glæsiligu, Hollywoodsku undirhalds- og actionmentanini enn at virða og hjúkla um okkara egnu mentan. Vit eru sostatt ringast at seta fótonglar fyri okkum sjálvi.


Føroyar ikki nakar stórbýur
Misskil meg ikki. Eg sigi ikki, at føroyingar skulu liva sum fyri 50-100 árum síðani. Íblástur uttanífrá er sunnur, sum sagt, menning skal til, og broyting er fín, um hon er til tað betra. Partar av tí menning, sum er farin fram í Føroyum seinastu árini – m.a. at tolsemi er við at vinna meira frama – er at gleðast um. Sjálvandi mugu føroyingar endurnýggja seg í ávísan mun allatíðina.

Men tað merkir tó ikki, at vit skulu taka frástøðu frá øllum føroyskum og taka alt útlendskt til okkum ístaðin – heilt ókritiskt. Ivasamt er, hvussu gott tað veruliga hevði verið fyri trivnaðin á hesum klettum, um vit gjørdu tað. Halda vit, at um vit umskapa Føroyar til nakað, sum líkist einum avriti av øðrum londum, so forðar tað fyri, at tey ungu flyta av landinum? Halda vit, at vit fáa fleiri fólk heimaftur á henda hátt? Hvør sigur, at føroyingar uttanlands tíma at flyta heim til Føroya, bara tí Føroyar eru farnar at líkjast tí, tey hava vant seg við aðrastaðni, um tey eins væl kunnu verða verandi uttanlands, har tey fáa nógv meira av tí sama? Kunnu allir føroyingar yvirhøvur liva í Føroyum, sum um vit livdu í einum og hvørjum øðrum útlendskum stórbýi?

Eg haldi heldur, vit eiga at spyrja okkum sjálvi: Missa vit ikki júst tað burtur, sum ger okkum føroyingar og land okkara serliga spennandi, um vit bara herma eftir øðrum? Ber ikki til at gera føroyska samfelagið dragandi á sín heilt egna hátt? Noyðast vit at vera so óoriginal, at vit bara herma eftir hinum? Hvørki føroyingar ella útlendingar verða drigin at Føroyum, tí Føroyar líkjast øðrum londum. Nei, tey verða drigin hendan vegin, tí Føroyar eru nakað serligt, sum ikki ber til at fáa aðrastaðni. Tað mátti borið til at skapt eitt livandi, frælst, tolsamt, fjølbroytt og opið samfelag, sum er føroyskt – og ikki bara meinlíkt øllum øðrum. Hevði tað ikki verið nógv kulari? Eg spyrji bara.


Er amerikaniserað hópmentan betri
Veruleikin er bara, at summi av okkum vilja næstan ikki kennast við tað føroyska longur, sum ofta fær spjaldrið "gamaldags", "bygdasligt" ella beint fram "fornaldarligt", bara tí tað er føroyskt, sama ger hvat.  Um føroyskt snævurskygni fór í gloymibókina, er tað ikki at gráta um, men tað er so nógv annað, sum er vert at halda fast í. Mong tykjast kortini uttan himpr at lata alt, sum kemur uttanífrá, skumpa tað burtur, sum áður var egið fyri okkum føroyingar.

Alt fleiri eru so við og við farin at kenna seg meir ella minni fremmand fyri tí, sum fyrr var heilt náttúrligt á hesum klettum. Okkara viðurskifti við djór t.d. eru blivin "disneyfiserað" og sentimentaliserað. Fólk hava mist jarðfestið og kunnu ikki dálka hendur sínar við blóði longur. Vit skumpa hesa 'menning' enn meira fram fyri – í navni alheimsgerðarinnar – at laga okkum eftir øðrum londum. T.d. hevur verið roynt at innføra altjóða reglur, sum forða frælsinum hjá einstaklinginum t.d. at selja fisk á kaiini ella slakta ein seyð heima í kjallaranum. Tíbetur hevur tað ikki eydnast – enn.

Er "the American Dream" fyrimyndin, sum nógv okkara eru farin at stremba eftir, veruliga betri, tryggari og haldbærari, enn tað lívið, vit fyrr hava livað her á oyggjunum uppá gott og ónt við og av náttúruni? "Money makes the world go around" í dag. Nú er náttúran ikki ein partur av okkum longur, men er vorðin eitt tilfeingi, sum verður ognartikið av nøkrum fáum, ídnaðargjørt og umsett til pengar, sum síðani skal fíggja ein innfluttan, dýran lívsstíl við innfluttum, dýrum matvanum. Men hvussu leingi, hava vit ráð til ein slíkan lívsstíl? Hvussu haldbært er grundarlagið undir hesum lívsstíli? Tvs. hvussu leingi heldur náttúran til tað? Hvussu ynskiligt er tað at liva so atskild frá náttúruni kring okkum? Og hvussu gott er tað fyri CO2 útlátið, dálkingina og heimin sum heild, at vit liva eitt innflutt lív, fremmandagjørt frá okkara egna nærumhvørvi her mitt úti í Norðuratlantshavinum?


Tann ónda góðskan
Vilja vit heldur liva í eini Disney-kendari dreymaverð, har øll lýðin "fylgja EU-reglum" og eru so fitt og elskulig og professionelt fólkalig, at eingin drepur fitt og elskulig djór longur (í øllum førum ikki, har sum onnur síggja tað)? Og har tað at drepa tey fittu djórini er 'ónt' yvir ein kamb... líkamikið undir hvørjum umstøðum og á hvønn hátt, tey verða avlívað. Ja, hvat skulu vit gera við 'tey óndu', ha? Alt meðan vit lata eyguni aftur fyri, at ídnaður okkara rænir náttúruna og misnýtir djórini uppá tað grovasta handan glæsiligu leiktjøldini. Er tað ein slíkan falskan pyntidukkuheim, sum tey hava so nógva aðrastaðni, vit vilja vera við til at skapa? Hvar hevur hesin svart-hvíti Bambi-mentaliteturin í veruleikanum ført heimin – soleiðis grundarleggandi? Er heimurin blivin reinari og friðaligari av tí? Eru vit øll blivin betri av tí?

Fólk kunnu gerast so "góð" og so sjálvrættvís, at tey sígga ikki sítt egna sjálvrættvísi, og tí altíð halda, at tað eru hini, sum eru tey óndu – og at hetta tí gevur teimum rætt at berjast móti teimum "óndu". Tað óhugnaliga er, at tá menniskjan strembar eftir tí fullkomna, so megnar hon ikki at viðurkenna tað ónda í sær sjálvum, og tað er júst tá, hon veruliga megnar at gera óndar gerðir móti øðrum, kanska heilt uttan at varnast tað sjálv í síni sannførdu sjálvgóðsku. Eins og Sea Shepherd og allir sjálvrættvísir fascistoidir einaræðisharrar heimsins altíð hava gjørt.

Í mínum heimi er tað at lúgva fyri sær sjálvum at halda, at náttúran – eisini náttúran í okkum sjálvum – bara skal vera yang og ikki yin. Náttúran kann ikki vera í javnvág uttan bæði. Eg veit ikki, hvussu góðan hug, eg havi til at liva í tí surreella, glæsiliga, utopiska heimi, sum hesi fólkini tykjast droyma um at gera verðina um til, har menniskjan bert er vorðin hugtikin áskoðari til tað sindrið, sum er eftir av villari náttúru, og ikki partur av henni sjálv. Tí royni eg sum best at verja rætt okkara til enn at hava ein lívsstíl í samljóði við náttúruna, sum eg kenni sum nógv meira veruligan og ektaðan.


At blaka seg sjálvan burtur
Tað at eta fiskin, vit sjálvi fiska, seyðakjøtið av egnum seyði og grindina og spikið, vit sjálvi hava veitt, kann enn vera eitt nógv betri alternativ, enn at fáa sær hópframleiddan mat av verri viðfarnum djórum av handilshyllunum, fullan av íblandingarevnum. Útlendingar flest skilja væl, at vit sum egið fólk hava rætt til at hava valmøguleikar í egnum landi, ikki minst tí mong teirra sakna tað, vit enn hava møguleika til.

Hvussu ofta hoyrast fólk í ídnaðarlondunum tosa íheimliga um "okkara neyt", "okkara seyð" og "okkara kjøt"? Flest fólk í vesturheiminum hava lært at hugsað í smærri køssum heldur enn í heildum, og hava mist kensluna av at hoyra saman við tí, sum matur teirra kemur frá. Og samhaldsfesti – ja, hvat er tað? Men í føroyskari veiðu- og bygdamentan er sambandið millum fólk, djór, plantur, jørðina, vit liva á og luftina, vit í felag anda í okkum, enn til – ella er í øllum førum ikki heilt burtur enn. Enn kemur hesin gamli føroyski hugburðurin næstan av sær sjálvum inn við móðurmjólkini hjá mongum føroyingi.

Tí haldi eg, at tað er syrgiligt, at vit gerast alt meira fremmandagjørd í mun til tað, sum fyrr var náttúrligt og vanligt í Føroyum, og at vit gerast so ávirkað av býarmentanini í vesturheiminum, at partur av okkara unga fólki – umframt fólk í Havn og á stórplássunum – eru til reiðar at blaka alt tað burtur, sum fyrr hevur átt lívið í føroyinginum. Spurningurin er, um fólk gerast eydnusamari av tí – ella um tey ikki bara blaka seg sjálvi burtur.


Ein meira veruleikakend verð
Eftir mínum tykki ber illa til heilt at skilja mátan, vit liva í hesum samfelag, sundur frá mátanum, vit útvega okkum føði. Okkara siðbundna matmentan er enn ein íbúgvandi partur av mentan okkara sum heild – av góðum grundum. Tí tað er enn nógv gjøgnum matmentanina, vit víðariføra virði okkara til nýggju ættarliðini og gamla gagnliga vitan um, hvussu vit bera okkum at við at yvirliva her á klettunum.

Tá vit fara út við ommum, abbum, mammum, pápum, mostrum, fastrum, mammu- og pápabeiggjum okkara at fiska, at reka seyð, at handfara ullina, at dyrka jørðina, at veiða fugl og onnur djór, og at drepa grind, so læra vit heim okkara: føroysku náttúruna at kenna – luftina, luktirnar, vindin, streymin, og hvussu jørðin og havið broytist eftir árstíðunum. Tú lærir, hvat tú kanst fáa tær til matna, til klædna, og hvussu tú kanst liva í javnvág við náttúruna.

Er hetta vert at blaka heilt burtur bara í ótta fyri at vera "bygdasligur" og "gamaldags"? At liva so tætt at – og av náttúruni, hevur verið partur av lívi og mentan okkara her á oyggjunum alla ta tíð, fólk hava búð her – serliga í teim smærru bygdunum, har fólk enn ikki so lætt sleppa at gloyma, hvørjum náttúruumhvørvi, tey eru partur av. Á bygd eru fólk kanska eisini enn lutvíst tætt samanknýtt í mun til á størru plássunum. Tey luta í størri mun mat millum sín og gera hvørjum øðrum sínámillum tænastur uttan krav um gjald. Tey eldru og tey veiku verða vird, t.d. við at fáa part í matinum, sum bygdafólkini útvega til samfelag teirra.

Fólk eru takksom fyri tey djór, sum hava latið lív teirra, so vit menniskju kunnu liva. Fólk fáa eisini nógva heilsugóða kropsvenjing við at heysta teirra egnu føði. Tey fáa ágóðan av øllum teim sosialu aktivitetunum, ið fylgja við at útvega og býta føðina millum sín og hagreiða matin – og alla ta andaligu nøktan, ið eisini fylgir við hesum aktivitetum. Alt hetta fært tú sanniliga ikki, tá tú keypir tær liðugt pakkaðan mat í einum handli.


Mugu virða grundarlag okkara
Vit eru enn fólk í Føroyum, sum síggja virðið í at verja tað, sum eftir er av okkara gomlu bygdamentan. Tað er ígjøgnum gomlu bygdamentanina, at vitanin er varðveidd um, hvussu vit kunnu liva og arbeiða í hesum landi – eisini í smáum, fjarskotnum bygdum – í samljóði við náttúruna og so frælst og óbundið sum gjørligt av dálkandi flutningsskipanum og svikafullum alheims búskaparkervum.

Føroyingar hava sjálvandi gott av íblástri uttanífrá í ávísan mun og kunnu sameina seg við tað, sum hóskar inn í okkara mentan. Vit kunnu krydda lív okkara við at læna eitt sindur burtur av øllum tí góða, sum sjálvandi eisini er til í útlendskari vitan, mentanum og siðvenjum. Vit kunnu bjóða gestum uttanífrá vælkomnum. Og vit kunnu gera lívið makligari við tíðarhóskandi hentleikum. Men líkamikið hvussu vit bera okkum at, verða Føroyar aldrin til eitt annað Keypmannahavn, London ella New York.

So leingi vit liva í einum lítlum, fámentum landi mitt í Norðuratlantshavi, kunnu vit ikki renna undan, at vit mugu liva undir teimum treytum, sum náttúran gevur okkum her. Um vit ikki fara skynsamt við tí náttúru, sum vit í veruleikanum búgva mitt í (hóast onkur helst roynir at billa sær okkurt annað inn), so oyðileggja vit okkara egna lívsgrundarlag. Um vit ikki læra okkara ungu at vera errin av tí, sum vit fyrst og fremst mugu liva av, so kenna tey seg ikki aftur í tí. Hvussu kunnu tey læra at virða grundarlagið, tá ikki ein gang tey vaksnu gera tað sjálvi? Tey ungu missa virðingina fyri náttúruni og missa hugin at vera her. Og fara tey með alla, so verður einki eftir til okkara her í framtíðini.

Forfedrarnir virdu grundarlagið undir lívi okkara og góvu sína vitan víðari um, hvussu hetta grundarlagið kundi viðlíkahaldast. Men nútíðarinnar ættarlið er í ferð við at blaka tær gomlu dygdirnar fyri borð, og síggja ikki, at á tann hátt missa vit eisini grundarlagið undir samleika og lívið okkara í heila tikið her á klettunum. Hin vegin, um vit ikki nútímansgera okkum, so missa vit ungdóm okkara. Vit eru tí noydd onkusvegna at føra virðingina fyri hesum grundarlagi víðari til komandi ættarlið, men á ein hátt, sum hóskar betur inn í nútíðina, og sum tey ungu kunnu samkenna seg við eisini í eini alheimsgjørdari verð. Vit mugu fáa tey ungu at kenna seg heima í Føroyum aftur, hóast tað má vera undir teim treytum, sum oyggjaland okkara setur. Tað er sera týdningarmikið ikki at polarisera og seta mentaninar ov nógv upp móti hvørji aðrari sum mótsetningar. Vit mugu og skulu hava alt til at hóska saman onkusvegna. Annars verður okkum ikki lív lagað framyvir, og oyggjarnar verða avtoftaðar so við og við.

Vit hava enn møguleikan tilvitað at kennast meira við okkum sjálvi sum oyggjabúgvar aftur, varpa ljós á okkara serkenni og gerast errin av tí – ja, ganga fatt og hevja tað serliga fram, heldur enn at drýpa høvur sum útskammaðir hundar, tí vit ikki eru eins og hini. Vit kunnu læra av forfedranna vísdómi, og taka alt tað besta við okkum inn í ein endurnýggjaðan veruleika, lagaðan fyrst og fremst til okkum føroyingar í dag – og ikki til eina tóma ímynd av eini stórbýarmentan, sum í botn og grund aldrin kann blíva okkara fult og heilt kortini. At varðveita teir góðu, gomlu siðir, sum enn eru eftir, er tískil avgjørt ikki "bygdasligt " ella "fornaldarligt" á nakran hátt. Nei, tvørturímóti. Tað er framsíggið. Tað er kul.

Til ber eisini at "'menna" seg sjálvan heilt út av eggini, men eydnast tað okkum at skapa eina menning, har vit fáa fortíð, nútíð og framtíð at ganga upp í eina hægri eind, so vit fáa trivnað aftur á oyggjunum bæði fyri ung og gomul í samljóði við hvønnannan og náttúruna, fer allur heimurin at hávirða okkum fyri lívsvilja og styrki okkara.

Til ber at lesa ta fyrru greinina í hesi røð av tveimum her.

Monday, June 4, 2012

Er grindadrápið vert at varðveita?

Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum 
- fyrsti partur av tveimum greinum, skrivaðar í sambandi við, at ráðstevna um hvalaveiðu verður hildin á Hotel Hafnia tann 5. juni 2012:

Hvørjar orsøkir eru til at halda fast við at drepa grind? Kann hetta gerast á burðardyggan, skynsaman hátt, har djórini verða avlívað so humant sum gjørligt? Kann tað gerast við atliti at heilsuni hjá fólki? Kunnu vit etiskt standa inni fyri tí, vit gera? Skaðar henda siðvenja ikki umdømi okkara? Ella kann henda siðvenjan kanska tvørturímóti gera Føroyar til eitt gott fyridømi fyri restina av heiminum? Hesar og aðrar spurningar tekur hendan greinin støðu til.

Eftir Elina Brimheim Heinesen, 24. mai 2012

Ivasamt er, hvussu leingi ber til at verja áskoðanina um, at vit skulu varðveita grindadrápið, tá kanningar vísa, at tað at eta grind kann hava fleiri negativ árin á heilsuna hjá fólki. Niðurstøðurnar um heilsuárinini eru hesar:
  • Kyksilvur í grind hevur negativt árin á menningina av nervalagnum hjá fostrum.
  • Kyksilvurárinið sæst enn í ungdómsárunum hjá somu børnum.
  • Kyksilvur í kostinum hjá móðurini ávirkar blóðtrýstið hjá børnunum.
  • Dálking í spiki hevur negativt árin á immunverjuna hjá børnum, soleiðis at børnini ikki taka so væl ímóti vaccinum.
  • Dálking í grind tykist at økja vandan fyri at fáa Parkinson sjúku hjá teimum, sum ofta eta grind og spik.
  • Vandin økist fyri, at vaksin, sum eru fyri størri kyksilvurárini, fáa høgt blóðtrýst og æðrakálking.
  • Fólk í 70'árunum við typu 2 diabetes tykjast hava størri miðsavnan av PCB í kroppinum, serliga um tey hava etið nógvan siðbundnan mat í barna- og ungdómsárunum. Samanhangur tykist sostatt vera millum typu 2 diabetes og dálking í matinum. 
Tí siga heilsufrøðiligu myndugleikarnir, at tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin og tilmæla tí fólki at minka munandi um nýtsluna. Pál Weihe og Høgni Debess Joensen, landslækni, hava tilmælt, at føroyingar heilt eiga at gevast við at eta grind og spik. (Til ber at at lesa meira um árinini í hesum ritið: http://setur.fo/fileadmin/user_upload/NVD/Horaldur/Workshop_Report.pdf).

Eg haldi, at føroyingar eiga at taka hesi tilmæli í álvara, og eg vil tí ikki viðmæla, at børn, yngri kvinnur og barnakonur eta henda kostin. Men eg fari tó ikki so langt sum at siga, at vit heilt skulu banna grindadrápinum, tí eftir mínum tykki, eiga fólk rætt til frælsi sjálvi at gera av, hvat tey vilja eta.

Má kannast til botns
Eg ivist samstundis í, um nógv av tí matinum, sum vit eru farin at eta ístaðin fyri grindina, veruliga er betri fyri heilsuna, ella um hesin matur ikki er minst líka vandamikil. Eg sakni meira vitan og samanberandi kanningar. Árinið eigur at verða kannað enn betri og vitanin breidd út, so fólk vita júst, hvussu skaðiligt tað er at eta so og so nógva grind í mun til annan mat. Fara fleiri vísindaligar kanningar at vísa á, at grind við fullari vissu veruliga er nógv meira vandamikil enn annar matur – eisini í smáum mongdum, so gevist eg sjálv at eta grind og spik við brestin.

Víðgongd hvalaveiðumótstøðufólk hava lyndi til at gera nógv av, tá tey vísa til vísindaligar heilsukanningar sum part av grundgevingunum móti grindadrápi. Tey geva fólki fatan av, at grindamatur er tað reina eitur. Slíkt hóskar jú sum fótur í hosu til teirra dagsskrá. Uttan at undirmeta álvaran av árininum, so er veruleikin, at árinið ikki er heilt so ógvusligt, sum tey vilja vera við. Allar kanningar eru heldur ikki komnar til líka radikalar niðurstøður, sum kanningin hjá Pál Weihe. Vísindin hevur jú eisini víst á heilsugóðu eginleikarnar, sum grind og spik hevur. Og kanska eiga fólk at fáa at vita meira um, at ikki allir partar av grindini eru líka dálkaðir – tað veldst t.d. um kyn og aldur á hvalinum, og hvar av hvalinum, tvøstið er.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur enn ikki mælt fólki heilt frá at eta grind og spik. Sjálv óttist eg tí ikki fyri at eta henda mat av og á, um tað er við máta. Í hvussu er, til heilsufrøðiligu myndugleikarnir koma til aðrar niðurstøður.

Grind í mun til grís
Etiski spurningurin um djórapínslu verður ofta drigin fram í kjakinum um grindadráp. Eitt dráp er eitt dráp, og dráp eru ongantíð dámlig, líkamikið hvørji djór verða dripin. Mær hevur ongantíð dámt grindadrápið í sær sjálvum – í øllum førum ikki soleiðis, sum framferðarhátturin var, tá eg var barn, har stungið varð frá hond. Eg skilji væl, at fólk hava rópt tað, sum fór fram tá, "barbariskt".

Eg fegnist tí um, at grindamenn hava sett meira humanar drápshættir í verk, sum vónandi sum skjótast verða einastu loyvdu hættirnir at drepa grind. Eg haldi, at føroyingar mugu prógva, at vit gera alt, sum er menniskjansligt møguligt fyri, at djórini ikki verða óneyðuga pínd. Kunnu vit ikki vísa hetta umhugsni fyri djórunum, haldi eg, vit eiga at gevast við grindadrápinum. Tað skaðar ikki minst umdømi okkara ov nógv ikki at gera tað, og so kunnu eg og onnur, sum alment hava vart hendan siðin, eisini uttanlands, ikki longur verja hann.

Eg haldi tó ikki (longur), at grindadráp okkara á nakran hátt er verri, enn tað, sum fer fram aðrastaðni, har djór í milliónatali verða ald til at vera dripin – eisini grísar, sum verða sagdir at vera líka so klókir sum grindahvalir, um ikki klókari. Hesi djórini verða stúgvað saman á so lítlum plássi sum gjørligt, har tey liva eitt stutt og pínufult lív, ofta undir skelkandi vánaligum umstøðum, og ofta uttan nakrantíð at síggja dagsins ljós. Tey verða fylt við t.d. penicillini og vakstrarhormonum og verða fitað ónátturliga upp við einstáttaðum kosti, sum mong av teimum gerast so sjúk av, at tey ikki eingang megna at ganga inn í skafottið, har tey skulu avlívast. Ofta gongur avlívingin so skjótt fyri seg, at nógv av djórunum ikki eru deyð, áðrenn tey verða skáldað, og skinnið verður skrætt av teimum.

Eg skilji ikki rættiliga, hví summi siga, at tað IKKI gevur meining at samanbera grind við innilæst neyt, grísar og høsnarungar. Sjálv haldi eg, at hesin spurningur er serstakliga viðkomandi, tí hetta hópframleiddað kjøtið er tað alternativið, vit í stóran mun fáa bjóðað ístaðin fyri okkara siðbundna mat – og eg haldi meg hava góðar grundir til at ivast í, um tað, vit keypa í handlinum, veruliga er so nógv betri matur. Fyri mær at síggja er nógv av tí hópframleidda kjøtinum eftir øllum at døma ikki betri – hvørki etiskt ella heilsuligt. Hygg t.d. eftir filmunum um hópframleitt kjøt í USA undir hesi grein.

Tí sigi eg, at tað ikki gevur meining t.d. at vera ímóti ella at banna grind, tí grindin skal eitast fyri at vera dripin inhumant og/ella vera ring fyri heilsuna, um ein ikki eisini er ímóti ella bannar alla aðra ósunna og inhumana kjøtframleiðslu.

Vistfrøðiliga forsvarligt
Sæð frá einum etiskum sjónarmiði, haldi eg, at vit øll hava líka stóra skyldu til at halda okkum til at keypa sunnan, heilsugóðan – vistfrøðiligt framleiddan – mat, soleiðis at vit øll eru við til at tryggja, at djórini, sum vit eta, eru væl viðfarin – og soleiðis at vit øll stuðla matframleiðslu í hesi verð, sum ikki pínir djór, og heldur ikki dálkar og oyðileggur umhvørvið.

At velja at eta lokalan mat av djórum, sum hava livað úti í Guðs fríu náttúru alt lívið og av tí føði, sum er at finna í náttúruni, man helst vera tað mest vistfrøðiliga og minst náttúruoyðileggjandi, vit kunnu velja at gera. Tí haldi eg, at vit skulu royna at varðveita okkara aldargomla siðbundnu mátar at útvega okkum føði uppá á hesum oyggjum – bæði tá tað kemur til fisk og seyð og eisini grind. Grindin skal bara drepast við humanum drápsháttum og ikki í størri mongdum, enn at tað kann gerast á burðardyggum grundarlag, og sjálvandi við atliti at heilsu okkara.

Tá grammleiki kemur uppí
Grindadrápið í sjálvum sær hevur ikki altíð verið líka tespiligt, men alt tað, sum hendir í sambandi við grindina aftaná – so sum mátin, grindin verður býtt millum tey, sum luttaka, og til onnur í nærumhvørvinum, sum treingja – er ein einastandandi og dámlig siðvenja. Hetta at býta fongin út millum fólk er ikki nakað, vit annars uppliva nakra aðrastaðni í pengagrammu ídnaðarverðini. Eg haldi, at tað hevði verið stórt spell, um vit vóru noydd at geva upp hesa sosialu siðvenju, har umsorganin fyri og atlitið at heildini er størri enn atlitið at vinninginum hjá tí einstaka.

Mær dámar tí serstakliga lítið, at pengar eru við at koma inn í siðvenjuna at drepa grind í dag, og at til ber t.d. at keypa tvøst bæði í Miklagarði og aðrastaðni. Í Rótikassanum á Facebook selja fólk kaggar av spiki og turrum tvøsti. Slíkt økir tíverri um vandan fyri, at grammleiki kemur uppí, tá tvøstið og spikið skal býtast eftir drápið, og hetta er ein  óheppin menning, sum eg vænti, kemur okkum aftur um brekkur. Hetta gongur ímóti øllum tí, sum siðurin at drepa grind annars hevur staðið fyri.

Eg haldi ikki, at føroyingar skulu hava loyvi til at drepa fleiri hvalir, enn luttakarar í grindini og nærmasta familja teirra kunnu eta – og so nøkur eldri fólk aftrat í bygdini, sum av góðum grundum ikki sjálvi megna at vera við í grindini. Um fólk halda seg kunna selja nakað burturav sínum parti, so sigur tað nakað um, at fólk hava ov nógva grind um hendi – og tá er ov nógv dripið! Tað er ikki í lagi, og eg haldi, at myndugleikar eiga at stegða hesum ósiði beinanvegin.

Mugu endurskoða reglur
Tey, sum selja grind, eru beinleiðis við til at smíða líkkistuna til grindadrápið, tí slík atferð máar grundarlagið undan einum av teimum allarsterkastu grundgevingunum, vit sum føroyingar hava at verja hesa siðvenju við. Um vit veruliga ynskja at varðveita grindadrápið uttan at vekja ov stóra mótstøðu bæði uttanífrá og innanífrá, haldi eg, at tað er neyðugt at endurskoða verandi regluverk galdandi fyri grindadrápið sum skjótast og íverkseta strangari reglur á summum økjum.

Vit fara ikki í longdini at kunna varðveita siðin at drepa grind, um vit etiskt ikki kunnu standa 100 % inn fyri tí, vit gera – bæði í mun til umheimin og ikki minst í mun til okkara egnu yngru ættarlið, sum vaksa upp í eini nógv meira alheimsgjørdari mentan – og eisini við atliti at øllum teim føroyingunum, sum búgva ella ferðast uttanlands, og sum ofta mugu verja hesa siðvenju fyri útlendingum.

Spurningurin er tí, um til ber at áseta nakrar grundreglur, sum tryggja, at etiska grundstøðið er í lagi. Reglurnar skulu helst vera galdandi í øllum landinum, so tað ikki bert er upp til einstøku sýslumennirnar og grindaformennirnar at meta hvørja ferð, hvussu drápið skal fara fram. T.d. eru her nøkur uppskot:
  • at kvotur verða ásettar ár fyri ár – t.d. fyri ymisk øki – og at loyvt verður ikki at drepa fleiri hvalir, enn fólk í økinum kunnu eta, og sum tað er ráðiligt hjá fólki at eta í mun til heilsuna.
  • at føroyingar binda seg til at luttaka í altjóða góðkendum kanningum av stovninum, sum verða gjørdar regluliga og títt, so vissa fæst fyri, at grindin sum djóraslag ikki er hótt, og at vit ikki drepa grind, um ivi er um hetta.
  • at føroyskir granskarar hava skyldu at stuðla ella luttaka í kanningum av heilsuliga árininum av at eta tvøst og spik, og at fylgt verður væl við í úrslitum av kanningum, eisini aðrastaðni, at atlit verður tikið at úrslitunum, sum hesar kanningar vísa, og at fólk verða væl og virðiliga kunnað um hetta.
  • at greiðari avmarkan verður sett á, hvørjar hvalvágir kunnu brúkast í mun til støddina av grindini.
  • at tað ikki má ganga meira enn ávís tíð frá, at rákið byrjar, til grindin verður hildin til, so hvalirnir ikki verða óneyðuga strongdir.
  • at avmarkan verður sett á, hvør sleppur at luttaka í rakstri og drápi, og at bert roynd fólk hava loyvi at drepa hvalin.
  • at tað verður álagt grindamonnum bert at brúka blásturkrókar, tá talan er um at hála livandi hval, meðan hvøssu sóknaronglarnir einans mugu brúkast til at hála longu dripnar hvalir...
  • at hvalir bert verða dripnir við mønustingara, sum tryggjar, at hvalirnir verða avlívaðir á so skjótan og so humanan hátt sum gjørligt.
  • at einki av fonginum verður blakað burtur, sum á nakran hátt kann brúkast til mannaføði ella annað.
  • at alt burturkast frá drápinum verður søkt á djúpum streymasjógvi.
  • at tað verður bannað at handilsgera fongin við at selja burtur av pørtunum, fólk fáa tillutað.
Um vit áseta reglur sum hesar, so er siðurin at drepa grind etiskt forsvarligur í allar mátar, og so dugi eg ikki at síggja nakra grund til, at henda siðvenja ikki kann halda fram í langa tíð framyvir. Um ikki, tað ber til, so haldi eg, at føroyingar skjótt ikki hava annað val enn at gevast við at drepa grind.

Grindadráp kann marknaðarføra Føroyar
Fer alt fram á ein 100 % forsvarligan hátt, kundi siðvenjan at drepa grind í roynd og veru verið fyrimyndarlig – og harvið eisini verið við til at gjørt okkum øll errin av at vera føroyingar. Vit kundu marknaðarført Føroyar, sum eitt av teimum serstakliga fáu støðunum í vesturheiminum, sum hevur varðveitt eina aldargamla siðvenju, har fólk útvega sær lokalan, vistfrøðiligan mat á fult burðardyggan og humanan hátt úr villu, ódyrkaðu náttúruni, vit liva mitt í. Hetta er jú matur, ið IKKi skal flytast yvir langar frástøður í dálkandi fraktskipum/fraktflogførum. Og har vit eisini hava varðveitt eina aldargamla, einastandandi siðvenju kring býtið av grindini, ið snýr seg um umsorgan og samhaldsfesti, og sum helst ikki sær sín líka nakrastaðni í vesturheiminum í dag. Tað er nakað, sum eg veit, nógvir útlendingar virða og síggja nógv upp til.

Drepa føroyingar grind undir hesum treytum, haldi eg ikki, vit hava so nógv at óttast fyri í mun til umheimin. Við grundarlag í øllum tí, eg havi sæð og lisið av viðmerkingum nógva staðni, nú Føroyar eru í brennidepilinum orsaka av "Whale Wars – Viking Shores" røðini, so sæst týðiliga, at tað als ikki er allur heimurin, sum er ímóti tí, sum vit gera, eins og hvalaveiðumótstøðufólk vilja vera við. Heldur hevur tað býtt áskoðararnar í tvey – tey, sum eru fyri og tey, sum eru ímóti.

Í mun til, hvussu nógv eru komin til at kenna Føroyar ígjøgnum røðina – og nú hava sæð, hvussu vakurt her er – so eru øll tey, sum eru fyri, helst fleiri enn tey, sum yvirhøvur kendu til Føroyar, áðrenn røðin varð víst á sjónvarpi. So helst er hetta, tá samanum kemur, ein ikki so galin lýsingarherferð fyri Føroyar, sum vit kanska óttaðust.

Søpla vælvild burtur
Men... tann vælvild, vit hava ein tjans fyri at vinna okkum í útheiminum við at halda okkum á etisku síðuni, kann øgiliga skjótt koppa tann skeiva vegin, um vit leggja ov lítið í at betra um framferðarháttin við t.d. ikki at gera álvara av at herða reglurnar, sum skulu tryggja eitt humant dráp, ella um vit loyva hesum nýggju óhepnu, handilsligu siðvenjum framat. At føroyingar eru farnir at keypa og selja grind – hóast tað bert er í lutvíst lítlan mun – er tíverri ein nýggjur ódámligur og gramligur máti at bera seg at, sum er fylgdur við nýggju tíðini. Hetta var ikki gamalt, sum tikið verður til.

Tað tænir okkum ikki væl á nakran hátt at loyva hesi atferð, men tað hevði tænt okkum til miklan sóma, um vit varðveiddu tað besta av tí gamla, og góvust við øllum tí, sum ikki er forsvarligt – etiskt ella av øðrum ávum. Hetta snýr seg í botn og grund um at dyrka ein samleika, føroyingar kunnu vera ernir av, og ikki bara spilla ta góðu siðvenju t.d. at býta fongin sundur millum fólk, ið júst er ein av teimum allarmest dámligu siðvenjum, sum vit higartil hava bygt okkara serføroyska samleika á. Spilla vit tað, so framskunda vit byrjanina til endan av grindadrápinum.

Matmentan og samleiki
Tann samleiki, vit sum fólk hava, hongur saman við, hvussu vit hava yvirlivað á hesum klettum so leingi, og hvat vit eru blivin mett av alla hesa tíð. Tað hevur nakað við at gera, hvussu vit útvega og fáa matin til høldar júst í okkara lítla norðalaga horni av heiminum, hvussu vit býta matin millum okkara, hagreiða og goyma matin og matgera.

Øll mentanin kring matin – til dagligt og til veitslur – hevur sjálvandi havt stóran týdning fyri, hvussu vit hava livað okkara dagliga lív í heila tikið her í hesum landi. Tað sermerkta fyri okkum – tvs. hvat tað merkir at vera føroyingur í mun til at vera dani, amerikanari, italienari ella okkurt annað – hongur nógv saman við hesi matmentanini, eins og matmentan eisini ger í øðrum londum. Eins og "stegt flæsk og persillesovs", frikadellur og livurpostei hevur nógv við at vera dani at gera, ella burgarar og BBQ hevur nógv við at vera amerikanari at gera, ella spaghetti og pizza hevur nógv við at vera italienari at gera, so hevur skerpikjøt, ræstur fiskur og grind og spik rættiliga nógv við tað at vera føroyingur at gera. Hetta eru tjóðarrættir okkara, og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa føroyingar at gevast við einum stórum parti av hesi matsiðvenju, tá hon hongur so nógv saman við samleika okkara.

Í næstu greinini fari eg at skriva meira um júst hetta - hvør tann føroyski samleikin er í nýggjum tíðum, og hvat alheimsgerðin merkir fyri nútíðar samleikabygging okkara sum føroyingar. Sí greinina her.

Dokumentarfilmar um hópframleiddan mat
Today's Modern Food: It's not what you think it is - 1. partur:

Today's Modern Food: It's not what you think it is - 2. partur:

Food Inc. 1. partur:

Food Inc. 2 partur:

Food Inc. 3. partur:

Food Inc. 4. partur:

Food Inc. 5. partur:

Food Inc. 6. partur:

Food Inc. 7. partur:

Food Inc. 8. partur:

Food Inc. 9. partur:

Food Inc. 10. partur:


.