Búskaparfrøðingar og aðrir serfrøðingar meta, at alheims búskaparkreppan er ein sjálvsøgd og varandi avleiðing av tí sannroynd, at olja ikki longur finst í so "óendaligum", lætt atkomuligum mongdum, sum áður. Í fyrsta umfari førir hetta ósvitaliga til nógv hækkandi oljuprísir, umframt at nógv lond ikki fara at hava atgongd til bíliga olju longur. Hvat fer hetta at merkja fyri føroyska samfelagið?
Nógvir serfrøðingar siga, at núverandi kreppan er so álvarslig, júst tí tað ikki er gjørligt hjá flestum londum nóg skjótt - áðrenn oljan verður ov dýr og/ella ov knøpp - at leggja orkukervið um og gera neyðugu íløgurnar í menning av alternativum, meira burðardyggum orkukeldum, umframt í tólini, sum skulu gagnnýta hesar nýggju orkukeldur, so tey nýggju kunnu viga fult upp ímóti oljuni (Sí keldur: 3, 4 og 5, umframt 4a).
Ein umlegging av núverandi orkukervi er ómetaliga dýr at gjøgnumføra. Alternativini til oljurikin tól og aðrar hentleikar, sum eru gjørdir av oljupreparatum (bara hugsa um asfalt og plastikk), eru kanska uppfunnin, men eru tey nóg bílig, nóg atkomilig og nóg burðardygg? Um tey vóru, vóru tey helst langt síðani á marknaðinum. So spurningurin er, um granskingin nær at koma við veruligum alternativum í nóg góðari tíð. Tá oljan er uppi, er tað ov seint at fara og granska og menna, tí hvat skal fáa hjólini at mala, tá oljan ikki longur kann, og heimurin ikki hevur nátt at menna alternativini?
Alt orkukervið umleggjast
Eingin ivi er um, at neyðugt er sum skjótast at gera seg minni bundnan at dýrkandi oljuni - í tann mun tað yvirhøvur er gjørligt. Allar heimsins stjórnir mugu síggja veruleikan í eyguni, at øll orka má setast inn á at leggja orkukervið um, meðan tíð er. Alternativ mugu finnast til alla orkuveiting, til øll framleiðslutól og til øll flutningstól, sum nú brúka olju - og tað skal henda skjótt.
Tí hóast nýggj olja enn verður funnin - eisini í lutvíst stórum mongdum - so er tað kortini als ikki nóg mikið til at møta tí eksponentielt vaksandi tørvinum. (2a og 2b). Fyrr ella seinni boygnar strikumyndin niðuraftur. At hetta longu kann vera hent – tvs. at vit kanska eru farin framvið “peak oil” punktið - viðurkenna sjálvt partar av oljuídnaðinum alment, men fá tora at tosa so hart um tað, tí øll vita, hvørjar álvarsligar avleiðingar, tað kann hava við sær – og eingin ynskir at loypa ræðslu á marknaðin. (1b, 1c og 1h)
Men flestu stjórnir eru stuttskygdar og hava higartil ikki hildið seg til at taka stigið fult út at royna at gera seg leysar av olju, hóast tær spara nógvar pengar í síðsta enda - helst av ótta fyri, at so tungar útreiðslur ganga út yvir vælferðina her og nú. Spurningurin er, hvørji lond hava ráð til at gera so umfatandi broytingar í nóg góðari tíð, áðrenn ein álvarslig heimsumfatandi búskaparkreppa hevur útarmað londini so mikið, at tey als ikki hava ráð til at gera tað, sum krevst.
Sum er hava øll ilt við at sleppa oljuni, sum higartil hevur verið álitið, men tá oljan verður knøpp, fara oljuframleiðandi londini sjálvandi at vilja brúka ta oljuna, tey hava eftir í undirgrundini til sín sjálvs fyrst og fremst. Tað sindrið, sum tá verður eftir til tey oljuinnflytandi londini, verður ómetaliga kostnaðarmikið. Hetta er ein ræðandi framtíðarmynd, serliga fyri fjarskotin og sárbær útjaðaraøki við arktiskum - ella næstan arktiskum veðurlag sum Føroyar - ið eru enn meira bundin at olju enn flest onnur lond, og mugu innflyta alla oljuna.
Føroyar kunnu gerast avbyrgdar
Minkandi oljutilfeingi, álvarsom dálking og veðurlagsbroytingar, skuldarkreppa, búskaparligt skrædl - you name it. Alt rakar smá lond sum Føroyar hart, ið ikki hava mong bein at standa á. Afturgongdin er longu farin at merkjast. Kreppan fer fram beint nú, hóast føroyingar enn klára seg. Men hvussu leingi?
Føroyar leggja, sum er, fullkomiliga sítt álit á innflutta olju, sum drívur allan fiskiflotan. Sum kunnugt, er fiskur jú føroyinganna fremsta føði- og inntøkukelda og 95% av øllum útflutningi. Men, tá alivinnan er undantikin, hevur føroyska fiskivinnan ikki havt yvirskot í áravís - m.a. tí fiskiskipini eru so dýr at reka. Seinasta árið er størsta fiskavirkið farið á heysin og hartil eisini ein av teim stóru bankunum í Føroyum. Ímeðan fór arbeiðsloysið, eftir at kreppan tók dik á seg í 2008, frá bara 1,5 % upp til uml. 7-8 %. eftir rímiliga stuttari tíð. Minkandi keypsorka, manglandi skattainntøkur og fleiri fólk á almennari veitingarinntøku innanholar spakuliga landsbúskapin.
Allur flutningur av ferðafólki og farmi til og frá oyggjunum, bæði loftvegis og sjóvegis, má eisini líta 100 prosent á oljuna. Tað er longu serstakliga kostnaðarmikið at ferðast og at føra farm til og úr Føroyum. Hvat hendir, tá støðugt hækkandi oljuprísirnir gera hetta enn dýrari? Fólk fáa rætt og slætt ikki ráð til at ferðast ella til at flyta farm longur. Ferjusambandið til tvey av fýra londum kring Føroyar er longu kvett, tí tað loysti seg ikki fyri felagið at halda tað gangandi. Men hóast hetta, so hevur hetta felagið, sum røkir einastu millumlanda ferjusambondini, enn stórar fíggjarligar trupulleikar og hongur allatíðina í einum tunnum trá í vanda fyri at fara á húsagang. Skuldin er so mikið stór, at stórur vandi er fyri, at felagið skjótt ikki hevur ráð at gjalda fyri støðugt dýrkandi oljuna, sum skal reka skipið. Sostatt má felagið lána alt fleiri pengar og/ella hækka partapeningin alt meira. Men hvussu leingi kann hetta halda fram, um ikki inntøkurnar fylgja við?
Við einum oljuprísi, sum við smáum sveiggjum upp og niður tó í høvuðsheitum bara hevur lyndi til at sníkja seg uppeftir - og við lítlari vón um, at kostnaðurin nakrantíð fer munandi niðuraftur - er tað ikki torført at ímynda sær, at tann dagur kemur, har alt ferjusamband til umheimin verður ógjørligt - í øllum førum á privatum vinnugrundarlag. Um henda hættisliga gongdin heldur fram, so kann tað avbyrgja oyggjarnar í stóran mun.
Ikki ráð til at lata vera
Tað tykist at vera serstakliga torført fyri føroyingar at síggja henda veruleika í eyguni og byrja at umstilla seg frá at brúka olju sum grundarlag fyri nærum alt, til at gera íløgur í at útvinna aðrar burðardyggari orkukeldur enn olju, umframt gera seg minni bundnar at innflutningi. Eitt uppkast til eina føroyska ætlan um burðardygga menning fyri ár 2002 - 2020 varð gjørt í 2002, men so hendi stórt sæð einki meir (2e). Føroyar hava - eins og so mong onnur lond - valt ikki at gera allar tær neyðugu íløgurnar enn, sum skulu til fyri at fara (næstan) heilt burtur frá lívrunnum brennievnum. Bert í lítlan mun. Helst tí, at ábyrgdarhavarar ikki hava varnast, hvussu bráneyðug støðan veruliga er. Men hava Føroyar ráð til at bíða longur við at seta ferð á hesa menning?
Nógvir politikkarar hava als ikki sæð skriftina á vegginum, tykist tað, men tosa enn um at gjøgnumføra risa tunnilsverkætlanir (!), heldur enn at umleggja orkukervið, meðan tíð er - og tryggja meira sjálvbjargni á øllum økjum. Miðlarnir sova eisini fast og eru als ikki nóg nógv eftir teimum ráðandi fyri teirra óvirkni.
SEV hevur útbygt vatnorku í ávísan mun, men hevur lítið og einki gjørt fyri at útvinna aðrar alternativar orkukeldur. Og verkætlanir, har roynt hevur verið at menna aðrar orkukeldur, eru als ikki raðfestar politiskt. So langt er enn eftir á mál. Harumframt eru í roynd og veru eingi verulig alternativ tøk enn til flutningsfør, sum verða rikin av øðrum enn olju - ikki, tá hugsað verður um størri skip, so sum fiski- ella farmaskip.
Bumbað aftur í miðøldina
Tann dag, tá oljan kostar fleirfaldað so nógv, sum í dag, skuldin er vaksin upp um høvdið, lánimøguleikarnir eru uppi og/ella Danmark má spara blokkin burtur, so hava føroyingar ikki ráð til at keypa oljuna, sum brúk er fyri til at halda samfelagshjólunum í gongd. Um føroyingar ikki hava fyrireikað seg nóg væl í nóg góðari tíð til eina slíka støðu, so raplar alt tað, sum nútíðar føroyska samfelagið byggir á. Tað er júst hetta, sum føroyskir politikkarar verða noyddir til at sanna og gera nakað ítøkiligt við, ongantíð nóg skjótt. Gera politikkarar ikki tað rætta nú, verða føroyingar fyrr ella seinni bumbaðir aftur í miðøldina - ella til okkurt sum líkist.
Føroyingar liva eitt lutvíst múgvandi lív í dag, men hvussu leingi? Nógv fólk liva, sum um einki petti er galið, serliga í vesturheiminum. Men alt fleiri gerast tó sárt tilvitandi um sannroyndina, at vælferðin byggir á serstakliga ótrygga grund, og at tey sannlíkt kunnu missa vælferðina, um tey ikki steðga oyðslinum við náttúruríkidøminum og leggja sínar gomlu marglætisvanar um. Ung fólk, sum ikki hava upplivað annað enn vælferð, hava ilt við at trúgva, at tað ikki bara kann halda fram, men eldri føroyingar hava upplivað fleiri kreppur í sínari tíð, so tey vita, at framburðarríkar tíðir ikki halda á til ævigar tíðir.
Føroyingar eru tó hepnir í so máta, at nógv eldri fólk enn eru til, sum minnast og hava varðveitt vitanina um, hvussu føroyingar livdu, áðrenn teir gjørdust so bundnir at olju og innflutningi. Tey eldru kunnu enn læra yngru ættarliðini, hvussu tey bóru seg at við at yvirliva í gomlum døgum, tá øll máttu liva einans av tí tilfeingi, sum var á staðnum. Tí hava føroyingar - í øllum førum tey, sum duga at gagnnýta tilfeingið - kanska ein tjans kortini, um nú alt annað skuldi raplað.
Eftirverandi møguleikarnir
Hvat hendir, um Føroyar gerast meira ella minni avbyrgdar, tí eingin hevur ráð til at reka millumlanda ferðafólka- og farmaflutning longur? Ja, so mugu føroyingar fyrireika seg uppá í alstóran mun at minka um vælferðina og livistøðið. Allir møguleikar fyri at yvirliva eru tó ikki úttømdir. Verður vatn-, vind-, sjóvarfals- og alduorka útbygt, meðan fólkið enn so dánt hevur ráð, ber kanska til at framleiða nóg nógva orku til húsarhaldini og til eina ávísa mongd av smáídnað. Sum er, framleiðir SEV um 40 % av síni orku burturúr øðrum orkukeldum enn olju, so føroyingar eru á veg. Men bara ikki nóg skótt.
Hvat skulu fólk liva av, hvat skulu tey hita húsini upp við, og hvørja føði skulu tey eta, tá oljan er vorðin so dýr, at ráðini ikki longur eru til at innflyta oljuna og tær vørur í teim mongdum, sum vit innflyta nú? Tá er eingin annar møguleiki enn at brúka alt, sum atgongd er til á staðnum. Skuldi alt annað gingið galið, so hava føroyingar enn seyðin, ullina, fiskin, fuglin, hvalirnir, eplini, torvið, vatnið, vindin, sólina, aldurnar, sjóvarfallið osfr., umframt sína egnu arbeiðsmegi, sum er tað týdningarmesta. Føroyingar mugu rætt og slætt bretta upp um armar og fara til verka í stóran mun!
At ímynda sær: Um eingin olja er at fáa oljufýringarnar til at koyra, so mugu føroyingar flyta fleiri saman í best bjálvaðu húsini við brenniovnum, sum kunnu brenna torv - ella hús, sum eru sjálvhjálpin við sól- og vindorku ella jarðarhita. Allur flutningur má fara fram á hestavagnum og í bátum aftur. Tá eingin olja er til bátamotorarnar, mugu fólk út at fiska við smáum árabátum og seglskipum - ella fiska frá landi. Fuglur kann fleygast, um nóg mikið er til av ymsum fuglasløgum. Eplir og røtur kunnu veltast, og annað grønmeti kann dyrkast í vakstrarhúsum. Kanska nakað av alivinnu kann rekast tætt við land, um tað ber til at fáa nóg mikið av fóðuri til alifiskin (sum verður innflutt nú!). Alternativur matur, so sum tari, er eisini etandi og hartil heilsugóður, so taraskógir kunnu dyrkast. Skeljadjór er eisini atkomulig føði, ið kann alast. Men ber til eftir stuttari tíð at umskipa samfelagið til henda veruleika? Ber til at fáa hendur á hóskandi nøgd av amboðunum? Er nóg mikið til av tilfeingi til at breyðføða øllum?
Hvalatvøst verður tá kanska neyðugt at eta aftur, um nóg mikið av mati skal vera til at breyðføða alt fólkið, so fólk ikki doyggja í hungri. Sjálvt grindadrápið ber kanska til at gjøgnumføra við róðra- og seglbátum, soleiðis sum tað var gjørt fyrr í tíðini , um tað skal vera. Dálkaða tvøstið og spikið er sjálvandi ein stórur trupulleiki. Men standa fólk í eini støðu, har tey eru nóg svong, so eta tey eisini tað, sum er dálkað, um einki annað er at fáa. Um føroyingar einki annað alternativ finna til t.d. dálkað tvøst, verða teir allarhelst noyddir - um teir vilja tað ella ikki - at síggja burtur frá heilsuskaðiliga langtíðar árininum av dálkaða tvøstinum og spikinum og eta tað kortini, bara fyri at yvirliva her og nú.
Djór ikki ov fitt til at drepa
Eitt sovorðið lív er torført at ímynda sær, tí tað er so nógv øðrvísi enn tað lívið, føroyingar eru vanir við at liva nú. Men umbroytingin er ikki ósannlík, tíverri, og hon verður serliga skelkandi fyri yngru ættarliðini. Rakar kreppan so meint, sum mong spáa, so er einki annað at gera enn at góðtaka hesi rættiliga nógv herdu lívsvilkorini. (5f)
Í eini veruligari kreppustøðu hava føroyingar t.d. als ikki ráð til tann marglætishugburð, sum nú tykist at vera við at vinna fram - eisini í Føroyum - orsaka av trýsti frá sonevndum umhvørvisfelagsskapum: nevniliga at síggja djór sum ov fitt, ov sosial, ov kensluborin og ov klók til at drepa. Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst at dyrka henda hugburð, soleiðis sum støðan sannlíkt kann fanta seg í framtíðini. Føroyingar verða noyddir - eins og í fyrndini - at síggja djórini í nærumhvørvinum sum eitt náttúrutilfeingi, sum má gagnnýtast sum best, so fólkið kann hóra undan. Føroyingar verða tí eisini noyddir til at varðveita og endurnýggja vitanina um, hvussu ein gagnnýtir og hagreiðir hetta tilfeingi á burðardyggan hátt, so grundarlagið ikki máast undan framtíðini hjá komandi ættarliðunum.
Spurningurin er, um fólk í Føroyum gera sær nóg greitt, hvørja vandastøðu tey kunnu koma í, um tey ikki eru betri fyrireikað til eina framtíð, har olja ikki er drívmegin í øllum meira. Hvussu førir eru føroyingar fyri at liva næstan sum fyrr í tíðini aftur? Hava teir vitanina til at kunna gagnnýta tilfeingið optimalt í eini slíkari støðu? Hvussu væl hava føroyingar fyrireikað seg, børnini og tey ungu til eina framtíð uttan allar teir nútíðar hentleikar, fólk hava í dag, uttan oljufýringar og skjótar bilar, uttan bólgnandi sjálvtøkuhandlar, og uttan italska pizza, amerikanskar burgarar og cola? Hendan spurningin má hvør einstakur seta sær. Harumframt má fólkið krevja av politikkarunum, at teir taka neyðugu stigini til at fyrireika alt samfelagið til at klára seg, tá oljan ikki longur verður so atkomilig meira fyri ein og hvønn, tí ein slík framtíð er kanska als ikki so fjar, sum fólk halda.
Henda greinarøð er ein roynd at vekja ans fyri hesum álvarsmáli. Vónandi rakna fleiri við - helst millum teirra, sum sita við ábyrgd og ávirkan - og viðgera hesar spurningar. Hvussu víkir og vendir, er tað alneyðugt at tosa saman um, hvussu føroyingar skulu bjálva seg til henda nýggja veruleika.
Til ber ímeðan at ogna sær meira vitan um heimskreppuna, og hvat onnur úti í heimi viðmæla fólki at gera, um - ella tá - skrædlið kemur, í teim mongu slóðunum til greinir, bøkur, frágreiðingar og dokumentarar um evnið í listanum niðanfyri.
Fyrra greinin í hesi røð:
http://elinbrimheimheinesen.blogspot.com/2011/09/fyrra-greinin-av-tveimum-um-hvussu.html
Keldur
1. Greinir:
a. Der Spiegel: 'Peak Oil' and the German Government
Military Study Warns of a Potentially Drastic Oil Crisis
b. The Observer: Peak oil alarm revealed by secret official talks
Behind government dismissals of 'alarmist' fears there is growing concern over critical future energy supplies
c. The Guardian: Lloyd's adds its voice to dire 'peak oil' warnings
Business underestimating catastrophic consequences of declining oil, says Lloyd's of London/Chatham House report http://www.guardian.co.uk/business/2010/jul/11/peak-oil-energy-disruption
d. The Observer: Resource wars: the global crisis behind BHP Billiton's bid for Potash Corp
The battle for the fertiliser giant points to a near future in which world food supplies may need to rise by 70%
e. The Guardian Professional Network: Why the ecology crisis poses a threat to business as usual
There is little sign that those gathering in Davos appreciate that current unsustainablity means that things have to change
f. Bloomberg Business Week: Barreling Toward Peak Oil
Energy analyst Charles Maxwell of Weeden & Co. recommends Canadian tar sands plays
g. The Nation (videogrein): Are We Running Out of Oil?
The Nation and On The Earth Productions: Peak Oil and a Changing Climate
h. The Boston Globe: Oil supply to trail demand by 2030, study predicts
i. Børsen: IMF advarer: USA og Europa risikerer double-dip
j. The Globe and Mail: Why High Oil Prices Are Such A Threat To The Global Rebound
k. Economy Watch: Bubble Economy
http://www.economywatch.com/economy-articles/bubble-economy.html
l. Jyllands Posten: USA igen tæt på at lukke og slukke
Demokraterne og Republikanerne toppes om et midlertidigt budget, og USA løber tør for penge i næste uge.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2556095.ece
l. Jyllands Posten: USA igen tæt på at lukke og slukke
Demokraterne og Republikanerne toppes om et midlertidigt budget, og USA løber tør for penge i næste uge.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2556095.ece
m. DR.dk: Jørgen Ørstrøm Møller: USA går bankerot inden 2020
Inden 2020 er USA gået fallit. Gælden er allerede i dag så alvorlig, at flere stater burde være blevet lukket. Faktisk siger tallene, at USA's økonomi er værre end Grækenlands.
http://www.dr.dk/DR2/Danskernes+akademi/Oekonomi_Ledelse/VL_Doegn_2011/20110127222058.htm
n. EnergiTjenesten: Alternativ til olie – det skal du vælge
Tårnhøje oliepriser får rigtig mange danskere til at se sig om efter en erstatning for oliefyret.
o. Mathaba.net (the world's leading independent news agency):
Hard Times Getting Harder
Hard Times Getting Harder
Americans are being hammered economically, politically and socially. Paul Craig Roberts quoted Vladimir Putin calling America "a parasite on the world."
http://networkedblogs.com/nNr45
p. JP.dk: Ny amerikansk aktienedtur
p. JP.dk: Ny amerikansk aktienedtur
Det værste kvartal for det amerikanske børsmarked siden finanskrisen endte fredag med ny nedtur.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2563901.ece
q. Der Spiegel: America's Debt Crisis
Why Europe Is Right and Obama Is Wrong
US President Barack Obama has recently suggested that Europe must take on more debt to stimulate the economy. Such reliance on cheap money, though, is what got us into the current crisis in the first place -- both in Europe and in the US. America's problem isn't too little money. It's a lack of competitive products.
http://www.spiegel.de/international/world/0,1518,789624,00.html
q. Der Spiegel: America's Debt Crisis
Why Europe Is Right and Obama Is Wrong
US President Barack Obama has recently suggested that Europe must take on more debt to stimulate the economy. Such reliance on cheap money, though, is what got us into the current crisis in the first place -- both in Europe and in the US. America's problem isn't too little money. It's a lack of competitive products.
http://www.spiegel.de/international/world/0,1518,789624,00.html
r. Portfolio.com: The End
The era that defined Wall Street is finally, officially over. Michael Lewis, who chronicled its excess in Liar’s Poker, returns to his old haunt to figure out what went wrong.
http://www.portfolio.com/news-markets/national-news/portfolio/2008/11/11/The-End-of-Wall-Streets-Boom
The era that defined Wall Street is finally, officially over. Michael Lewis, who chronicled its excess in Liar’s Poker, returns to his old haunt to figure out what went wrong.
http://www.portfolio.com/news-markets/national-news/portfolio/2008/11/11/The-End-of-Wall-Streets-Boom
2. Frágreiðingar:
a. Jack Zagar: The End of Cheap "Conventional" Oil
b. Dr. Albert Bartlett: Arithmetic, Population, and Energy
c. L.B. Magoon: Are we Running Out of Oil
d. Wikipedia, the free encyclopedia: Exponential growth
e. Uppkast til føroyska ætlan um burðardygga menning - Ár 2002 - 2020
3. Bøkur:
a. Richard Heinberg: The Party's Over: Oil, War and the Fate of Industrial Societies
b. Richard Heinberg: Peak Everything: Waking Up to the Century of Declines
c. Stephen Leeb, Glen Strathy: The Coming Economic Collapse: How You Can Thrive When Oil Costs $200 a Barrel
d. Jeff Rubin: Why Your World Is About to Get a Whole Lot Smaller: Oil and the End of Globalization
e. Stephen Leeb: Game Over: How You Can Prosper in a Shattered Economy
f. John Michael Greer: The Long Descent: A User's Guide to the End of the Industrial Age
g. Jared Diamond: Collapse: How Societies Choose to Fail or Succeed
h. David Strahan: The Last Oil Shocki.
i. Michael Lewis. Boomerang: Travels in the New Third World
i. Michael Lewis. Boomerang: Travels in the New Third World
4. Heimasíður:
a. Post Peak Living: http://www.postpeakliving.com/preparing-post-peak-life#
b. Carolyn Baker: http://carolynbaker.net/
c. Permatopia: http://permatopia.com/
d. The Oil Drum: http://www.theoildrum.com/node/5497
e. Peak Oil News: http://www.peak-oil-news.info/
f. Peak Oil Blog: http://peakoil.blogspot.com/
g. Early Warning Blog: http://earlywarn.blogspot.com/
h. Organic Consumers: http://www.organicconsumers.org/articles/article_6193.cfm
i. Life After The Oil Crash: http://www.lifeaftertheoilcrash.net/BreakingNews.html
j. How to Save The World: http://howtosavetheworld.ca/
k. Dark Mountain: http://www.dark-mountain.net/about-2/the-manifesto/6/
m. New Economy: http://www.neweconomyworkinggroup.org/blog/missing-vision
n. The Corporation: http://www.thecorporation.com/
o. NIA - National Inflation Association: http://inflation.us/
o. NIA - National Inflation Association: http://inflation.us/
5. Dokumentarar:
a. Meltup: http://www.youtube.com/watch?v=eb1n1X0Oqdw
b. The End of America: http://www.youtube.com/watch?v=3RcbpYR5Joc
c. Collapse: http://www.collapsemovie.com/
d. A Crude Awakening - The Oil Crash: http://www.oilcrashmovie.com/
e. The Corporation: http://www.youtube.com/watch?v=Pin8fbdGV9Y
f. Der ingen skulle tru at nokon kunne bu: http://www.nrk.no/magasin/1.6508621
g. The Secret of Oz - Winner, Best Documentary of 2010 (v.1.09.11): http://www.youtube.com/watch?v=swkq2E8mswI
g. The Secret of Oz - Winner, Best Documentary of 2010 (v.1.09.11): http://www.youtube.com/watch?v=swkq2E8mswI
No comments:
Post a Comment