Eyðsýndu trupulleikarnir, vit uppliva í Føroyum í løtuni, tykjast ongan enda at taka. Tíð er at taka seg um reiggj, men politiska leiðslan tykist als ikki viðurkenna, at Føroyar eru í djúpari kreppu, sum kann gerast nógv verri, um einki verður gjørt fyri at fyribyrgja tí. Men hvat gera politikkararnir við tað?
Føroyingar fingu annars ein ordans kvøkk - m.a. nú ein av størstu bankum og ein av størstu fyritøkum okkara fóru á heysin. Men tað steðgar ikki har. Dýr olja og fakfelagsstríð úrslita í einum fiskiflota, sum liggur við kai; fiskivinnan gevur einki avlop; vit stríðast við londini kring okkum um avmarkaða tilfeingið í havinum og missa altjóða góðkenningar av veiðu okkara sum burðardyggari veiðu, við stórum avleiðingum fyri søluvirðið av okkara fiski; vørur eru nógv dyrkaðar; arbeiðsloysið og fátækradømið veksur, so familjur ganga nærum svangar; stórt undirskot er á fíggjarlógini og á handilsjavnanum, meðan tørvurin á almennum íløgum bara veksur osfr. Hetta eru serstakliga nógvir samfelagstrupulleikar, sum plága okkum í senn.
Einstaklingar neyvan ábyrgdina
Í tíðindaflutningi og í almenna kjakinum fær ein ofta ta fatan, at samfelagstrupulleikarnir verða sæddir sum einstøk fyribrigdi, óheft av hvørjum øðrum, og helst úrslit av ódugnaskapi hjá einstaklingum - tað verið seg politikkarum, banka- ella vinnulívsfólki, sum ikki hava umsitið sína ábyrgd nóg væl. Hetta er uttan iva rætt í ávísan mun.
Men hevði tað verið stórt øðrvísi, fyri tað um leiðslurnar vóru skiftar út? Neyvan. Tí hetta stingur nógv djúpri enn bert til vantandi persónligar leiðsluførleikar hjá einstaklingum. Tað hevði eyðvitað verið skilabetri at hugt at trupulleikunum sum úrslit av einum yvirskipaðum trupulleika. Tað átti ikki at verið nøkur loyna, at teir trupulleikar, sum vit uppliva í Føroyum í dag, avgjørt ikki eru nakað eindømi í heimshøpi. Onnur lond, sum byggja á somu skipan sum okkara, uppliva júst somu trupulleikar sum vit.
Venda blinda eygað til
Um ein peilar av kring heimin, hvat hendir júst í løtuni, so gerst tað sólarklárt - bara við at brúka eitt sindur av skilvísari meting - at her ruggar ikki rætt. Einum nýtist ikki at vera serfrøðingur og at hava skrivað doktararitgerðir um búskap ella samfelagsvísindi fyri at finna út av, at her er okkurt spinnandi galið í heiminum á so nógvum ymiskum økjum. Tað verið seg á fíggjarliga, sosiala, rættarliga, samfelagsliga ella umhvørvisliga økinum osfr. - fyri bara at nevna nøkur dømi um øki, har trupulleikar bara tykjast at vaksa.
Tað tykist sum um, at politisku og fíggjarligu leiðslurnar - ikki bara í Føroyum, men kring allan heim - og við teimum eisini búskaparligu serfrøðingarnir og lóggávuvaldið - umframt (og ikki minst) miðlarnir - í stóran mun hava tikið høvdið undir armin, tí tey hava leingi vent blinda eygað til allar reyðu lampurnar, sum ávaraðu um tað alheims fíggjarliga ódnarveður, sum vit uppliva í løtuni, ið heilt eyðvitað fór at koma - og sum sannlíkt bara er toppurin av ísfjallinum.
Okkara trupulleikar ikki eindømi
Lat meg nevna bara nakrar trupulleikar - bæði globalar og lokalar, sum eru sera viðkomandi fyri øll og upplagdir fyri miðlarnar at viðgera í nógv størri mun, enn teir hava verið higartil. Her eru bara nakrir av teim sera hættisligu trupulleikunum, nógv lond dragast við - t.d.:
- at undirskotið á fíggjarlógini veksur alsamt meira
- at undirskotið á handilsjavnvágini veksur alsamt meira
- at alheims frymlar fyri fíggjarvøkstur eyðsýnt ikki eru burðardyggir
- at nakrir av heimsins fremstu búskaparfrøðingum, umframt oljuvinnan sjálv, hava - á síðstu altjóða ráðstevnuni hjá WEF (World Economic Forum) í Davos í Schweitz her í januar 2011 - viðgingið, at alt bendir á, at heimurin er longu farin um 'peak oil' punktið - tvs. at eftirspurningurin eftir olju veksur skjótari enn gongdin at finna og útvinna nýggja olju
- at alheims fólkavøksturin veksur eksponentielt (í ár fer talið upp um 7 mia.!)
- at fólkavøksturin fær eftirspurningin eftir fleiri matvørum, hentleikum og orku at vaksa so skjótt, at ídnaðurin/marknaðurin ikki kann nøkta tørvin
- at økti eftirspurningurin førir við sær ógvusligar kostnaðarhækkingar, ið gera búskapin sera óstøðugan
- at nógv dýrkaðar vørur minka um livistøðið, alt meðan munurin gerst alt størri millum 'vanliga' fólkið og tey vælbjargaðu - eisini í ríka partinum av heiminum
- at tað er inflasjón - tvs. at munurin millum lønarstøðið og livikostnaðarstøðið veksur í stórum
- at framleiðsluliðið er so bundið at skjótt dýrkandi orkukeldum, sum í flestum londum mugu keypast og innflytast úr øðrum londum
- at framleiðsluliðið minkar í stórum í flest londum í vesturheiminum
- at arbeiðspláss minka í stórum talið og verða flutt til onnur fjarløgd lond
- at arbeiðsloysið veksur í stórum
- at miðalstættin minkar í stórum (serliga í USA)
- at fleiri og fleiri liva undir fátækramarkinum, eisini í ríka heiminum
- at fleiri og fleiri liva undir hungursmarkinum í heiminum sum heild
- at fleiri og fleiri missa trygdina fyri at fáa (rætta) sjúkraviðgerð
- at vaksandi (ovur)nýtsla økir um dálkingina og oyðingina av náttúruni, meðan vistfrøðiliga javnvágin fer alsamt meir av lagi og ger fólk sjúk
- at atgongdin til feskt vatn minkar í stórum og at feska vatnið er í vanda fyri at ganga undan í nógvum pørtum av heiminum - eisini í ríka heiminum
- at alheims veðurlagsbroytingarnar gerast alt meira eyðsýndar
- at økt miðsavnan av miðlaeigaraskapi avmarkar óheftan og djúptgangandi tíðindaflutning, so fólk ikki gerast greið yvir vandan, tey liva í
- at fíggjarheimurin hevur so stóra - og ofta korrumperandi - ávirkan á politikkin
- at illa virkandi og fastlæstar stjórnir ikki tykjast førar fyri at leiða lond síni uttanum afturvendandi kreppur
- at fleiri og fleiri pensjónsgrunnar fara á húsagang
- at sosial- og sjúkratryggingar eru so óstøðugar og hava so lítið politiskt støðufesti, at tær sannlíkt ikki fara at megna at svara framtíðar skyldum
- at fyritøkur verða lagdar saman og gerast so stórar, at tær eru "too big to fail"
- at bankakervið og almennar fíggjarskipanir støðugt liggja á markinum til samanbrot
- at lánibyrðan hjá privatum og hjá fyritøkum veksur alsamt meira
- at talið av partabrøvum o.ø. derivatum, sum bert hava virði á pappírunum, veksur eksponentielt
- at peningamongdin í ymsum londum ikki er verulig, men tilgjørd, og veksur í stórum, so vandin fyri devaluering veksur við ógvusligum avleiðingum fyri vanliga fólkið
- at tað er manglandi gjøgnumskygni í heimsbúskapinum, nú USA hevur valt ikki longur at veita hagtøl fyri M3 peningamongdina (sí á Wikipedia undir 'Money Supply')
- at fíggjarstovnar ofta verða umskipaðir uttan fyrilit
- at Fiat gjaldoyra (sí Wikipedia undir 'Fiat money') verður mislíkahildið av ábyrgdarhavarum
- at eitt vaksandi tal av fyritøkum søkja sær skattaskjól í øðrum londum
- at lond luttaka í fleiri sera konstnaðarmiklum kríggjum í øðrum londum, sum hava vart longri enn Annar Veraldarbardagi, og sum eingin endi tykist vera á
- at nógv vaksandi útreiðslur til tað almenna avmarka fíggjarliga mobilitetin og frælsið hjá einstaklingum og fyritøkum
- at grundlógartryggjað rættindi og rættarvernd verður útholað
- at fleiri og fleiri fangar sita í fongslum kring heimin
- at talið av valdsgerðum veksur og yvirgangurin gerst ógvusligari
Omanfyristandandi listi er á ongan hátt fullfíggjaður, men hann lýsir greitt truplu støðuna, heimurin er í - ikki minst Føroyar! So nógvar avbjóðingarnar í senn taka orkuna, so minni yvirskot er til at loysa trupulleikarnar. Hesin negativi snyril, heimurin er komin inn í, er kanska allarstørsti trupulleikin.
Tað løgna er, at miðlarnir gera lutfalsliga lítið burtur úr hesum - als ikki í ein mun, so vanliga fólkið fær varhugan av, hvussu álvarslig støðan veruliga er. Tað er sjáldsamt at síggja hetta viðgjørt við tí álvara, ómaki og áhaldni, sum krevst, fyri at almenningurin fær rættiligt innlit í, hvussu stórir trupulleikarnir eru, hvørjar veruligu orsøkirnar til trupulleikarnar eru - enn minni, hvussu trupulleikarnir verða loystir! Sum kunnugt ber ikki til at loysa trupulleikar, ein ikki hevur eyðmerkt, ei heldur kennir orsøkina til. Heimsins trupulleikar eru so mikið álvarsligir - eisini um ein bara hyggur at teimum einstøku trupulleikunum hvør sær - at bara onkrir av teimum áttu at verið høvuðssøgur hvønn tann einasta dag í heimsins størstu og valdmiklastu miðlum, men tað eru teir ikki. Ein kann spyrja seg sjálvan hví.
Føroyar "in deep shit"
Í Føroyum hava vit, eins og onnur úti í heimi, riðið á eini bylgju, har vit - ella nøkur okkara - hava jonglerað við stórum virðum á pappírinum, men sum í veruleikanum ikki vóru meira verd enn páppírið, hesi sokallaðu "virði" vóru skrivað á. Bløðran er brostin - keisarans klæði eru ikki til, men kortini tykjast mong ikki ordiliga at rakna við enn - allarminst politikkararnir, sum tykjast at standa púra ráðaleysir. Tað er, sum um teir halda, at tað bara er ein óndur dreymur, og at vit skjótt fara at vakna úr honum. Men nei. Trupulleikarnir steðga ikki har, tí búskapur okkara hvílur als ikki á tryggari grund fyri tað, um Fíggjarligt Støðufesti - at síggja til - seinkaði ferðini "niður í avgrundina".
Nógvar reyðar lampur blinka í Føroyum í løtuni, nú Fiskavirking er farið á heysin og flotin liggur við kai. Hvat nú um oljan bara dýrkar og dýrkar, sum nógv bendir á, at hon fer? Sveiggini í heimsbúskapinum eru so ógvuslig í løtuni, at tað ikki er ósannlíkt, at oljan knappliga kann gerast dupult so dýr, sum hon er nú, har hon longu er dupult so dýr, sum hon var fyri bara fáum árum síðani. Hvat gera vit í Føroyum, um hetta hendir? Kanska longu innanfyri fá ár, sum summi óttast? Hvat gera vit, tá tað ikki longur kann loysa seg hjá fiskiskipunum at royna eftir fiski? Hvussu fáa vit so okkara vinnulív og búskap til at hanga saman?
Vit mugu staðfesta, at Føroyar eru ósjálvbjargnar á flest øllum økjum, av tí at her innflyta vit mestsum alt, sum vit brúka. Alt skal flytast yvir stórar frástøður við farmaskipum, tí vit eru so fjarskotin. Farmaflotin kann ikki sigla uttan olju. Umframt at nógv av fiskinum, sum vit skulu liva av, ikki kemur til lands og ikki kann avreiðast uttan eitt fiskiflota, sum heldur ikki kann sigla uttan olju. Øll ferðsla annars til og úr landinum - loftvegis og sjóvegis - er eisini 100 prosent bundin at oljuni.
Ov seint, tá oljan ER ov dýr
Tað skal ikki nógv hugflog til at síggja, at vit eru sera, sera sárbær, um oljan dýrkar enn meira! Men hvussu nógvir politikkarar eru ella hava verið nóg framskygdir til alment at bera fram visjónir um eina Plan B fyri Føroyar, um oljan gerst ov dýr? Hvussu nógvar politkkarar hava vit her í Føroyum, sum raðfesta at finna - skjótar (!) - loysnir, sum kunnu gera okkum minni sárbær og leysari av dýru oljuni?
Hví hava myndugleikar okkara ikki langt síðani syrgt fyri, at orkunýtslan hvílur nógv meira á burðardygga, varandi orku - so sum vatn, vind, sól, sjóvarfall og aldu? Tí tað má sjálvandi henda ongantíð nóg skjótt! Tað er ov seint at seta hetta í gongd, tá vit ikki longur hava ráð til at gjalda fyri oljuna!
Hví hevur ikki verið hugsað meira um at fyribyrgja kreppuni í teim góðu árunum við at gera størri íløgur í verkætlanir, sum skuldu tryggja okkum betri í ringum árum? Tað kann ikki taka fólka bóli, at oljan ikki fór at vera nøkur varandi orkukelda. Longu í 2002 varð uppkast gjørt til føroyska ætlan um burðardygga menning, men hví hevur verið so lítið at sæð til hetta síðani? Politikkarar tosa enn um at seta risastórar, lítið virðisskapandi ørvitisverkætlanir í verk, ístaðin fyri at brúka fíggjarorkuna til at taka stig, sum gera Føroyar meira sjálvbjargnar á orkuøkinum og harvið búskapin minni sárbæran. Hetta sigur alt um, hvussu lítið teir taka støðuna, vit eru í, í álvara.
Politikkarar og miðlar líka sein
Tað finnast nógv, sum hava roynt at tikið stig til framtíðartryggjaðar loysnir á orkuspurningin, men hava hesi fólkini fingið tað plássið í miðlunum, sum svarar til tann týdningin, teirra verkætlanir veruliga hava fyri framtíðina? Spurningurin er, um manglandi íløguviljin m.a. er ein avleiðing av, at miðlarnir ikki hava verið nóg áhugaðir í at varpa ljós á hesi umráðandi mál í nóg stóran mun. Miðlarnir tykjast líka so lítið áhugaðir í alternativum verkætlanum, sum tey, ið sita við valdinum, tykjast vera.
Í øllum førum ber til at staðfesta, at miðlarnir ofta so makliga "gloyma" at viðgera - ikki bara hetta, men eisini onnur sera álvarslig og umráðandi samfelagslig mál - ella fara alt ov lættliga og grunnskygt um tey. Tí Harragud veit, at her er nógv, sum tað er alneyðugt at varpa ljós á í miðlunum - m.a. tað, at sjálvt grundarleggjandi tilverugrundarlag mannaættarinnar kann vera álvarsliga hótt, um ikki vit taka annað skinn um bak. Um henda ignoransan er tilvitað ella ei, ber ikki til at siga, men at hon er sera høglig fyri tey, sum sita við valdinum, er eingin ivi um.
Dómadagsprofetar ella realistar?
Men ikki øll lata seg snýta. Tað er týðiligt, at ónøgdin millum vanlig fólk bara veksur - ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Tolið er uppi hjá mongum - bæði við fíggjarheiminum, við politikkarunum, við serfrøðini og við miðlunum. Tí nú eru ítøkiligar avleiðingar av teirra manglandi realitetssansi, viðsjóns- og ráðaloysi farnar at merkjast av álvara. Nú fleiri og fleiri sjálvi gerast offur, gerast tey eisini tilvitað um álvarsligu trupulleikarnar, sum herja heimin í løtuni, og kanska eisini um samanhangin aftanfyri.
Tað er alneyðugt at gera nakað við trupulleikarnar beinanvegin, um tað ikki skal enda púra galið, men nógv av teimum, sum leingi hava rópt varskó og roynt at varpa ljós á samanhangirnar, hava verið dømd sum dómadagsprofetar, heldur enn at verða tikin í álvara sum realistar - eisini hóast tey hava víst á ítøkiligar loysnir. Tey verða meira ella minni tagd burtur, meðan teir somu vanligu politikkararnir og serfrøðingarnir eru teir, sum enn lættast sleppa framat í miðlunum.
Hví fylla hesi álvarsmál so lutvíst lítið í miðlunum? Er tað tí, at tað verður hildið at vera ov fløkt at taka støðu til? Er tað tí, at miðlarnir ikki halda, at fólk orka at rúmast slíkum 'dómadagstosi'? Er tað tí, at miðlarnir óttast fyri at missa lurtarar/síggjarar/lesarar og harvið inntøkur, um tey taka slík óhugalig evni upp á tungu? Tað er spurningurin. Men úrslitið er í øllum førum, at tey, sum eiga ábyrgdina av skeivu gongdini, sleppa so gott sum ótarnað at halda fram snikkaleyst, meðan ringi standurin í heiminum bara versnar.
Í næstu greinini fari eg at viðgera leiklutin hjá miðlunum nærri, sum ístaðin fyri at brúka orkuna uppá at vísa á loysnir, brúka mestu orkuna til at peika fingrar ella framleiða doyvandi innantómt undirhald. Støðugt harðari avbjóðingar fáa miðlarnar at fara uppum, har garðurin er lægstur ella eftir lægsta felagsnevnara.
Íblástur:
Frágreiðingar
Blaðgreinir
http://www.spiegel.de/international/germany/0,1518,715138,00.html http://www.guardian.co.uk/business/2010/aug/22/peak-oil-department-energy-climate-change
Bøkur
Heimasíður
Sjónbond og filmar
http://www.collapsemovie.com/
http://www.youtube.com/watch?v=Pin8fbdGV9Y&feature=mfu_in_order&list=UL
http://www.youtube.com/watch?v=Pin8fbdGV9Y&feature=mfu_in_order&list=UL
Bíblian
Gamla Testamentið: Fyrra Sámuelsbók 2:7 - Job 31:24-25, 28 - Sálmarnir 49:16-20 - Orðtøkini 11:4 - Orðtøkini 11:28 - Orðtøkini 23:5-6 - Orðtøkini 28:20 - Orðtøkini 30:8-9 - Prædikarin 5:10 - Jeremias 5:27-31 - Jeremias 9:23-24 - Ezekiel 28:2-10
Nýggja testamentið: Matteus 6:19-21 - Matteus 6:24 - Markus 4:18-19 - Markus 10:21-27 - Lukas 3:11 - Lukas 6:30 - Lukas 8:14 - Lukas 9:25 - Lukas 12:15-21 - Lukas 12:22-32 - Lukas 12:29-34 - Lukas 12:47-48 - Lukas 14:12-14 - Lukas 14:33 - Lukas 16:9-12 - Lukas 16:13 - Lukas 16:19-31 - Ápostlasøgan 2:44-45 - Ápostlasøgan 4:32 - Ápostlasøgan 4:34-35 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 4:8-21 - Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint 2:17 - Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 4:11-12 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika 2:5 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:6-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:8-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:17-19 - Brævið til Hebrearar 13:5 - Bræv Jákups 1:9-11 - Bræv Jákups 5:1-6 - Fyrsta bræv Jóhannesar 3:16-18 - Opinbering Jóhannesar 3:17-19
No comments:
Post a Comment