Sunday, September 25, 2011

Nýggjur veruleiki ger kanska grindadráp neyðug aftur

Seinna greinin av tveimum, um hvussu alheims skuldarkreppan rakar føroyingar

Búskaparfrøðingar og aðrir serfrøðingar meta, at alheims búskaparkreppan er ein sjálvsøgd og varandi avleiðing av tí sannroynd, at olja ikki longur finst í so "óendaligum", lætt atkomuligum mongdum, sum áður. Í fyrsta umfari førir hetta ósvitaliga til nógv hækkandi oljuprísir, umframt at nógv lond ikki fara at hava atgongd til bíliga olju longur. Hvat fer hetta at merkja fyri føroyska samfelagið? 

Nógvir serfrøðingar siga, at núverandi kreppan er so álvarslig, júst tí tað ikki er gjørligt hjá flestum londum nóg skjótt - áðrenn oljan verður ov dýr og/ella ov knøpp - at leggja orkukervið um og gera neyðugu íløgurnar í menning av alternativum, meira burðardyggum orkukeldum, umframt í tólini, sum skulu gagnnýta hesar nýggju orkukeldur, so tey nýggju kunnu viga fult upp ímóti oljuni (Sí keldur: 3, 4 og 5, umframt 4a).

Ein umlegging av núverandi orkukervi er ómetaliga dýr at gjøgnumføra. Alternativini til oljurikin tól og aðrar hentleikar, sum eru gjørdir av oljupreparatum (bara hugsa um asfalt og plastikk), eru kanska uppfunnin, men eru tey nóg bílig, nóg atkomilig og nóg burðardygg? Um tey vóru, vóru tey helst langt síðani á marknaðinum. So spurningurin er, um granskingin nær at koma við veruligum alternativum í nóg góðari tíð. Tá oljan er uppi, er tað ov seint at fara og granska og menna, tí hvat skal fáa hjólini at mala, tá oljan ikki longur kann, og heimurin ikki hevur nátt at menna alternativini?

Alt orkukervið umleggjast
Eingin ivi er um, at neyðugt er sum skjótast at gera seg minni bundnan at dýrkandi oljuni - í tann mun tað yvirhøvur er gjørligt. Allar heimsins stjórnir mugu síggja veruleikan í eyguni, at øll orka má setast inn á at leggja orkukervið um, meðan tíð er. Alternativ mugu finnast til alla orkuveiting, til øll framleiðslutól og til øll flutningstól, sum nú brúka olju - og tað skal henda skjótt.

Tí hóast nýggj olja enn verður funnin - eisini í lutvíst stórum mongdum - so er tað kortini als ikki nóg mikið til at møta tí eksponentielt vaksandi tørvinum. (2a og 2b). Fyrr ella seinni boygnar strikumyndin niðuraftur. At hetta longu kann vera hent – tvs. at vit kanska eru farin framvið “peak oil” punktið - viðurkenna sjálvt partar av oljuídnaðinum alment, men fá tora at tosa so hart um tað, tí øll vita, hvørjar álvarsligar avleiðingar, tað kann hava við sær – og eingin ynskir at loypa ræðslu á marknaðin. (1b, 1c og 1h)

Men flestu stjórnir eru stuttskygdar og hava higartil ikki hildið seg til at taka stigið fult út at royna at gera seg leysar av olju, hóast tær spara nógvar pengar í síðsta enda - helst av ótta fyri, at so tungar útreiðslur ganga út yvir vælferðina her og nú. Spurningurin er, hvørji lond hava ráð til at gera so umfatandi broytingar í nóg góðari tíð, áðrenn ein álvarslig heimsumfatandi búskaparkreppa hevur útarmað londini so mikið, at tey als ikki hava ráð til at gera tað, sum krevst.

Sum er hava øll ilt við at sleppa oljuni, sum higartil hevur verið álitið, men tá oljan verður knøpp, fara oljuframleiðandi londini sjálvandi at vilja brúka ta oljuna, tey hava eftir í undirgrundini til sín sjálvs fyrst og fremst. Tað sindrið, sum tá verður eftir til tey oljuinnflytandi londini, verður ómetaliga kostnaðarmikið. Hetta er ein ræðandi framtíðarmynd, serliga fyri fjarskotin og sárbær útjaðaraøki við arktiskum - ella næstan arktiskum veðurlag sum Føroyar - ið eru enn meira bundin at olju enn flest onnur lond, og mugu innflyta alla oljuna.

Føroyar kunnu gerast avbyrgdar
Minkandi oljutilfeingi, álvarsom dálking og veðurlagsbroytingar, skuldarkreppa, búskaparligt skrædl - you name it. Alt rakar smá lond sum Føroyar hart, ið ikki hava mong bein at standa á. Afturgongdin er longu farin at merkjast. Kreppan fer fram beint nú, hóast føroyingar enn klára seg. Men hvussu leingi?

Føroyar leggja, sum er, fullkomiliga sítt álit á innflutta olju, sum drívur allan fiskiflotan. Sum kunnugt, er fiskur jú føroyinganna fremsta føði- og inntøkukelda og 95% av øllum útflutningi. Men, tá alivinnan er undantikin, hevur føroyska fiskivinnan ikki havt yvirskot í áravís - m.a. tí fiskiskipini eru so dýr at reka. Seinasta árið er størsta fiskavirkið farið á heysin og hartil eisini ein av teim stóru bankunum í Føroyum. Ímeðan fór arbeiðsloysið, eftir at kreppan tók dik á seg í 2008, frá bara 1,5 %  upp til uml. 7-8 %. eftir rímiliga stuttari tíð. Minkandi keypsorka, manglandi skattainntøkur og fleiri fólk á almennari veitingarinntøku innanholar spakuliga landsbúskapin.

Allur flutningur av ferðafólki og farmi til og frá oyggjunum, bæði loftvegis og sjóvegis, má eisini líta 100 prosent á oljuna. Tað er longu serstakliga kostnaðarmikið at ferðast og at føra farm til og úr Føroyum. Hvat hendir, tá støðugt hækkandi oljuprísirnir gera hetta enn dýrari? Fólk fáa rætt og slætt ikki ráð til at ferðast ella til at flyta farm longur. Ferjusambandið til tvey av fýra londum kring Føroyar er longu kvett, tí tað loysti seg ikki fyri felagið at halda tað gangandi. Men hóast hetta, so hevur hetta felagið, sum røkir einastu millumlanda ferjusambondini, enn stórar fíggjarligar trupulleikar og hongur allatíðina í einum tunnum trá í vanda fyri at fara á húsagang. Skuldin er so mikið stór, at stórur vandi er fyri, at felagið skjótt ikki hevur ráð at gjalda fyri støðugt dýrkandi oljuna, sum skal reka skipið. Sostatt má felagið lána alt fleiri pengar og/ella hækka partapeningin alt meira. Men hvussu leingi kann hetta halda fram, um ikki inntøkurnar fylgja við?

Við einum oljuprísi, sum við smáum sveiggjum upp og niður tó í høvuðsheitum bara hevur lyndi til at sníkja seg uppeftir - og við lítlari vón um, at kostnaðurin nakrantíð fer munandi niðuraftur - er tað ikki torført at ímynda sær, at tann dagur kemur, har alt ferjusamband til umheimin verður ógjørligt - í øllum førum á privatum vinnugrundarlag. Um henda hættisliga gongdin heldur fram, so kann tað avbyrgja oyggjarnar í stóran mun.

Ikki ráð til at lata vera
Tað tykist at vera serstakliga torført fyri føroyingar at síggja henda veruleika í eyguni og byrja at umstilla seg frá at brúka olju sum grundarlag fyri nærum alt, til at gera íløgur í at útvinna aðrar burðardyggari orkukeldur enn olju, umframt gera seg minni bundnar at innflutningi. Eitt uppkast til eina føroyska ætlan um burðardygga menning fyri ár 2002 - 2020 varð gjørt í 2002, men so hendi stórt sæð einki meir (2e). Føroyar hava - eins og so mong onnur lond - valt ikki at gera allar tær neyðugu íløgurnar enn, sum skulu til fyri at fara (næstan) heilt burtur frá lívrunnum brennievnum. Bert í lítlan mun. Helst tí, at ábyrgdarhavarar ikki hava varnast, hvussu bráneyðug støðan veruliga er. Men hava Føroyar ráð til at bíða longur við at seta ferð á hesa menning?

Nógvir politikkarar hava als ikki sæð skriftina á vegginum, tykist tað, men tosa enn um at gjøgnumføra risa tunnilsverkætlanir (!), heldur enn at umleggja orkukervið, meðan tíð er - og tryggja meira sjálvbjargni á øllum økjum. Miðlarnir sova eisini fast og eru als ikki nóg nógv eftir teimum ráðandi fyri teirra óvirkni.

SEV hevur útbygt vatnorku í ávísan mun, men hevur lítið og einki gjørt fyri at útvinna aðrar alternativar orkukeldur. Og verkætlanir, har roynt hevur verið at menna aðrar orkukeldur, eru als ikki raðfestar politiskt. So langt er enn eftir á mál. Harumframt eru í roynd og veru eingi verulig alternativ tøk enn til flutningsfør, sum verða rikin av øðrum enn olju - ikki, tá hugsað verður um størri skip, so sum fiski- ella farmaskip.

Bumbað aftur í miðøldina
Tann dag, tá oljan kostar fleirfaldað so nógv, sum í dag, skuldin er vaksin upp um høvdið, lánimøguleikarnir eru uppi og/ella Danmark má spara blokkin burtur, so hava føroyingar ikki ráð til at keypa oljuna, sum brúk er fyri til at halda samfelagshjólunum í gongd. Um føroyingar ikki hava fyrireikað seg nóg væl í nóg góðari tíð til eina slíka støðu, so raplar alt tað, sum nútíðar føroyska samfelagið byggir á. Tað er júst hetta, sum føroyskir politikkarar verða noyddir til at sanna og gera nakað ítøkiligt við, ongantíð nóg skjótt. Gera politikkarar ikki tað rætta nú, verða føroyingar fyrr ella seinni bumbaðir aftur í miðøldina - ella til okkurt sum líkist.

Føroyingar liva eitt lutvíst múgvandi lív í dag, men hvussu leingi? Nógv fólk liva, sum um einki petti er galið, serliga í vesturheiminum. Men alt fleiri gerast tó sárt tilvitandi um sannroyndina, at vælferðin byggir á serstakliga ótrygga grund, og at tey sannlíkt kunnu missa vælferðina, um tey ikki steðga oyðslinum við náttúruríkidøminum og leggja sínar gomlu marglætisvanar um. Ung fólk, sum ikki hava upplivað annað enn vælferð, hava ilt við at trúgva, at tað ikki bara kann halda fram, men eldri føroyingar hava upplivað fleiri kreppur í sínari tíð, so tey vita, at framburðarríkar tíðir ikki halda á til ævigar tíðir.

Føroyingar eru tó hepnir í so máta, at nógv eldri fólk enn eru til, sum minnast og hava varðveitt vitanina um, hvussu føroyingar livdu, áðrenn teir gjørdust so bundnir at olju og innflutningi. Tey eldru kunnu enn læra yngru ættarliðini, hvussu tey bóru seg at við at yvirliva í gomlum døgum, tá øll máttu liva einans av tí tilfeingi, sum var á staðnum. Tí hava føroyingar - í øllum førum tey, sum duga at gagnnýta tilfeingið - kanska ein tjans kortini, um nú alt annað skuldi raplað.

Eftirverandi møguleikarnir
Hvat hendir, um Føroyar gerast meira ella minni avbyrgdar, tí eingin hevur ráð til at reka millumlanda ferðafólka- og farmaflutning longur? Ja, so mugu føroyingar fyrireika seg uppá í alstóran mun at minka um vælferðina og livistøðið. Allir møguleikar fyri at yvirliva eru tó ikki úttømdir. Verður vatn-, vind-, sjóvarfals- og alduorka útbygt, meðan fólkið enn so dánt hevur ráð, ber kanska til at framleiða nóg nógva orku til húsarhaldini og til eina ávísa mongd av smáídnað. Sum er, framleiðir SEV um 40 % av síni orku burturúr øðrum orkukeldum enn olju, so føroyingar eru á veg. Men bara ikki nóg skótt.

Hvat skulu fólk liva av, hvat skulu tey hita húsini upp við, og hvørja føði skulu tey eta, tá oljan er vorðin so dýr, at ráðini ikki longur eru til at innflyta oljuna og tær vørur í teim mongdum, sum vit innflyta nú? Tá er eingin annar møguleiki enn at brúka alt, sum atgongd er til á staðnum. Skuldi alt annað gingið galið, so hava føroyingar enn seyðin, ullina, fiskin, fuglin, hvalirnir, eplini, torvið, vatnið, vindin, sólina, aldurnar, sjóvarfallið osfr., umframt sína egnu arbeiðsmegi, sum er tað týdningarmesta. Føroyingar mugu rætt og slætt bretta upp um armar og fara til verka í stóran mun!

At ímynda sær: Um eingin olja er at fáa oljufýringarnar til at koyra, so mugu føroyingar flyta fleiri saman í best bjálvaðu húsini við brenniovnum, sum kunnu brenna torv - ella hús, sum eru sjálvhjálpin við sól- og vindorku ella jarðarhita. Allur flutningur má fara fram á hestavagnum og í bátum aftur. Tá eingin olja er til bátamotorarnar, mugu fólk út at fiska við smáum árabátum og seglskipum - ella fiska frá landi. Fuglur kann fleygast, um nóg mikið er til av ymsum fuglasløgum. Eplir og røtur kunnu veltast, og annað grønmeti kann dyrkast í vakstrarhúsum. Kanska nakað av alivinnu kann rekast tætt við land, um tað ber til at fáa nóg mikið av fóðuri til alifiskin (sum verður innflutt nú!). Alternativur matur, so sum tari, er eisini etandi og hartil heilsugóður, so taraskógir kunnu dyrkast. Skeljadjór er eisini atkomulig føði, ið kann alast. Men ber til eftir stuttari tíð at umskipa samfelagið til henda veruleika? Ber til at fáa hendur á hóskandi nøgd av amboðunum? Er nóg mikið til av tilfeingi til at breyðføða øllum?

Hvalatvøst verður tá kanska neyðugt at eta aftur, um nóg mikið av mati skal vera til at breyðføða alt fólkið, so fólk ikki doyggja í hungri. Sjálvt grindadrápið ber kanska til at gjøgnumføra við róðra- og seglbátum, soleiðis sum tað var gjørt fyrr í tíðini , um tað skal vera. Dálkaða tvøstið og spikið er sjálvandi ein stórur trupulleiki. Men standa fólk í eini støðu, har tey eru nóg svong, so eta tey eisini tað, sum er dálkað, um einki annað er at fáa. Um føroyingar einki annað alternativ finna til t.d. dálkað tvøst, verða teir allarhelst noyddir - um teir vilja tað ella ikki - at síggja burtur frá heilsuskaðiliga langtíðar árininum av dálkaða tvøstinum og spikinum og eta tað kortini, bara fyri at yvirliva her og nú.

Djór ikki ov fitt til at drepa
Eitt sovorðið lív er torført at ímynda sær, tí tað er so nógv øðrvísi enn tað lívið, føroyingar eru vanir við at liva nú. Men umbroytingin er ikki ósannlík, tíverri, og hon verður serliga skelkandi fyri yngru ættarliðini. Rakar kreppan so meint, sum mong spáa, so er einki annað at gera enn at góðtaka hesi rættiliga nógv herdu lívsvilkorini. (5f)

Í eini veruligari kreppustøðu hava føroyingar t.d. als ikki ráð til tann marglætishugburð, sum nú tykist at vera við at vinna fram - eisini í Føroyum - orsaka av trýsti frá sonevndum umhvørvisfelagsskapum: nevniliga at síggja djór sum ov fitt, ov sosial, ov kensluborin og ov klók til at drepa. Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst at dyrka henda hugburð, soleiðis sum støðan sannlíkt kann fanta seg í framtíðini. Føroyingar verða noyddir - eins og í fyrndini - at síggja djórini í nærumhvørvinum sum eitt náttúrutilfeingi, sum má gagnnýtast sum best, so fólkið kann hóra undan. Føroyingar verða tí eisini noyddir til at varðveita og endurnýggja vitanina um, hvussu ein gagnnýtir og hagreiðir hetta tilfeingi á burðardyggan hátt, so grundarlagið ikki máast undan framtíðini hjá komandi ættarliðunum.

Spurningurin er, um fólk í Føroyum gera sær nóg greitt, hvørja vandastøðu tey kunnu koma í, um tey ikki eru betri fyrireikað til eina framtíð, har olja ikki er drívmegin í øllum meira. Hvussu førir eru føroyingar fyri at liva næstan sum fyrr í tíðini aftur? Hava teir vitanina til at kunna gagnnýta tilfeingið optimalt í eini slíkari støðu? Hvussu væl hava føroyingar fyrireikað seg, børnini og tey ungu til eina framtíð uttan allar teir nútíðar hentleikar, fólk hava í dag, uttan oljufýringar og skjótar bilar, uttan bólgnandi sjálvtøkuhandlar, og uttan italska pizza, amerikanskar burgarar og cola? Hendan spurningin má hvør einstakur seta sær. Harumframt má fólkið krevja av politikkarunum, at teir taka neyðugu stigini til at fyrireika alt samfelagið til at klára seg, tá oljan ikki longur verður so atkomilig meira fyri ein og hvønn, tí ein slík framtíð er kanska als ikki so fjar, sum fólk halda.

Henda greinarøð er ein roynd at vekja ans fyri hesum álvarsmáli. Vónandi rakna fleiri við - helst millum teirra, sum sita við ábyrgd og ávirkan - og viðgera hesar spurningar. Hvussu víkir og vendir, er tað alneyðugt at tosa saman um, hvussu føroyingar skulu bjálva seg til henda nýggja veruleika.

Til ber ímeðan at ogna sær meira vitan um heimskreppuna, og hvat onnur úti í heimi viðmæla fólki at gera, um - ella tá - skrædlið kemur, í teim mongu slóðunum til greinir, bøkur, frágreiðingar og dokumentarar um evnið í listanum niðanfyri.

Fyrra greinin í hesi røð:
http://elinbrimheimheinesen.blogspot.com/2011/09/fyrra-greinin-av-tveimum-um-hvussu.html

Keldur 

1. Greinir:
a. Der Spiegel: 'Peak Oil' and the German Government
Military Study Warns of a Potentially Drastic Oil Crisis
b. The Observer: Peak oil alarm revealed by secret official talks
Behind government dismissals of 'alarmist' fears there is growing concern over critical future energy supplies
c. The Guardian: Lloyd's adds its voice to dire 'peak oil' warnings
Business underestimating catastrophic consequences of declining oil, says Lloyd's of London/Chatham House report http://www.guardian.co.uk/business/2010/jul/11/peak-oil-energy-disruption
d. The Observer: Resource wars: the global crisis behind BHP Billiton's bid for Potash Corp 
The battle for the fertiliser giant points to a near future in which world food supplies may need to rise by 70%
e. The Guardian Professional Network: Why the ecology crisis poses a threat to business as usual 
There is little sign that those gathering in Davos appreciate that current unsustainablity means that things have to change
f. Bloomberg Business Week: Barreling Toward Peak Oil
Energy analyst Charles Maxwell of Weeden & Co. recommends Canadian tar sands plays
g. The Nation (videogrein): Are We Running Out of Oil?
The Nation and On The Earth Productions: Peak Oil and a Changing Climate
h. The Boston Globe: Oil supply to trail demand by 2030, study predicts
i. Børsen: IMF advarer: USA og Europa risikerer double-dip
j. The Globe and Mail: Why High Oil Prices Are Such A Threat To The Global Rebound
k. Economy Watch: Bubble Economy
http://www.economywatch.com/economy-articles/bubble-economy.html
l. Jyllands Posten: USA igen tæt på at lukke og slukke
Demokraterne og Republikanerne toppes om et midlertidigt budget, og USA løber tør for penge i næste uge.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2556095.ece
m. DR.dk: Jørgen Ørstrøm Møller: USA går bankerot inden 2020
Inden 2020 er USA gået fallit. Gælden er allerede i dag så alvorlig, at flere stater burde være blevet lukket. Faktisk siger tallene, at USA's økonomi er værre end Grækenlands.
http://www.dr.dk/DR2/Danskernes+akademi/Oekonomi_Ledelse/VL_Doegn_2011/20110127222058.htm
n. EnergiTjenesten: Alternativ til olie – det skal du vælge 
Tårnhøje oliepriser får rigtig mange danskere til at se sig om efter en erstatning for oliefyret. 
o. Mathaba.net (the world's leading independent news agency):
Hard Times Getting Harder
Americans are being hammered economically, politically and socially. Paul Craig Roberts quoted Vladimir Putin calling America "a parasite on the world."  
http://networkedblogs.com/nNr45
p. JP.dk: Ny amerikansk aktienedtur
Det værste kvartal for det amerikanske børsmarked siden finanskrisen endte fredag med ny nedtur.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2563901.ece
q. Der Spiegel: America's Debt Crisis
Why Europe Is Right and Obama Is Wrong

US President Barack Obama has recently suggested that Europe must take on more debt to stimulate the economy. Such reliance on cheap money, though, is what got us into the current crisis in the first place -- both in Europe and in the US. America's problem isn't too little money. It's a lack of competitive products.
http://www.spiegel.de/international/world/0,1518,789624,00.html
r. Portfolio.com: The End
The era that defined Wall Street is finally, officially over. Michael Lewis, who chronicled its excess in Liar’s Poker, returns to his old haunt to figure out what went wrong.
http://www.portfolio.com/news-markets/national-news/portfolio/2008/11/11/The-End-of-Wall-Streets-Boom

2. Frágreiðingar:
a. Jack Zagar: The End of Cheap "Conventional" Oil
b. Dr. Albert Bartlett: Arithmetic, Population, and Energy
c. L.B. Magoon: Are we Running Out of Oil
d. Wikipedia, the free encyclopedia: Exponential growth 
e. Uppkast til føroyska ætlan um burðardygga menning - Ár 2002 - 2020

3. Bøkur:
a. Richard Heinberg: The Party's Over: Oil, War and the Fate of Industrial Societies
b. Richard Heinberg: Peak Everything: Waking Up to the Century of Declines
c. Stephen Leeb, Glen Strathy: The Coming Economic Collapse: How You Can Thrive When Oil Costs $200 a Barrel
d. Jeff Rubin: Why Your World Is About to Get a Whole Lot Smaller: Oil and the End of Globalization
e. Stephen Leeb: Game Over: How You Can Prosper in a Shattered Economy
f. John Michael Greer: The Long Descent: A User's Guide to the End of the Industrial Age
g. Jared Diamond: Collapse: How Societies Choose to Fail or Succeed
h. David Strahan: The Last Oil Shocki.
i. Michael Lewis. Boomerang: Travels in the New Third World

4. Heimasíður:
b. Carolyn Baker: http://carolynbaker.net/
c. Permatopia: http://permatopia.com/
e. Peak Oil News: http://www.peak-oil-news.info/
f. Peak Oil Blog: http://peakoil.blogspot.com/
g. Early Warning Blog: http://earlywarn.blogspot.com/
j. How to Save The World: http://howtosavetheworld.ca/
n. The Corporation: http://www.thecorporation.com/
o. NIA - National Inflation Association: http://inflation.us/

5. Dokumentarar:
d.  A Crude Awakening - The Oil Crash: http://www.oilcrashmovie.com/
f.   Der ingen skulle tru at nokon kunne bu: http://www.nrk.no/magasin/1.6508621
g. The Secret of Oz - Winner, Best Documentary of 2010 (v.1.09.11): http://www.youtube.com/watch?v=swkq2E8mswI





Fyrireiking til alheims fíggjarligt skrædl

Fyrra greinin av tveimum, um hvussu alheims skuldarkreppan rakar føroyingar

Alheims búskaparkreppan er nú so mikið álvarslig, at alt fleiri búskaparfrøðingar meta, at um fleiri av heimsins fremstu londum ikki fáa tamarhald á sínari skuld, máast grundarlagið so mikið undan alheims peningakervinum, at øll skipanin er í vanda fyri at rapla - kanska innan stutta tíð. Hendir hetta, verður alheims samfelagið, sum vit kenna tað í dag, kollvelt. Hvat fer hetta at merkja fyri føroyska samfelagið?

Framstandandi altjóða búskaparfrøðingar hava leingi mett búskaparstøðuna í heiminum at vera sera álvarsliga (Sí keldur, 1g). IMF hevur júst ávarað um, at USA og Evropa eru á sera vágiligari vandaleið (1i). Alt fleiri óttast vandan fyri tvísporandi inflasjón - eisini í teimum londum, sum fram til nú hava verið roknað millum heimsins sterkastu og ríkastu (5a). Ein ótemjandi inflasjón kann fáa sera álvarsligar avleiðingar ikki bara fyri hesi londini, men fyri allan heim. Seinast tað hendi, endaði tað í roynd og veru við veraldarbardaga (5b).

Fylgir ein bara eitt lítið sindur við í miðlum kring heimin, ber illa til IKKI at geva sær far um allar ávaringarnar frá alt fleiri serfrøðingum um, hvussu álvarslig fíggjarstøðan í heiminum er. Ov mikið er til av larmi frá sonevndum 'konspiratiónsteorikarum' og 'dómadagsprofetum', sum varskógva um heimsins undirgang, men hetta er ikki tað, sum sipað verður til her. Her verður tosað um eina kreppu, har veruleikin og tølini tala sítt greiða mál. Høgt virdir altjóða felagsskapir og serfrøðingar viðurkenna støðuna - og ávara um, at støðan er hættislig.

Men her á landi verður hetta evni av ókendari orsøk ikki umrøtt serliga nógv sæð í mun til, hvussu álvarsligt málið er, og enn minni, hvat støðan merkir - ella kann koma til at merkja fyri føroyska samfelagið.

Umborð á søkkandi Titanic
Tey, sum sita við politisku ábyrgdini, tykjast næstan ikki at latast um vón. Tað er sera óheppið, at landsins ábyrgdarhavarar ikki hava nakra greiða støðu til, hvussu fólk skulu bera seg at, um heimsbúskaparkreppan versnar, so sum nógv bendir á. Tað kann gerast beinleiðis lívshættisligt at skúgva ávaringarnar til viks og at lata vera við at taka støðu.

Hví tykjast flest allir føroyskir politikkarar at tosa so lítið um alheims búskaparstøðuna? Trúgva teir ikki uppá, at støðan er so álvarslig - og at tað kann raka Føroyar meint? Vita teir ov lítið um tað? Ella skilja teir tað bara ikki? Til ber í øllum førum at staðfesta, at enn vilja fleiri politikkarar heldur raðfesta ómetaliga kostnaðarmiklar ørvitisverkætlanir, enn at seta alla orku inn á at fyrireika samfelagið til at klára seg undir eini ógvusligari kreppu, sum vit enn smbrt. serfrøðingunum bert hava sæð byrjanina av.

Møguliga er støðan í heiminum so mikið álvarslig, at politikkarar og onnur ikki vita síni livandi ráð. Ella óttast teir kanska fyri at loypa ov nógvan fjáltur á fólk við at nevna tað. Tá er lættari at lata sum um, at alt er í fínasta lagi og vóna, at alt allarhelst skjótt lagar seg aftur av sær sjálvum. Men hetta er sum at sita á fyrsta klassa á ovasta dekki umborð á Titanic og lata sum um, skipið ikki søkkur, hóast niðastu dekkini langt síðani eru farin undir kav. Onkur má gera vart við tað, so fólk fáa høvi at bjarga sær og sínum.

Men hvør hevur gjørt sær ítøkiligar tankar um, hvat hendir her á landi, um t.d. amerikanski búskapurin fór á heysin við ógvusligum gjarðandi árini á búskapin í restini av heiminum? Onkur einstakur kanska, men er nakar komin við uppskotum til eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar? Tá tað ER hent, er tað jú ov seint. Og tá skulu hesir somu politikkarar standa til svars. Men her tykjast so gott sum allir at liggja og sova.

Heimurin eftir "Peak Oil"
Hví skal støðan takast í so stórum álvara? Jú, tí tann álvarsamasta skuldarkreppan, heimurin nakrantíð hevur sæð, herjar í roynd og veru heimin beint í løtuni. Kreppan, sum vit uppliva nú, er ikki nøkur vanlig lágkonjunktur-kreppa, sum sveiggjar mestsum av sær sjálvum upp til hákonjunktur aftur, men ein kreppa, sum sannlíkt er væl meira álvarslig enn tær kreppur, heimurin fyrr hevur upplivað. Hetta fer meir ella minni at raka øll. Eingin sleppur undan. Tað er nevniliga váttað av mongum - eisini framstandandi leiðarum í sjálvum oljuídnaðinum - at heimurin er farin um "Peak Oil" punktið (1b, 1c og 1h) ; tvs. punktið, har oljuframleiðarar ikki megna at metta vaksandi eftirspurningin eftir olju, so skjótt og so títt, sum tørvur er fyri tí.

Eitt sera týðiligt tekin um hetta er m.a., at desperasjónin eftir at finna olju tykist vera so mikið stór, at oljufeløgini velja alt dýrari, alt meira víðgongdar og alt meira vandamiklar hættir at finna olju, t.d. á djúpri og djúpri vatni, uttan at taka neyðugu trygdaratlitini (Hugsa bara um Deepwater Horizon vanlukkuna í Mexico-flógvanum). Harumframt velja oljufeløgini at gagnnýta sløg av kolvetni, sum eru sera torfør at útvinna og sera kostnaðarmikil at fáa líkinda góð oljupreparat burturúr (t.d. tjørusand og oljufløgugrót).

Ímeðan byggja fleiri og fleiri u-lond enn teirra framgongd næstan bara á oljuriknan ídnað og flutning, samstundis sum at fólkavøksturin í heiminum veksur eksponentielt (2b). Fólkavøksturin fer uppum 7 milliardir fólk júst í ár. Øll hesi fólkini brúka alt meira av øllum tilfeinginum - mati, olju o.ø. Tá eftirspurningurin eftir olju veksur skjótari, enn útboðið - tvs. skjótari enn oljuframleiðandi londini kunnu náa at framleiða oljuna, hevur hetta við sær, at oljuprísirnir ósvitaliga hækka - kanska við smærri sveiggjum upp og niður, men rákið sum heild er ógvuslig dýrkan.

Avleiðingar av hækkandi oljuprísum
Hetta fær álvarsligar fylgjur fyri hvørt einstakt menniskja, ið livir á hesi klótu, tí oljuprísir hava so ómetaliga stóran týdning fyri heimsbúskapin (1j). So hvørt sum oljuprísirnir hækka, hækka allir framleiðslu- og flutningskostnaðir tilsvarandi. Harvið dýrka allar vørur. Hetta setur ferð á kostnaðarspiralin. Fakfeløgini krevja hægri løn til sínar limir at viga upp ímóti hækkandi útreiðslunum hjá limunum. Kravið verður ofta stuðlað av politisku skipanini, sum fegin vil halda keypsorkuni uppi. Arbeiðsmarknaðurin verður kroystur, tí fyritøkurnar í roynd og veru ikki hava ráð til at fíggja hækkaða lønarlagið. Arbeiðsplássini verða útflutt. Fleiri gerast arbeiðsleys.  

Hetta minkar alt um orkuna at megna hækkandi kostnaðarstøðið. Fólk velja tískil at taka lán - bæði privatu húsarhaldini og fyritøkurnar - at gjalda útreiðslurnar við og halda livistøðinum uppi. Men gjaldførið ER vánaligt, so bankar og lánsveitarar fella fyri freistingini at bjóða lán við lagaligari og lagaligari afturgjaldstreytum - bæði til privat og fyritøkur, so samfelagshjólini, harímillum týdningarmikli bústaðarmarknaðurin, kann haldast í gongd.  Men tað er bara at skjóta pínuna út.

Alt er í veruleikanum bygt á tilgjørt "ríkidømi", sum ikki hevur hald í nøkrum veruleika.  Pengar verða brúktir við heimild í nøkrum komandi, sum fólk vænta sær, men sum ikki finst í veruleikanum - og neyvan fer at finnast. Øll skumpa bara soleiðis skuldina frammanfyri seg. Men tá virðini ikki eru reell, og ov lítið kemur inn aftur í mun til tað væntaða, máast grundarlagið undan álitinum á lántakararnar, og so brestur bløðran at enda (1k).

Privat og fyritøkur fara á heysin í hópatali. Hareftir fara bankarnir og lánsveitararnir á heysin, sum aftur noyðir landsins stjórnir til at átaka sær skuldina fyri at bjarga smáspararunum frá fullkomnum húsagangi og soleiðis fyribyrgja, at samfelagið ikki steðgar heilt upp. Soleiðis verður skuldarbyrðan bara flutt uppeftir í skipanini. Men hetta tyngir landsbúskapirnar í sera stóran mun í longdini.

Loysa ikki skuldarkreppu við at taka fleiri lán
Mong lond velja í fyrsta umfari at "loysa" trupulleikan við at royna at pumpa pengar út í samfelagið fyri at fáa gongd á "vøksturin" aftur, men hetta er tilgjørdur, og ikki ein reellur vøkstur, sum kemur av framleiddum meirvirði. Populert sagt: "Vit kunnu ikki liva bara av at klippa hvørjum øðrum". Ein tilgjørdur vøkstur etur tiltaksgoymslurnar upp (um nakrar eru) rættiliga skjótt. Syrgiliga sannroyndin er, at flestu lond í grundini als ikki hava ráð longur til at halda høga livistøðinum uppi og varðveita tær mongu vælferðartænastur, sum fólk vandu seg við í betri tíðum.

Men stjórnirnar vilja ikki gera politiskt sjálvmorð við at linka krøvini til vælferðina. Manglandi gjaldføri ger seg galdandi í fleiri, fyrr so ríkum londum. Tað fær stjórnirnar at kenna seg kroystar til at taka lán at fíggja vælferðina við. Men tað kemur ikki nóg nógv inn í kassan aftur, so fleiri lán mugu til - eisini lán til at fíggja rentur og avdrøg fyri av gomlum lánum. Alt fleiri lond eru soleiðis endað í einum skuldarspirali, har tey hækka skuldarloftið alt meir. Men so við og við eru tey heldur ikki før fyri bara at gjalda renturnar av ovurstóru skuldini, sum veksur eksponentielt. Tað ber ikki til at koma burtur úr eini skuldarkreppu við bara at taka fleiri lán! Tað sigur seg sjálvt. Eins og tað ikki ber til hjá einum alkoholikara at drekka seg burtur úr alkoholismuni. Og hvør skal gjalda rokningina í síðsta enda? Hon verður send víðari til komandi ættarliðini, sum heldur ikki hava ráð at gjalda skuldina. At enda kemur húsagangurin. Fleiri lond kunnu knappliga standa í eini støðu, at hvørki alment lønt ella fólk á privata marknaðinum fáa útgoldið lønir sínar, tí eingin hevur pengar at gjalda teimum við. Og hvat hendir so, tá fólk ikki hava pengar á kontuni at keypa mat o.a. fyri? Tað óhugnaliga scenariið kann ein bara ímynda sær...!

Byrjanin til eina verri kreppu
Búskaparfrøðingar siga, at vit hava bara sæð byrjaninina av eini nógv verri kreppu, sum lond bara hava útsett og útsett við at lána meira og meira - nú so nógv, at summi lond ongantíð fara at hava ráð til at gjalda alla skuldina aftur. Tað ber ikki til.

Hetta ger seg ikki minst galdandi fyri tað einaferð so mæta heimsveldið USA, sum nú skyldar fýra ferðir sína egnu bruttotjóðarúrtøku. Tað merkir, at landið kann rakast av "hyperinflasjón", so øll luft fer úr búskapinum. Fleiri ættarlið fram í tíðina mugu so gjalda fyri marglætið hjá núlivandi amerikanarunum . Fleiri onnur framkomin lond skylda eisini upphæddir, sum eru størri enn teirra egna bruttotjóðarðurtøka, og fleiri eru farin - ella eru um reppið at fara - á húsagang, tí tey hava mist alt trúvirðið hjá lánsveitarunum. Á alheims stigi er skuldin nú komin upp í so astronomiskar hæddir, at hetta aldrin er sæð fyrr í søguni. Alheims samlaða skuldin er nú 10 ferðir størri enn samlaðu bruttotjóðarúrtøkurnar fyri øll lond í heiminum!

Vandin fyri, at øll peningaskipanin raplar, er reellur. Tískil mugu lond fyrireika, hvussu tey ætla sær at møta einum alheims fíggjarskrædli. Eisini Føroyar. Tey, sum lata eygu, oyru og munn aftur fyri hesum trupulleika og lata sum um, alt stendur væl til, kunnu vænta sær at vakna upp við kaldan dreym ein dag. Tí alt bendir á, at heimsins fólk yvirhøvur mugu fyrireika seg uppá eina longri varandi djúpa og kollveltandi kreppu, har øll mugu læra at liva nógv meira frá hondini í munnin í framtíðini. Tey, sum tá fara at standa seg best, verða tey, sum skylda minst og eru mest sjálvhjálpin lokalt.

Neyðugt at gera Føroyar meira sjálvbjargnar
Føroyingar hava livað beinleiðis av egnum sjógvi og landi í meir enn túsund ár, men í dag innflyta føroyingar so gott sum alt, sum etið verður av mati, og sum brúkt verður av tilfari í Føroyum, samstundis sum at føroyingar grunda so gott sum alla sína framleiðslu, flutning og upphiting á olju, sum eisini má innflytast. Hetta er ein lutvíst nýggj siðvenja, sum hevur gjørt samfelagið sárbært og sera ávirkiligt av konjunkturinum í heimssamfelagnum. Við hóttandi gongdini í heiminum í dag gerst henda nýggja siðvenja alt hættisligari og dýrari fyri føroyska samfelagið, umframt at hetta dálkar og tyngir umhvørvið í stóran mun.

Føroyingar verða noyddir longu nú at venja seg við, at oljan ikki longur kann vera álitið. Oljan fer um ikki so langa tíð ikki longur at kunna vera grundarlagið undir møguleikanum at veita fólki breyð á borðið, sum fyrr - heldur ikki um olja verður funnin í føroyskari undirgrund. Í framtíðini mugu føroyingar líta nógv meira á lokala tilfeingið, enn teir gera í løtuni, sum til ber at framleiða uttan brúk av olju. Ikki so nógv til at framleiða útflutningsvørur av, men beinleiðis sum tað, fólkið sjálvt skal liva av.

Versnar alheims støðan so nógv, sum spátt verður av so mongum, so verða Føroyar nógv meira avbyrgdar frá umheiminum aftur, enn tær eru í dag - og so kann støðan hjá fólkinum í Føroyum gerast beinleiðis lívshættislig. Um eitt veruligt fíggjarligt skrædl kemur, og føroyingar tá ikki ætla sær at vera tiknir á bóli og vera millum teirra, sum standa á berum, so er alneyðugt longu nú at fyrireika seg uppá at gerast nógv meira sjálvbjargin og t.d. økja um eginframleiðsluna av fleiri neyðsynjarvørum. Arbeiðsplássini, sum vóru útflutt, mugu innflytast aftur. Og nógv meira má fáast burtur úr egnum tilfeingi - sjálvandi á burðardyggum grundarlag - soleiðis at samfelagið gerst nógv meira óbundið at innflutningi, enn tað er í dag.

Hetta evnið fer seinna greinin í hesi røð at viðgera nærri, har hugleitt verður um, hvussu lívið man fara at síggja út í Føroyum, tá vit ikki longur fara at hava ráð til oljuna: Nýggjur veruleiki ger kanska grindadráp neyðug aftur - les greinina her: http://elinbrimheimheinesen.blogspot.com/2011/09/seinna-greinin-av-tveimum-um-hvussu.html

Ímeðan ber til at ogna sær meira vitan um heimskreppuna í teim mongu slóðunum til greinir, bøkur, frágreiðingar og dokumentarar um evnið í listanum niðanfyri.

Keldur 


1. Greinir:
a.  Der Spiegel: 'Peak Oil' and the German Government
Military Study Warns of a Potentially Drastic Oil Crisis
b.  The Observer: Peak oil alarm revealed by secret official talks
Behind government dismissals of 'alarmist' fears there is growing concern over critical future energy supplies
c.  The Guardian: Lloyd's adds its voice to dire 'peak oil' warnings
Business underestimating catastrophic consequences of declining oil, says Lloyd's of London/Chatham House report http://www.guardian.co.uk/business/2010/jul/11/peak-oil-energy-disruption
d.  The Observer: Resource wars: the global crisis behind BHP Billiton's bid for Potash Corp 
The battle for the fertiliser giant points to a near future in which world food supplies may need to rise by 70%
e.  The Guardian Professional Network: Why the ecology crisis poses a threat to business as usual 
There is little sign that those gathering in Davos appreciate that current unsustainablity means that things have to change
f.  Bloomberg Business Week: Barreling Toward Peak Oil
Energy analyst Charles Maxwell of Weeden & Co. recommends Canadian tar sands plays
g.  The Nation (videogrein): Are We Running Out of Oil?
The Nation and On The Earth Productions: Peak Oil and a Changing Climate
h.  The Boston Globe: Oil supply to trail demand by 2030, study predicts
i.   Børsen: IMF advarer: USA og Europa risikerer double-dip
j.   The Globe and Mail: Why High Oil Prices Are Such A Threat To The Global Rebound
k.  Economy Watch: Bubble Economy
http://www.economywatch.com/economy-articles/bubble-economy.html
l.   Jyllands Posten: USA igen tæt på at lukke og slukke
Demokraterne og Republikanerne toppes om et midlertidigt budget, og USA løber tør for penge i næste uge.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2556095.ece
m. DR.dk: Jørgen Ørstrøm Møller: USA går bankerot inden 2020
Inden 2020 er USA gået fallit. Gælden er allerede i dag så alvorlig, at flere stater burde være blevet lukket. Faktisk siger tallene, at USA's økonomi er værre end Grækenlands.
http://www.dr.dk/DR2/Danskernes+akademi/Oekonomi_Ledelse/VL_Doegn_2011/20110127222058.htm
n. EnergisTjenesten: Alternativ til olie – det skal du vælge
Tårnhøje oliepriser får rigtig mange danskere til at se sig om efter en erstatning for oliefyret.
http://www.energitjenesten.dk/files/resource_16/Alternativ%20til%20olie%2002%202007.pdf
o. Mathaba.net (the world's leading independent news agency):
Hard Times Getting Harder
Americans are being hammered economically, politically and socially. Paul Craig Roberts quoted Vladimir Putin calling America "a parasite on the world."
http://networkedblogs.com/nNr45
p. JP.dk: Ny amerikansk aktienedtur
Det værste kvartal for det amerikanske børsmarked siden finanskrisen endte fredag med ny nedtur.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2563901.ece
q. Der Spiegel: America's Debt Crisis
Why Europe Is Right and Obama Is Wrong

US President Barack Obama has recently suggested that Europe must take on more debt to stimulate the economy. Such reliance on cheap money, though, is what got us into the current crisis in the first place -- both in Europe and in the US. America's problem isn't too little money. It's a lack of competitive products.
http://www.spiegel.de/international/world/0,1518,789624,00.html
r. Portfolio.com: The End
The era that defined Wall Street is finally, officially over. Michael Lewis, who chronicled its excess in Liar’s Poker, returns to his old haunt to figure out what went wrong.
http://www.portfolio.com/news-markets/national-news/portfolio/2008/11/11/The-End-of-Wall-Streets-Boom

2. Frágreiðingar:
a.  Jack Zagar: The End of Cheap "Conventional" Oil
b.  Dr. Albert Bartlett: Arithmetic, Population, and Energy
c.  L.B. Magoon: Are we Running Out of Oil
d.  Wikipedia, the free encyclopedia: Exponential growth 
e.  Uppkast til føroyska ætlan um burðardygga menning - Ár 2002 - 2020


3. Bøkur:
a.  Richard Heinberg: The Party's Over: Oil, War and the Fate of Industrial Societies
b.  Richard Heinberg: Peak Everything: Waking Up to the Century of Declines
c.  Stephen Leeb, Glen Strathy: The Coming Economic Collapse: How You Can Thrive When Oil Costs $200 a Barrel
d. Jeff Rubin: Why Your World Is About to Get a Whole Lot Smaller: Oil and the End of Globalization
e.  Stephen Leeb: Game Over: How You Can Prosper in a Shattered Economy
f.  John Michael Greer: The Long Descent: A User's Guide to the End of the Industrial Age
g.  Jared Diamond: Collapse: How Societies Choose to Fail or Succeed
h.  David Strahan: The Last Oil Shock
i. Michael Lewis. Boomerang: Travels in the New Third World

4. Heimasíður:
b. Carolyn Baker: http://carolynbaker.net/
c. Permatopia: http://permatopia.com/
f. Peak Oil Blog: http://peakoil.blogspot.com/
g. Early Warning Blog: http://earlywarn.blogspot.com/
j. How to Save The World: http://howtosavetheworld.ca/
n.  The Corporation: http://www.thecorporation.com/
o.  NIA - National Inflation Association: http://inflation.us/


5. Dokumentarar:
d.  A Crude Awakening - The Oil Crash: http://www.oilcrashmovie.com/
f.   Der ingen skulle tru at nokon kunne bu: http://www.nrk.no/magasin/1.6508621
g. The Secret of Oz - Winner, Best Documentary of 2010 (v.1.09.11): http://www.youtube.com/watch?v=swkq2E8mswI