Monday, March 28, 2011

Hvar eru vit á veg í Føroyum?


Eg fekk hug at endurgeva hesa grein, sum eg skrivaði í 2006, nú samgongan hongur í einum tunnum tráð og tað - møguliga - skjótt stundar móti vali aftur. Nú skulu vit aftur vera vitni til ein bardaga um sessir, har realpolitikkurin verður burturgoymdur, meðan politikkarar brúka meira orku uppá at skilja seg frá hinum í valstríðnum, enn uppá at finna saman um loysnir. Ein fær hug at spyrja: Hvat skal tað til? Er tað neyðugt? Fer ein nýggj stjórn veruliga at gera nakran mun kortini? Ella er tað meira sannlíkt, at eitt nýval ikki fær okkum av fetanum, men brýtur bara kontinuitetin av og frystir menningina niður, óvist hvussu leingi? Hava vit ráð til tað? Hava vit ráð til at spilla tíð á henda hátt - serliga nú í krepputíðum, har vit veruliga hava brúk fyri effektivum realpolitikki? Júst í tí høpinum er henda greinin enn líka aktuel:

Alheimsgerðin:
Hvar eru vit á veg í Føroyum?

Eftir Elina Brimheim Heinesen

Sjónarringurin má gerast breiðari, um Føroyar skulu klára seg á alheims marknaðinum í framtíðini. Visjón 2015 hevur sett ferð á eitt alneyðugt kjak um, hvussu føroyingar skulu síggja seg sjálvar í einum størri perspektivi. Men enn halda nógv fast í avoldaðum ideologiskum ímyndum og brúka – av gomlum vana – mestu orkuna uppá kegl um partapolitikk ístaðin fyri at taka støðu til tær veruligu avbjóðingarnar.

Politiska kjakið í Føroyum er beiskt, nú vit meira og meira gerast partur av alheimssamfelagnum. Tá talan fellir á støðutakanina til alheimsgerðina – til tjóðskaparligu virði okkara í mun til viðurskiftini við útheimin, serliga Danmark og ES – er ein av stóru spurningunum: Hvussu kunnu vit varðveita tjóðskaparligu virði okkara undir umstøðum, har umheimurin streingir meir og meir á.

Tá sambandskreftirnar aftur fingu betri fótafesti, royndi ytri tjóðveldisvongurin at teknað eina dapra mynd av framtíð føroyinga, tá valdið eftir teirra tykki var yvirtikið av einum afturhaldandi landsstýri, sum setti menning okkara sum tjóð ártíggjundir aftur. Ein skilir vónbrotið, men eru atfinningarnar relevantar, tá vit hyggja at tí stóra samanhanginum? Hvussu nógv hevur tað í roynd og veru at siga fyri menningina í Føroyum, hvør ið situr við róðri?

Eg lurtaði fyri eini tíð síðani eftir áhugaverdari sending á Danmarks Radio P1, har danski rithøvundurin og kunningartøknisserfrøðingurin Ole Grünbaum tosaði um danska samfelagskjakið um tjóðskaparlig virði. Eitt kjak, sum er frammi nú orsaka av økta trýstinum, mangir danir kenna frá stóru tilflytingini til Danmark – serliga frá muslimsku londunum. Danska kjakið um tjóðskaparlig virði kann á nøkrum økjum samanberast við føroyska kjakið um tað sama.

Ole Grünbaum vísti í hesum samanhanginum á, hvussu heimssamfelagið hevur broytt seg so ómetaliga nógv seinastu 30-40 árini, og hvussu hetta hevur broytt fyritreytirnar fyri hugburðin, og á hvønn hátt gamal hugburður ikki longur er tíðarhóskandi.

Tjóðskaparkjakið - ein anakronisma
Vit kunnu samanbera tjóðskaparkjakið eitt sindur við kapitalismukritikkin, sum serliga var frammi í 70’unum. Ole Grünbaum helt fyri, at í dag er sosialisman sum samfelagsskipan deyð. Fyri tað ber tó væl til enn at finnast at kapitalismuni. Men tað er bara ikki tann sama kapitalisman, sum ræður longur. Fyrstu 60-70 árini í fyrru øld var ímyndin av kapitalismuni ein tekning av einum feitum heilsølumanni í høgum hatti og jakkaveli við serviettinum bundnum um hálsin og við eini stórari steik á gaflinum, sum hann át gramliga, meðan tey fátæku svøltandi hugdu at honum. Henda myndin gav meining tá. Hon vísti eina klára mynd av fíggindanum - honum, fólkið skuldu gera uppreistur ímóti. Men í dag er kapitalisman annaðleiðis.

Kapitalisman kann ikki longur identifiserast við persónar. Kapitalisman er ein real time alheims telduskipan. Tað eru pensiónskassar – tvs. lønmóttakarar sum tú og eg – ið eiga ein sera stóran part av vinnulívinum í verðini. Tú kanst siga, at kapitalisman hevur sigrað, tí hon er í okkum øllum. Tá ið funnist verður at kapitalismuni í dag, er tað ofta á ein hykleriskan hátt, tí fólk ’gloyma’, at vit øll eru kapitalistar. (Spyr bara bankaráðgeva tín). Vit mugu eisini hyggja at okkara egnu kapitalismu.

Hvat er frælsi?
Kapitalisman er ikki tjóðarmonopolistisk longur, segði Ole Grünbaum. Tjóðskaparliga frælsisstríðið, sum blómaði í 60’unum og 70’unum, tá nógv hjálond fingu loysing, er í nógvum førum endað í einari sjálvsandsøgn – serliga fyri tey londini, sum sóu sosialistisku samfelagsskipanina sum eitt alternativ til kapitalismuna. Tey allarmest kollveltingarsinnaðu londini, sum rivu seg leys frá koloniharrunum og vildu gerast heilt óbundin av øðrum, eru í dag vorðin døpur kollveltingarfornminnissøvn – t.d. Cuba, Zimbabwe ella Norður Korea, har fólksins besta vón er, at leiðararnir doyggja.

Frælsi fyri eitt land er tí - eftir Ole Grübaum’sa meting - ikki at melda seg út úr heimssamfelagnum, at avbyrgja seg og bert ansa sær sjálvum. Frælsi er ikki ideologiirnar, sum gerast ein samfelagslig spennitroyggja. Nei, frælsi er at vera við í felagsskapinum! At vera við í netverkinum, tí tað er har, frælsi liggur. Tað er har, menningin fer fram. Tað er har, vælferðin liggur. Tað er har mentanin er, sum er til at halda út at vera í.

Hykleriskt at bólka hvønnannan
Royndirnar eru enn nógvar – eisini í Føroyum – at skapa gamlar ideologiskar ímyndir um tey ’óndu hini’, sum postmodernistarnir kalla tað. Ein konstruerar seg sjálvan við at konstruera tey ’óndu hini’. Eins og sosialisman gjørdi tað við kapitalismuna. Eins og (nógv) tjóðveldisfólk gera tað við sambandsfólk (og umvent) og/ella við danir. Eins og Dansk Folkeparti ger tað við muslimsku tilflytararnar í Danmørk. Og tey vinstraradikalu gera tað við Dansk Folkeparti. Øll henda ideologiska konstruktiónin við teim ’óndu hinum’, sum ein eisini kann kalla ’leguhugsan’ – er ikki longur aktuell. Øll hava bara ikki heilt givið tí ans enn í Føroyum.

Nógv hevur verið tosað um samanleggingar av fyritøkum í vinnulívinum seinastu 30 árini, meðan minni verður hugsað um, at minst líka nógvar samanleggingar eru farnar fram millum mentanir og ideologiir. Í dag ganga mørkini millum einu síðuna og hina síðuna mitt niður ígjøgnum hvønn einstakan av okkum. Vit eru ikki longur bara til eina síðu, men til báðar. Vit eru øll bæði national og transnational. Vit eru øll bæði vinstra- og høgrahall. Vit eru øll bæði tjóðveldisfólk og sambandsfólk…!

Tí er tað hykleriskt, tá ið ein vil identifisera tey ’óndu hini’ við ávísar bólkar í samfelagnum, har ein metir seg sjálvan at vera millum tey góðu og reinu – tey kroniskt óseku – meðan hini eru ”tey óndu”. Í hesum sambandinum er freistandi at spyrja: Eru allir sambandsføroyingar veruliga minni føroyingar enn tjóðveldisføroyingar? Og eru allir tjóðveldisføroyingar minni kosmopolittar enn sambandsføroyingar?

Hvør stýrir útviklinginum?
Ein kundi spurt: Men er tað ikki neyðugt at halda lív í politiska samfelagsliga kjakinum, har partarnir standa beint yvir av hvørjum øðrum og halda seg hvør sær hava rættin, meðan hini fara skeiv? Jú, tað kann vera sera undirhaldandi, men um ikki kjakið snýr seg um nakað, sum hevur rót í veruleikanum, er tað jú líka mikið.

Sum sagt eru vit í dag bæði national og transnational. Tað vil m.a. siga, at samfelagsgongdin í veruleikanum ikki verður avgjørd í serliga stóran mun inni í løgtingshúsinum ella úti í Tinganesi. Fólkið kann ikki velja eina ávísa leið, sum fólkið meinar, er tann rætta, við at velja ein ávísan meiriluta inn í løgtingið, tí gongdin verður í veruleikanum ikki avgjørd har. Heimsins gongd verður avgjørd í einari røð av netverkum, har nakrar (fáar) avgerðir kanska koma innum tingsins gátt – tær flestu ikki. Har eru stjórnir, har eru NGO-felagskapir (privatir hjálparfelagskapir), har eru Greenpeace og antiglobalistarnir, sum er heimsins størsta fólkarørsla í løtuni. Har eru altjóða felagsskapir, har eru alheims fyritøkur. Har eru films- og tónleikaídnaðurin – tónleikastjørnur, mótaskaparar og aðrir trendsetarar osfr. Landsstýrið og løgtingsmeirilutin er bara eitt lítið netverk út av so nógvum.

Vit eru heimsborgarar
So kunnu vit gera politiskar stevnuskráir og liggja og kjakast so galið vit vilja í lítlu Føroyum, til vit liggja næstan deyð og bløðandi eftir á víðvøllinum. Men tað hevur bara ongan týdning fyri stóra samanhangin, sum vit øll eru partur av meira enn nakrantíð. Vit kunnu ikki halda á at liva í illusiónini um, at Føroyar enn liggja óspiltar og órørdar í Norðuratlantshavinum, og at einasti mátin at varðveita okkara serkenni og reinleika er at leggja sjógv millum okkum og onnur. Hetta er vanahugsan, sum er avgomul. Og vanar eru sum vera man tíverri rættiliga seiglívaðir.

Veruleikin er, at tá vit keypa útlendskar vørur í sjálvtøkuhandlunum – tá vit byggja hús við útlendskum viði – tá vit selja fisk okkara – tá vit ferðast uttanlands sum ferðafólk, embætisfólk ella handilsfólk – ella bara tá vit hyggja at fylgisveinasjónvarpi ella rógva á alnótini, sum vit gera meira og meira, og soleiðis fylgja við í heimsins gongd, eru vit øll partur av heimssamfelagnum, eins væl sum av okkara egna lokala samfelag. Vit eru ikki bara føroyingar – tað eru ikki bara fjøll, fuglur, fiskur, seyður, grindadráp og kristnitrúgv, sum ger okkum til tað, vit eru. Vit eru eisini heimsborgarar. Tað er í allarhægsta grad eisini samskifti við umheimin, sum ger okkum til tað, vit eru, og sum ikki minst mennir okkum sum menniskju – og andslív og mentanarlív okkara.

Forðingarnar
Vit koma ikki víðari, so leingi vit hava tvíbýttar politiskar vengur, sum halda lív í gomlum svørt-hvítum fíggindaspøkilsum – tjóðveldisvongurin í sínari ímynd um reinleika føroyinga einumegin í mun til danska koloniharradømi og samansvørjingar móti føroyingum hinumegin. Og ímyndini um Føroya-elskandi tjóðveldisvongin einumegin í mun til ’hentu býttlingar’ dana í Føroyum (sambandsvongin) hinumegin. Meðan sambandsvongurin í sínum lag heldur lív í síni klettafastu trúgv uppá, at tað einasta ‘rætta’ er at tvíhalda um ríkisfelagsskapin, og ímyndini um at ein og hvør, sum hóttir ríkisfelagsskapin, hóttir eisini eksistensgrundarlag føroyinga. So leingi vit tvíhalda um hesar ímyndir – ja, so kemur lokala politiska kjakið einans at snúgva seg um, hvørji tey óndu eru, og hvørji tey góðu eru.

Hetta er bara við til at økja um óhepnu frástøðuna millum politisku partarnar og millum Føroyar og heimssamfelagið – og ger okkum enn meira maktaleys, tí vit nokta at spæla við har, sum veruligu avgerðirnar verða tiknar. Ístaðin brúka vit alla orku okkara uppá innanhýsis persónligt kegl og klandur. Hetta var m.a. orsøkin til, at Suður-Afrika, hóast ómetaliga stórt náttúrligt ríkidømi, gjørdist avbyrgt og eftirbátur á nógvum økjum, og at Apartheid livdi so leingi í Suður-Afrika. Øll orkan bleiv brúkt til at keglast um rasuatskiljing ella ikki, meðan tey ‘veruligu evnini’, so sum at finna konstruktivar politiskar loysnir í konkretum málum og fyri samfelagið sum heild, ongantíð fingu ordiliga loyvi at koma á dagsskránna.

Hvussu koma vit víðari?
Svart-hvíta kjakið førir ongastaðni, og leiðir bert burtur frá teimum stóru evnunum, sum veruliga hava týdning fyri framtíð Føroya at tosa um – nevniliga:

Hvat merkir ’frælsi’ í roynd og veru? Øll ynskja frælsi – men frælsi til hvat? Eingin ynskir at vera trælur – sjálvt ikki sambandsfólk. Øll vilja hava sjálvsavgerðarrætt og ávirkan á egna lagnu. Hvat kunnu vit gera sjálvi í Føroyum fyri at økja um sjálvsavgerðarrætt føroyinga, okkara sjálvsvirðing og okkara vælferð? Hvørjir eru bestu møguleikarnir fyri hesum - uttanfyri ella innanfyri altjóða felagsskapirnir? Hvønn leiklut kunnu vit sum føroyingar spæla í heimssamfelagnum? Hvussu kunnu vit spæla ein aktivan leiklut? Hvønn leiklut fáa vit, um vit fara burturúr ríkisfelagskapinum? Skulu vit halda okkum uttanfyri altjóða felagskapir – ella skulu vit melda okkum inn í t.d. EU?

Hetta eru relevantir spurningar at fáa greiðu á, tá vit vilja finna út av, hvussu vit gera samfelagið so demokratiskt sum gjørligt, og hvussu vit vilja tryggja, at tann einstaki fær so stóran avgerðarrætt yvir egið lív sum gjørligt. Sjálvsavgerðarrættur eigur ikki at snúgva seg um ideologi og dogmur um at varðveita eina reina óspilta tjóð mótvegis einum hóttandi umheimi (t.d. Danmark/EU), men í roynd og veru bara um at loysa nakrar praktiskar spurningar í mun til tann alheims veruleika vit liva í í dag (um vit vilja tað ella ikki).

Her mugu vit vera konstruktiv, um vit skulu náa úrslit, og ikki so bundin av vanahugsan, sum heldur okkum fast í slítandi ósemjum um hugburð og hugtøk, sum ikki eru til longur. Í øllum førum ikki í sama hami sum fyrr. Tí so leingi vit tvíhalda um svart-hvíta hugsunarháttin, ja, so leingi vengurnir hvør sær ikki rættiliga viðurkenna, at í einum og hvørjum tjóðveldisfólki býr eisini eitt lítið sambandsfólk – og at í einum og hvørjum sambandsfólki býr eisini eitt lítið tjóðveldisfólk – koma vit ikki av fetanum.

Elin Brimheim Heinesen, 2006

Monday, March 21, 2011

Why I'm not condemning pilot whaling

I'm not insensitive to animal suffering. I do understand why outsiders are concerned about pilot whaling in the Faroes. But in spite of this, I do not condemn pilot whaling completely. This might seem contradictory to people, who think pilot whaling is absolutely appalling and should be banned right away. But I have some compelling reasons for looking at pilot whaling the way I do, which I'll explain further in this blog post. 


I'm NOT for pilot whaling unconditionally. I do acknowledge that environmental pollutants in pilot whale meat - and the fact that some researchers recommend not to use it for human consumption any more - is a major problem, which probably will put an end to pilot whaling eventually. But aside from this, of course, very serious issue - I could accept the continuation of pilot whaling - but just under certain circumstances, which I'll get further into later in this post - but only as long as the Faroese people only kill pilot whales for food (and not as a recreational activity) and do not eat more than what is within safe limits as issued by health authorities - and as long as they are willing to improve their killing methods as much as possible to minimize the animals' suffering - and as long as pilot whaling doesn't endanger the pilot whale as a species. 

Sustainable At Least For Half a Millenium
Endangered species must of course be protected, but is the pilot whale endangered? The Faroese have always known that they depended very much on this natural resource, so they've been - and still are - very conscious and aware of that they can't exploit the pilot whale population beyond it's capacity, if they want to keep the 'grinds' coming. 

To keep track they've kept a full public record of all whale killings since the 16th century. You won't find such scientific recordings many places in the world, conducted in such a thorough way for such a long time. The Faroese are still making continuous studies of the pilot whale population to prevent over-extraction - and they're very keen on administering their resources as best possible. According to several independent studies made around the world, the pilot whale is not an endangered species, so the Faroese still allow themselves to kill up to around 800 per year on average, which is less than 0,1 % of the whole - estimated - population of 1.000.000. Others claim the number is around 600.000 - but 800 a year is still not a big amount in comparison, even though some would only regard zero killings as satisfactory.

I know this does not convince people in the whale protection movement of which many tend to think that all pro-whaling arguments are just bad excuses for unacceptable human behavior. But this is not true in the Faroese case, in my view. 

Like Burgers to Americans
It might seem 'easier' for the Faroese just to stop the pilot whaling. Why not just abandon this practice and thus spare the whales and get the pressure from the outside world off their shoulders? It is hard for outsiders to understand that this long lasting food providing tradition - unbroken in more than a thousand years - was one of the main sources of nutritional food for the Faroese up until only a generation ago. That is why pilot whale meat still is just as 'natural' for most Faroese to eat, just as burgers are for Americans - and just as difficult to abandon. 

I do not want to get into an argument here whether the practice of pilot whale killing is any better or worse than the practice of mass breeding domestic animals for food, but people in the Faroes fail to see that meat from the farm industry in other countries could be any better than the meat they are used to eat. The pilot whale meat is - or was - perfectly organic, if it wasn't for the fact that the industrialized world has poisoned our oceans - the living habitat of the whales. 

Still More Organic Than Imported Meat
Most of the world - even arctic areas far away from the densely populated industry areas - is polluted. And food production everywhere is "artificialized" or modified to such an extent, that it makes almost any food unhealthy and even dangerous for humans to eat, more or less. The Faroese often also take into consideration that the pilot whales after all do live a free life until just before they die, which can't be said about the domestic animals, from which most of the meat comes, that most people in the world eat. 

Bottom line is that people still need food to survive. Hunting and killing not endangered animal species, living in and around the local environment - as untouched by human hands as can be in the world today - still seems to be a better way to provide food for the Faroese in a sustainable way, much less polluting in itself than industrial agriculture or transportation of imported food from far away, is. So I do understand why people in the Faroes want to continue to kill these animals for food, in spite of pollution - rather than keeping a completely unhealthy, unnatural and unsustainable food providing system alive, which only contributes to further destruction of our world.

New Reality Might Make Whaling a Necessity Again
Killing any living creature is no easy task, especially not wild animals - and even more so if we're talking about killing very large wild animals almost with your bare hands in an environment alien to humans: namely seawater. In fact, it is remarkable that this is even feasible and that it can be done as quickly and efficient as it happens, after all. Unfortunately, it is not always possible to avoid animal suffering completely under these circumstances. The blood loss is also very visible in seawater, which makes the killing seem even more dramatic.

But for people living in arctic regions where local resources are scarce, this is considered one of the harsh, but necessary fact of life. They simply do not feel they have many other options, if they want to survive on what's available on site. This is perhaps very hard to imagine for city dwellers living in more hospitable climates, who never have had to face such a reality. But this way of getting enough nutritional food was an absolute necessity for the Faroese until not very long ago - in fact in my life time - and not unlikely, it might become a probable reality again in a future, not so far from now, when scarcity might become much more common again, and the Faroe Islands might become much more cut off and isolated from the outside world than they are now.

This is a serious problem, whish also must be considered. I know that the Faroese have been living a quite modern life for the last 30-40 years or so and are considered to be "rich", where the old way of providing food suddenly didn't seem as necessary or appropriate any more - at least to the outside world. I'ts difficult to imagine that this might change again. Perhaps rapidly. What the outside world doesn't seem to understand is, that the Faroese have almost just entered the modern age - much later than most other people in western societies. (They didn't have TV before the early 80'ies for crying out loud). They've just gotten used to living a modern life - right before this new form of life seems to crumble and fall apart again!  

The World After Peak Oil
It's been confirmed by many, that the world might very well have passed peak oil - with dire consequences for everyone living on this planet awaiting just around the corner. The most severe global financial crisis, the world has ever seen, takes place right now. An increasing number of people realize that this is not just a 'normal' recession, but much severer than that. It's a clear consequence of the lasting fact, that oil is no longer as abundant as it was. This will inevitably lead to a scenario where many countries will not have easy access to cheap oil any more. The world might - perhaps much sooner than expected - face a reality, where cheap oil simply is no longer available for everyone.

This situation seems to approach us much faster now than we could imagine just a couple of year ago. The world population passes 7 billion this year and the demand for oil increases faster than we can produce it. Oil producing countries will of course firstly keep the oil, they have left in the ground to themselves, which soon might leave nothing to the oil-importing countries. This is a very frightening outlook for the future -  especially for remote lying countries like the Faroe Islands with arctic climate, and thus more dependent on liquid energy than most other countries.

To grasp the seriousness of this issue - as I see it, you might find this interesting: 
  
The Faroes Extremely Oil Dependent
Oil depletion - heavy pollution and climate change - financial crunch... you name it... hits the Faroe Islands hard right now.  The Faroe Islands is totally dependent on imported oil, which drives their whole fishing fleet (which is their primary food source and provides more than 95 % of their whole export). The fishing industry hasn't had any surplus for several years and the biggest Faroese fish export company faced bankruptcy a few months ago, as well as one of the two biggest banks on the islands. Unemployment is rapidly rising - it's almost 9 % at the moment. All transportation of people and goods to and from the islands by air or by sea is also a 100 % dependent on oil. It's extremely expensive to travel to and from the islands in comparison (you can fly halfway the world for the same amount from other countries) - and ferry connections to two out of four surrounding countries have already been closed down.

If this alarming development continues, this might soon leave the Faroese with no other option than to return to former ways of survival - or something that resembles. The older generation is, fortunately for the Faroese, still alive. They have kept the inherited knowledge intact and they are able to teach the younger generation, how they managed to survive in the old days, where the Faroese had to rely almost entirely on what was accessible in the surrounding nature. 

The Faroes In The Future
I wonder what will become of the Faroese people in the future, if they were prevented by outsiders from getting their food from their local environment. What alternative food provisions are available for the Faroese when oil has become too expensive to afford any more - and they cannot afford to import food in sufficient quantities any longer either? They will have no other options than to use everything they have ... eat the sheep, the fish and the whale meat, which is the only food within reach that they - only just - might be able to provide in sufficient quantities. 

They will have to reduce or diminish their living standards quite substantially again, but they have plenty of water, wind, waves and currents, which they can use to produce electricity (right now already around 50 % of Faroese electricity production comes from renewable energy resources) and they can still have sheep grassing in the mountains, run their fish farms close to shore, and pilot whale drivings can be conducted without modern fuel driven boats, using sail- and rowing boats, just as it was done before. It will be a life very different from what the young generation has grown used to right now, but there might probably be no other choice than to accept the new conditions.

Food Sovereignty
You might also google the words "food sovereignty", to understand better, where I'm at. 
According to this site: http://www.whyhunger.org/news-and-alerts/why-speaks/553.html - food sovereignty:

- is the right of peoples to define their own food and agriculture
- is the right to protect and regulate domestic agricultural production and trade in order to achieve sustainable development objectives
- is the right to determine the extent to which they want to be self reliant; to restrict the dumping of products in their markets
- is the right of local fisheries-based communities to have priority in managing the use of and the rights to aquatic resources.
- does not negate trade, but rather, it promotes the formulation of trade policies and practices that serve the rights of peoples to safe, healthy and ecologically sustainable production.

Well, let this be my end remarks for now. I hope you understand my viewpoint, even though you might not agree with me.

Friday, March 4, 2011

Varskó til politikkarar, miðlar og fíggjarvald 3/3

Sleppið lívshættisligu hvørvisjónini

Í okkara lítlu verð her í Norðuratlantshavi kenna vit okkum ofta fjart frá heiminum kring okkum, men kreppan, vit uppliva í løtuni, er partur av eini heimskreppu, elvd av eini í botn og grund órealistiskari og óskynsamari fíggjarskipan. Vit verða noydd til at síggja hetta klárt, um vit vilja fyribyrgja eini enn størri og álvarsligari kreppu.

Byggir samfelagið á lygn?

Støðan, sum heimurin er komin í, kann sjálvandi í ávísan mun tulkast sum úrslit av ódugnaskapi millum heimsins politisku og fíggjarligu leiðarar og ráðgevandi serfrøðina í bæði búskapi og politikki, serliga í londunum, sum eru eyka hart rakt av alheims kreppuni. Men hvussu kann tað bera til, at so nógv skilagóð fólk, sum sita við ábyrgd, hava yvirsæð so mong ávaringartekin? Hví eru tað so fá, sum veruliga hava gjørt nakað munagott fyri at fyribyrgja hesi støðuni? Hvat er tað, sum hevur blindað tey?

Í orðabókum verður orðið 'hvørvisjón' ella 'illusjón' soleiðis greinað: "ein misvísandi hugmynd" ella "okkurt sum snýtir ella misleiðir fatanina" ella "fatanin av onkrum, sum veruliga er til, men sum verður lýst á ein hátt, sum elvir til skeiva tulking av tí veruliga".

Stórir partar av heiminum liva í dag við eini samfelagsskipan, ið byggir á hugmyndina um óendaligan vøkstur - eisini her í Føroyum. Hugsanin er, at jú meira, vit keypa og brúka, jú meira profitt fyritøkurnar fáa burturúr, jú betri gongur tað. Henda hugmynd er við tíðini vorðin so sjálvsøgd, at spurnartekin hevur næstan ikki verið sett við hana í longri tíð. Politikkarar, búskaparfrøðingar og miðlar kappast enn um at tosa um vøkstur sum einasta parametur fyri framgongd og menning rætta vegin. Samstundis skapar samanrenningin av áhugamálum hjá politisku leiðslunum og miðlunum, sum í stóran mun verða stýrdir av fíggjarvaldinum, eina fatan millum manna um, at henda leið bæði er haldbær og gagnlig fyri einstøku londini og fyri heimin sum heild. Tað er enntá eydnast at billa fólki inn, at skipanin byggir á eina "frælsishugsjón". Men tað tykist meira og meira greitt, jú fleiri trupulleikar vit uppliva, at hetta er ein hvørvisjón.

Jú longri lygnin ræður, jú verri avleiðingar

Joseph Goebbels, propaganda-ráðharrin hjá Hitler, segði í sínari tíð: "Um tú tekur eina lygn, sum er nóg stór, og endurtekur hana aftur og aftur, fara fólk at enda at trúgva henni. Lygnin kann bert haldast á lívi, so leingi staturin megnar at verja fólk móti politisku, figgjarligu og/ella hernaðarligu avleiðingunum av lygnini. Tað hevur sostatt avgerandi týdning fyri statin at brúka allar sínar heimildir til at halda mótstøðu niðri, tí sannleikin er lygnarinnar deyðsfíggindi - og harvið er sannleikin eftirfylgjandi eisini størsti fíggindin hjá statinum." (Joseph Goebbels).

Men ein lygn er ikki burðardygg í longdini. Fyrr ella seinni tømist hon fyri meining og so máast grundarlagið undan henni, so hon dettur sundur - og so verður hennara sanna andlit avdúkað. Tá sanna andlitið hjá Hitler og stjórn hansara avdúkaðist, datt lygn teirra sundur við einum øgiligum dundri og braki, har fólk í milliónatali lógu deyð eftir á vígvøllinum.

Í dag liva vit uppá eina aðra lygn: At bara vøkstur og meira forbrúk er vegurin fram. Spurningurin er, hvussu leingi aftrat henda lygnin fer at kunna halda. Jú longri, vit bíða við at avdúka hana, jú ógvusligari verða avleiðingarnar.

Vakstrarhugsjónin ein hvørvisjón

Veruleikin er, at vælferð okkara hvílur fyrst og fremst á útvinnan og brúk av bíligum, men avmarkaðum tilfeingi, harav fossil brennievni er avgjørda grundarlagið. Hugsa bert um, hvussu nógv verður útvunnið úr hesum - plastikk og asfalt t.d. Hetta tilfeingið kann ikki endurnýggjast og verður fyrr ella seinni uppi. Heldur fyrr enn seinni, tí nýtslan bara veksur og einki tamarhald er á vøkstrinum. Vit hava enn ikki funnið nakað, sum fult og heilt kann setast í staðin, og trupulleikarnir í núverandi orkuveitingarskipanunum vaksa skjótari, enn vit náa at loysa teir. Hóast vit finna kolvetni, sum skal eitast at nøkta tørvin í 100-200 ár framyvir, so megnar framleiðslu- og flutningskervið kortini ikki at fylgja við, m.a. tí at fólkavøksturin, og tískil tørvurin, veksur eksponentielt - tvs. alsamt skjótari.

Vakstrarhugsjónin, sum okkara núverandi samfelagsskipan byggir á, hevur avdúkað seg sum ein hvørvisjón. Tann sosiala, politiska, búskaparliga og umhvørvisliga leiðin, vit ganga í løtuni hevur so dyggiliga prógvað, at hon als ikki er farbær. Trúgvin á óendaligan vøkstur er infantil utopisk sjálvsgyklan. Men tey, ið sita við valdinum, lata eyguni fast aftur  - og vilja ikki viðurkenna henda veruleika og kunnu tískil heldur ikki loysa trupulleikarnar, ið standast av honum.

Ovurnýtsla týnir heimin

Tey, ið ráða fyri borgum, hava givið følsk lyfti um, at til ber at fáa "eitt betri lív" gjøgnum ovurnýtslu. Vanligi borgarin hevur fingið fyrigyklað, at tað er gott at keypa alskyns vørur, honum í veruleikanum ikki nýtist. Men ráðini eru ikki longur til at byggja enn fleiri risa handilsmiðstøðir og keypa enn fleiri bilar til at koyra í til handilsmiðstøðirnar, sum brúka enn meira benzin - harav tað mesta er fíggjað fyri læntar pengar.

Farið er framvið hægsta punktið á kurvini - sonevnda peak oil-punktið - tvs. har oljuframleiðslan her eftir ikki longur fer at kunna fylgja við eftirspurninginum eftir olju - við ógvusligum avleiðingum fyri heimsbúskapin. Vit uppliva longu nú eina heimsumfatandi fíggjarkreppu, sum í stóran mun hongur saman við hesum.

Men vit halda á at royna at økja um nýtsluna, samstundis sum vit útpína og oyðleggja jørðina fyri at framleiða óneyðugar marglætisvørur, har av ein risastórur partur als ikki verður brúktur, men blakaður burtur til onga verðsins nyttu, antin av handilsmiðstøðunum, áðrenn vørurnar yvirhøvur verða seldar - ella av húsarhaldunum sjálvum, antin tí farið er framvið síðsta søludag, ella tí fólk veruliga ikki hava brúk fyri vøruni. Og hetta hendir, alt meðan 1 mia. heimsborgarar svølta og 4.000 fólk - harav 700 børn - doyggja av hungri í meðal um tíman! Vit kunnu stutt sagt ikki loyva okkum at innrætta heimin soleiðis!

Frælsi at vera skuldarbundin?

Skulu vit framhaldandi leggja lív okkara í hendurnar á fólki, sum billa okkum inn, at okkara vælferð og allur framburður er grundaður á óavmarkaðan vøkstur, tá vit við vissu vita, at hetta ikki ber til í longdini? Tilfeingið er, sum sagt, avmarkað. Dálka og útpína vit skjótari, enn náttúran nær at rætta tað uppaftur, sigur tað seg sjálvt, at tað gongur galið.

Einum nýtist heldur ikki at vera búskaparfrøðingur fyri at rokna út, at fólk ikki kunnu blíva við at brúka meira enn tey forvinna. Rokningin má gjaldast so ella so, og hetta gongur út yvir onkran onkustaðni ella onkuntíð. Kunnu vit blíva við at fíggja eitt so høgt og tilgjørt livistøði fyri læntar pengar? Kunnu Føroyar og onnur lond halda á at fíggja livistøði sítt við lánum úr øðrum londum, sum ofta sjálvi eru skuldarbundin, og sum eisini senda rokningina víðari? Hvør skal gjalda marglætislevnaðin í síðsta enda?

Um vit framhaldandi lata okkum skunda til at keypa og brúka støðugt meira og lata okkum lokka til at taka fleiri lán fyri at fíggja henda lívsstíl, so førir tað einans við sær, at tað má arbeiðast meira og meira fyri at kunna gjalda lánini aftur. Ella eisini noyðast vit at senda rokningina víðari onnur, sum als ikki hava átt nakran lut í okkara marglæti.

Kunnu vit halda á at lata fólk skuldarbinda seg so nógv, at tey gerast skuldartrælir mesta av lívinum - ja, kanska mugu flyta skuldarbyrðuna fleiri ættarlið fram - og so blíva við at billa inn í fólk, at vit liva í "fría heiminum"? Hvat munnu okkara børn og teirra børn, sum skulu bløða fyri okkara skuld, fara at halda um arvin frá okkara ættarliði?

Luttaka í risastórum pyramiduspæli

Henda ábyrgdarleysa atferð, stuðlað av politisku og fíggjarligu leiðarum okkara, saman við eini skipan, sum loyvir hesum ábyrgdarloysi, hevur ført til botnleysa skuld og ta hættisligu støðuna, sum vit uppliva nú í nógvum "framkomnum" londum. Er tað rætt og skilvíst at halda lív í eini slíkari skipan, sum í botn og grund byggir á somu grundreglur, sum sonevnd pyramiduspøl gera? Nøkur fá vælbjargað vinna sær stórt ríkidømi og vald, meðan vanligi borgarin endar við at liva niðurbundin sum skuldartrælur fyri at fíggja vandamiklu og ikki-burðardyggu ovurnýtsluna, sum ríkar tey fáu upp, men oyðileggur lívsgrundarlagið fyri øll onnur.

Fíggjarskrædlið fer sum ein hvirluvindur um heimin allan í løtuni og hevur skumpað nógvar landsbúskapir út í óføri."Ríki" heimurin er vorðin so skuldarbundin, at nógv lond hava ongan tjans til nakrantíð at rinda skuldina aftur. Hugsa bara um Grikkaland, Ísland, Írland - og fleiri onnur lond, sum fella sum korthús í løtuni á hesi kontu. Halda vit veruliga, at tað steðgar har? Sjálvt USA skyldar nú so nógvar pengar, at meira og meira bendir á, at hetta einaferð so sterka heimsveldið kann fara á húsagang við óhugnaligum avleiðingum fyri allan heim. Halda vit, at vit sleppa undan? Tað er  avgjørt ikki nógv, ið bendir á tað.

Onnur fíggjarskipan neyðug

Verandi fíggjarskipan er serstakliga effektiv, tá tað kemur til at skapa veruligt ríkidømi um til ríkidømi, sum í veruleikanum bert finst á pappírinum ella í telduskipanum. Men hon byggir á eina hvørvisjón uttan veruligt innihald, sum í veruleikanum bert førir við sær hættisligar fíggjarligar, sosialar og umhvørvisligar avleiðingar fyri samfelagið sum heild. Rík fólk gerast á henda hátt enn ríkari, men tað er samstundis eisini beini vegurin til kollektivt sjálvmorð.

Aðrir mátar at veita borgarunum neyðugar fíggjartænastur, sum eru fyrimunarligari, og minni kostnaðarmiklar, mugu finnast. Hví skal skattaborgarin t.d. bløða fyri ábyrgdarloysið hjá fíggjarstovnunum? Eru fíggjarstovnarnir veruliga so avgerandi týdningarmiklir, at teir hava uppiborið, at almennir kassar av sær sjálvum lata seg upp og bjarga teimum úr avleiðingunum av teirra egna hættisliga virksemi? Fíggjarstovnar framleiða einki, sum hevur veruligt grundleggjandi virði fyri samfelagið og nøkta ongan tørv, sum ikki kundi verið nøktaður á onkran annan hátt.

Í síðsta enda snýr tað seg um, hvørjum endamáli, vit ynskja, at fíggjarheimurin skal tæna - ella hvørji verulig virði, hann skal byggja á. Skal hann raðfesta pengar fram um lív? Skal hann raðfesta ríkidømi til tey fáu ella vælferð fyri øll? Um kannað varð eftir, høvdu tey flestu uttan iva ynskt, at verandi óstøðugu fíggjarstovnar verða skiftir út við meira álítandi stovnar, leiddir av ábyrgdarfullum fólkum, sum taka atlit at samfelagnum sum heild og ikki bara tæna sjálvsøknum áhugamálum hjá teim fáu, sum skulu eitast at "eiga" bankarnar. Fíggjarstovnar mugu nøkta ein veruligan tørv í samfelagnum, sum samsvarar við veruleikan her í 21'ndu øld, nú vit eru vorðin greið yvir, at tað ikki ber til at halda á sum fyrr við óskerdum vøkstri, men at vit mugu seta javnvág og burðardygd í hásæti ístaðin. Men hvør skipan skapar best gróðrarbotn fyri hesum?

Eingin samfelagsskipan enn gagnað øllum

Hóast bæði góðar og drúgvar útbúgvingar og eina rúgvu av royndum, hava alheims politisku og fíggjarligu leiðslur og ráðgevar teirra ikki megnað at sæð skriftina á vegginum. Tey hava ikki megnað at stýrt londunum á skilvísan og burðardyggan hátt og hava ikki tryggjað sær, at framd mistøk verða rættað - heldur ikki í teim sokallaðu 'demokratisku' londunum. Tey hava stutt sagt ikki tænt fólkinum - hvørki tí felags besta ella frælsi hins einstaka, sum ein skuldi trúð, demokratiskar leiðslur áttu.

Ístaðin síggja vit, at lobbyistar og serlig áhugamál fáa loyvi til at ávirka lóggevararnar til at gera lógir, sum mest tæna stuttskygdum egináhugamálum hjá teimum fáu, men ikki áhugamálunum hjá vanliga borgaranum. Her er í veruleikanum talan um oligarki, har ávirkanin og reella valdið liggur í hondunum á teim fíggjarsterku. Hvar er frælsið og demokratisku rættindini, tá samfelagsins byrður sum vanligt enda á herðunum hjá miðal hampafólki, sum í dýrum dómum skal gjalda fyri marglætið, mistøkini og fyrilitar- og ábyrgdarloysið hjá teim fáu valdmiklu? Søgan endurtekur seg. Vit kalla bara mekanismurnar okkurt annað í dag.

Men hvat kann setast ístaðin fyri hesa skipan? Tað er eyðsýnt, at eingin samfelagsskipan enn - hvørki til vinstru ella høgru - hevur megnað at umsita samfeløgini og náttúrunar tilfeingið, soleiðis at tey eru til størst møguligt gagn bæði fyri livistøðið og fyri frælsi hjá øllum borgarum.

"Business as usual" ber ikki til

Tað er alstórur tørvur fyri sunnum skilvísi, nú heimsins fólk mugu finna út av, hvussu siglt verður úr hesi hættisligu kós, heimurin í løtuni siglur. Ein tilgongd má finnast, sum sær heilt burtur frá fastløstum politiskum ideologium og atlitum til fíggjarstovnar og serfrøði, sum í veruleikanum bert tæna sær sjálvum og - tilvitað ella ótilvitað - ikki taka hædd fyri samanhangunum millum allar menniskjaskaptu vandarnar, ið hótta heimin.

Halda vit fram við "business as usual", halda vit eisini fast í eini hættisligari hvørvisjón. Vit kunnu ikki halda fram við at vóna, at alt á ein ella annan hátt fer at gangast væl kortini, um bara vit lurta eftir okkara vanligu serfrøði og okkara politisku leiðslum, tí tað er ikki hagani, broytingarnar til tað betra fara at koma. Okkum nýtist nakað annað - ein heilt nýggjan hugburð. Hugskot frá øllum síðum mugu sleppa framat - ikki bara tey hugskotini, ið tey, sum sita við valdinum, hava góðkent sum stuðulsverd.

Almenna kjakið fer enn fram í miðlunum fyri ein stóran part, men sum er, er hetta kjakið ikki konstruktivt. Tað avmarkar seg fyrst og fremst til at peika fingrar eftir persónum: Hvør visti hvat nær? Hvørji eftirlit svóvu í tímanum og sviku, tá tað galt? Um kósin skal rættast upp aftur, hevur tað sjálvandi týdning at fáa fram í ljósið, hvussu tað kundi ganga so galið bæði her og aðrastaðni, so vit kunnu fáa strangari eftirlit og avmarkingar av frælsinum hjá pengagreðingum til at misbrúka skipanina bert til egnan stuttskygdan fyrimun. Men hetta er bert viðgerð av sjúkueyðkennum. Tað tekur ikki orsøkina til sjúkuna burtur - tað vísir ikki frameftir. Tað sæst á øllum brøgdum, at tað mugu nógv meira radikalar broytingar til. Alternativar loysnir mugu finnast, og miðlarnir mugu í nógv størri mun bjóða seg fram sum pallar, har hesi alternativ verða gjørd sjónlig og viðgjørd á skilvísan hátt.

Alternativ til okkara samfelagsskipan

Sanna alternativið til ta óskynsamu og fyrilitarleysu skipan, ið ræður í dag, er ikki ein totaliter Sovjet-kend sosialistisk ella kommunistisk samfelagsskipan, sum endar við bert at tæna diktatoriskum bureaukratum. Tað er heldur ikki eitt skinn-demokrati, sum í veruleikanum er eitt oligarki - eitt krógvað diktatur-kent vald, ið letur alla ávirkan í hendurnar á globalum, vakstrarmaniskum risafyritøkum, sum bert hugsa um egináhugamál, og sum seta seg so tungt á marknaðin og á heimsins mentala landslag, at tað køvir og skerjir initiativið og frælsið hjá tí einstaka, við sera skaðiligum avleiðingum fyri allan heim.

Nei, alternativið má vera ein sonn fólkaræðislig skipan, sum byggir á sunt skilvísi, matvørusjálvhjálpni í so stóran mun sum gjørligt og lokalt grundfestar, sjálvbjargnar búskapir, sum æra sonn marknaðarprinsipp og virka á burðardyggan hátt undir greiðum reglum, stjórnaðir og stuðlaðir av veruliga demokratiskum stjórnum, sum taka atlit at bæði frælsi hins einstaka, at samfelagnum sum heild og at náttúrunar vistfrøðiligu javnvág, soleiðis at eisini børn og barnabørn okkara kunnu rokna við at hava eina framtíð.

Størsta avbjóðingin fyri framman er at náa at fáa tíð til at skipa okkara samfeløg skilvísari, áðrenn ov seint er! Her er eingin tíð at spilla. So hetta er ein áheitan til tey ráðandi í hesum landi um, sum skjótast - áðrenn vit ikki hava ráð til tað longur - at rakna við, taka seg um reiggj og raðfesta at brúka eftirverandi fíggjarorkuna til tað, sum tryggjar lívsgrundarlag okkara best undir teim treytum, sum fara at ráða, tá vit ikki longur hava lætta atkomu til bíligt kolvetni og tí mugu leggja álit okkara á alternativar orkukeldur.



Íblástur:

Frágreiðingar

Blaðgreinir

Bøkur

Heimasíður

Sjónbond og filmar

Bíblian

Gamla Testamentið: Fyrra Sámuelsbók 2:7 - Job 31:24-25, 28 - Sálmarnir 49:16-20 - Orðtøkini 11:4 - Orðtøkini 11:28 - Orðtøkini 23:5-6 - Orðtøkini 28:20 - Orðtøkini 30:8-9 - Prædikarin 5:10 - Jeremias 5:27-31 - Jeremias 9:23-24 - Ezekiel 28:2-10

Nýggja testamentið: Matteus 6:19-21 - Matteus 6:24 - Markus 4:18-19 - Markus 10:21-27 - Lukas 3:11 - Lukas 6:30 - Lukas 8:14 - Lukas 9:25 - Lukas 12:15-21 - Lukas 12:22-32 - Lukas 12:29-34 - Lukas 12:47-48 - Lukas 14:12-14 - Lukas 14:33 - Lukas 16:9-12 - Lukas 16:13 - Lukas 16:19-31 - Ápostlasøgan 2:44-45 - Ápostlasøgan 4:32 - Ápostlasøgan 4:34-35 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 4:8-21 - Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint 2:17 - Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 4:11-12 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika 2:5 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:6-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:8-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:17-19 - Brævið til Hebrearar 13:5 - Bræv Jákups 1:9-11 - Bræv Jákups 5:1-6 - Fyrsta bræv Jóhannesar 3:16-18 - Opinbering Jóhannesar 3:17-19

Varskó til politikkarar, miðlar og fíggjarvald 2/3

Miðlakvørnin gruggar heldur enn at avdúka

Flestu av heimsins leiðarum, ráðandi serfrøðingum og miðlum eru ofta tætt knýttir at fíggjarvaldinum, sum í sær sjálvum hevur ført heimin út í fíggjarligt skrædl. Vandi er tí fyri, at myndin, almenningurin fær av heimsins støðu, ikki er heilt í samsvar við veruleikan. Hvat gera føroyskir miðlar fyri at avdúka sonnu myndina?

Miðsavnan av valdinum

Vit síggja eitt alheims rák, har fíggjarliga valdið verður miðsavnað hjá færri og færri fólkum. Talan er neyvan um nakra tilvitaða samansvørjing, men tað er tankavekjandi, at nógvir leiðarar og serfrøðingar verða fíggjaðir ella á annan hátt beinleiðis ávirkaðir av júst teimum fólkum, sum sita á pengunum - teimum, sum hava valdið til at velja, hvønn, tey vilja lata fígging til, og hvørja gransking tey vilja fíggja - og sum tískil lætt kunnu stýra ráðandi serfrøðini tann vegin, ið hóskar teimum best. Samstundis er tað eisini tankavekjandi, at fleiri og fleiri miðlar úti í heimi verða lagdir saman í alt størri altjóða miðlafyritøkur, sum eisini eru tætt knýttar at fíggjarvaldinum - og at alheims dagsskráin í stóran mun verður løgd av júst hesum somu miðlum.

Fría pressan er undir stórum trýsti. Nakrir av heimsins stóru siðbundnu miðlum, sum vunnu sær støðu sum journalistiskt óheftir miðlar, tá teir lítla ella onga kapping høvdu, liva enn høgt uppá ta tign, hetta gav teimum, og seta kanska enn dagsskránna í miðlaheiminum í ein ávísan mun. Men fleiri av hesum miðlum mugu sanna, at tann óheftað støða, teir fyrr høvdu, verður útholað alt meira, nú fleiri og fleiri miðlar gerast ogn hjá valdmiklum miðlamagnatum, sum seta ófrávíkilig krøv um avlop. Miðlarnir mugu í dag laga seg nógv meira til harðar marknaðartreytir, har kappast verður undir heilt øðrum fortreytum enn áður, nú ein ørgrynna av reinum undirhaldsmiðlum eru komnir á marknaðin at kappast við.

Lítil munur á alment og privat fíggjaðum miðlum

Partaeigararnir, sum eiga part í miðlunum, streingja í sínum lagi á fyri at fáa avlop av sínum íløgum. Men heldur ikki almennir miðlar sleppa undan trýstinum. Eru miðlarnir almennir, kunnu politikkarar spenna ella loysa skrúvuna, alt eftir hvussu nøgdir ella misnøgdir, teir eru við miðilin. Eisini teir sokallaðu 'óheftu' miðlarnir kenna seg tí trýstar til at framleiða meira populistiskt tilfar, sum fellur 'í smak' hjá politikkarunum - og verða sostatt beinleiðis ella óbeinleiðis stýrdir av áhugamálunum hjá teimum, sum eiga ella á annan hátt fíggja miðlarnar.

Hesir miðlar eru tí - sum ein óbeinleiðis avleiðing - farnir at líkjast meira og meira miðlunum, ið teir kappast við, sum bert hava handilslig endamál. Ja, fólk eru enntá farin at halda, at tað als ikki er neyðugt við alment fíggjaðum miðlum longur, tí tey síggja ikki tann stóra munin millum handilsligar og alment fíggjaðar miðlar meir! Fría, óhefta pressan stendur sostatt í vanda, um fígging ikki longur fæst til hana.

Ávirkanin á føroyskar miðlar uttanífrá

Hóast altjóða miðlafyritøkur ikki eiga føroysku miðlarnar, so tykist tað tó greitt, at føroyskir miðlar eru ávirkaðir av - og ofta 'mima' - sama slag av tíðindaflutningi, sum gongur aftur í øðrum miðlum uttanfyri Føroyar. Miðlarnir í Føroyum endurtaka í stóran mun tað, sum verður varpað út í teim stóru miðlunum uttanfyri Føroyar um heimsstøðuna - serliga í teim gomlu, heiðurskrýndu miðlunum, sum byggja á aldargamla siðvenju, har journalistiskur integritetur higartil tykist hava verið settur í hásæti, og har tíðindaflutningurin tí mestsum av sær sjálvum verður roknaður fyri at hava stórt trúvirði.

Tað er eitt kent fyribrygdi í miðlaheiminum, at jú fleiri miðlar bera somu tíðindi - og jú størri miðlar, jú meira 'sonn' halda fólk tíðindini vera. Øll herma meira og minni eftir hvørjum øðrum - serliga teim stóru miðlunum, so teir seta í stóran mun dagsskránna fyri alheims tíðindaflutningin. Føroyskir miðlar so at siga 'keypa' hesar 'viðtiknu sannleikar' og bera teir víðari - uttan at seta stórvegis spurnartekin við teir. Okkara miðlar so at siga lena seg uppat trúvirðinum hjá teim tignarligu miðlunum úti í heimi. Teirra trupulleiki gerst tí eisini okkara.

Miðlarnir stýrdir av peningaáhugamálum

Men tennirnar eru í stóran mun trektar úr teim miðlunum, sum okkara miðlar ofta "herma eftir". Tað ber í øllum førum til at staðfesta, at meginparturin av alheims miðlunum í longri tíð ikki tykjast at hava skilt álvaran í ráðandi heimskreppuni, tí teir megna ikki at fáa stórt meira burturúr heimskreppuni í sínum tíðindaflutningi, enn at spyrja teir somu politikkararnar og búskapar- ella samfelagsserfrøðingarnar, (ið sum sagt ofta sjálvir eru partur av somu skipan), um "vanligi borgarin kann vænta meira niðurgongd í búskapinum - ella um vit kunnu rokna við, at gongdin skjótt fer at venda aftur..."(!).

"Kritiska" viðgerðin í flestu av temum stóru miðlunum í heiminum stingur sjáldan djúpri enn, at tá tað longu ER gingið galið (so sum tá stórir bankar ella fyritøkur fara á heysin) so leypa miðlarnir á tey, sum sótu í ábyrgdarsessunum, og sum longu hava felt seg sjálvi, og kappast um at føra tey til skafottið til háð og spott og ávaring fyri almenningin. Men kanska fekst meira burtur úr at brúka orkuna til at finna fram til aftanfyriliggjandi strukturellu trupulleikarnar, sum loyvdu hesum fólkum at gera mistøk, og harvið fyribyrgja, at tað ikki hendir aftur. Men nei. Fólkini verða feld, men skipaninar yvirliva, so tá ein tíð er farin, enda vit aftur júst sama stað.

Dagligi miðlaveruleikin er, at vit sjáldan síggja miðlar gera annað enn at skava á yvirflatuni. Kanska tí annað ikki kann loysa seg? Miðlarnir kring allan heim eru fyltir av tómum undirhaldi og grunnskygdum miðlatilfari, sum rættiliga einvíst tykist dáma best at dyrka inneftirlítandi tilfar, sum hevur fokus á einstaklingin, á tað sjálvupptikna og á nærumhvørvið. Evni so sum sjálvsmenning, útsjónd, móti, spiritualitetur/ átrúnaður o.a.t. fáa lutvíst stórt pláss. Ikki tí at tað er nakað sum helst galið í hesum evnum í sær sjálvum, men tá tað verður gjørt so einvíst, so virkar tað avleiðandi og fær fólk at gloyma álvarsligar hóttanir uttanífrá, sum í veruleikanum eru nógv meira viðkomandi og nógv tað mest týdningarmikla at kunna og gera almenningin tilvitandi um.

Journalistar undir vaksandi trýsti

Verulekin er, at journalistiska dygdin og trúvirði er í størri vanda enn nakrantíð, tí vaksandi kappingin og krøvini á miðaløkinum úrslita í títtari og títtari skoðbráum og krøvum um størri og størri tíðindanøgd fyri minni og minni pening. Hetta er ein sjálvstyrkjandi tilgongd, sum streingir hart á journalistar í miðlum kring allan heim og hevur ført við sær, at ein serligur skjóttflótandi skriviborðs-miðlaveruleiki verður framdyrkaður, ið skoytar á tromini og ikki torir (ella ikki hevur tíð ella orku) at fara í dýpdina. Hesi vilkor trýsta sjálvt teir mest samvitskufullu journalistarnar til at leypa uppum, har garðurin er lægstur.

Fólk hava vant seg so mikið nógv við henda endaleysa streymin av skjótt søgdum tíðindum og grunnum tíðindastubbum í miðlunum, at fólk hava lyndi til at halda, at hetta er einasti mátin, miðlarnir kunnu endurspegla veruleikan - enntá journalistarnir sjálvir. Nógv okkara eru vorðin so von við henda mátan, at vit gloyma at seta spurnartekin við tað. Men eitt ella annað stað kennist tað helst innantómt fyri mong. Tað mesta fer bara framvið uttan at vit gáa stórvegis um tað.

Undirhaldsvirðið framum sannleiksvirðið

Nú tá miðlarnir sjálvir hava tynt sogið so nógv, mugu teir í hørðu kappingini um miðlabrúkararnar í stóran mun síla teirra egnu endurspeglan av veruleikanum eftir einum leisti, har tað, sum er mest sensasjonelt, verður raðfest hægst. Tað ræður í nógvum miðlum ikki longur líka nógv um at avdúka sannleikar, sum tað ræður um at framleiða "góðar søgur", sum selja - tvs. søgur, sum fólk tíma at lesa, síggja ella hoyra. Samstundis fær alt tað, sum IKKI kemur fram í miðlunum, tí tað ikki eru nóg góðar ella áhugaverdar søgur, minni relevans, tí vit fáa jú einki at vita um tað.

Journalistar/ritsjórar tosa um at raðfesta "ta góðu søguna". Men hvat er "ein góð søga"? Er tað tann søgan, sum lýsir sannleikan neyvast? Ella er tað søgan, sum øsir kenslurnar mest? Forteljitekniskt tykjast journalistiskar søgur serliga í sensasjónsmiðlum alt meira bygdar upp og frambornar eftir einum leisti, sum í veruleikanum hoyrir heima í fiktiónini - men sum journalistar í hesum miðlum er farnir at brúka í sínum søgum, tí hesin leisturin er effektivur, tá tað ræður um at vekja ans.

"Vesentligheitskriteriið" í hesum miðlum tykist mest verða stýrt av, hvat ið hevur mest forargingar- og/ella undirhaldsvirði. Vinklar verða spentir á tamb fyri at kroysta tær mest sensasjonellu yvirskriftirnar úr søgunum, so tær gerast meira 'spennandi' og betur fanga eygað. Forteljiteknikkur og figurar frá fiktiónini - antagonisturin / protagonisturin (hetjan / bakbeistið) - eru fluttir inn í journalistikkin. Heldur enn at leita eftir sannleikanum, tykjast journalistarnir at leita meira eftir hetjum og bakbeistum - allarhelst bakbeistum - at manna sínar søgur við. Teir fara tí eftir manninum, heldur enn eftir bóltinum.

Kritiskur journalistikkur bert eitt eiti

Hetta líður avdúkandi journalistikkurin undir. Kritiskur journalistikkur er í mongum miðlum kring heimin eftirhondini bara eitt eiti av sær sjálvum. Gamaní, ein rúgva av atfinningarsomum spurningum verða settir intervjúofrunum, so tað sær út sum "kritiskur journalistikkur", men ofta tykjast journalistarnir lítið áhugaðir í at lurta eftir svarunum. Hvat nú um tey, sum eru útvald til at spæla "bakbeistið" í søguni, vísa seg at at vera heilt vanlig fólk - og als ikki so beistaktig? So fer luftin jú úr "góðu søguni"! So tað ræður um ikki at geva "ofrunum" ov nógva talutíð - ella at benda tað, tey siga, so tað hóskar til fyritreytirnar í søguni - har ein so altíð kann umbera seg við, at ein rættur journalistur ikki má vera "mikrofonhaldari". Eg havi hoyrt, at hetta er ein vanlig viðmerking á donskum redaksjónum í skemti at siga: "Grav nu ikke for dybt, så du dræber historien!"

Nógvir journalistar vilja halda uppá, at teir eru høgt hevjaðir upp um at dyrka slík undirhaldsprinsipp í teirra journalistikki - og tað er eisini møguligt, at nógvir teirra eru tað, ella at hetta ikki er eitt tilvitað endamál í øllum førum. Men til ber at staðfesta, at tað gerst alt vanligari, at intervjú eisini í meira seriøsum miðlum - ístaðin fyri at halda fokus á at avdúka okkurt, sum kann brúkast til nakað - líkjast undirhaldandi kappingum um, hvør er besti retorikarin, hvør dugir best at seta hvønn uppá pláss - ella hvør kann útstilla hvønn persón mest sum syndabukk, vit onnur kunnu forargast um.

Tað er møguligt, at hetta ikki er tilvitað, men nógvir av heimsins miðlum tykist at avmarka seg alt meira til at tekkjast lægsta felagsnevnara, har tað ræður um at finna "offur", sum miðlakvørnin kann mala til fars og spýta út aftur sum grunt undirhald ella øsing fyri fjøldina, heldur enn at tæna nøkrum góðum endamáli. Tað kann onkuntíð fatast sum, at jú meira dám av einum Jerry Springer-líkum "freak show", ein sending/grein hevur, jú meira innari svínahundurin verður kitlaður, jú betri.

Kitla innara svínahundin

Fyri summi kann tað persónliga gerast ein vanlukka at verða mald í miðlakvørnini. Fyri onnur er tað vorðið gerandiskostur og bara ein partur av arbeiðsvilkorunum - kanska serliga fyri tey veruligu bakbeistini. Um so er, at miðlarnir endiliga finna eitt satt bakbeist at koyra í kvørnina, fær tað so nakrar avleiðingar fyri viðkomandi at vera avdúkaður? Nei, sjáldan, tí í morgin hava miðlarnir kastað seg yvir eina nýggja sensasjón, eitt nýtt offur, ein nýggjan syndabukk, eitt nýtt "freak show", sum upptekur sinnini, so fólk sleppa at smáøsa seg og at nøkta grenji-genið.

Í dagsins skjóttflótandi miðlaveruleika gerast dagsins tíðindi skjótari og skjótari "óaktuell" og verða løgd til viks og gloymd, so okkurt nýggjari kann sleppa framat. Hvussu nógv fólk - politikkarar o.o., sum javnliga eru undir ágangi frá miðlunum - hava ikki upplivað, at tey bara skuldu vápna seg við tolni og "ríða stormin av", so kundu tey halda fram, sum um einki var hent? Hvørja nyttu gera miðlarnir tá?

Spæl fyri gallarínum varðveitir valdið

Kunnu vit av røttum kalla slíkt "avdúkandi journalistikk"? Er hetta fingrapeikaríið og dagsins øsi-fix ikki meira at samanbera við eitt spæl fyri gallarínum, sum miðlar og makthavarar spæla við hvønnannan fyri at halda hvørjum øðrum uppá pláss, har tey sita - nemliga við valdinum? Hesi liva jú í sera stóran mun av hvørjum øðrum. Miðlarnir spæla við fyri at hava okkurt at eksponera og gera søgur um - og fyri at tryggja sær sína fígging ikki minst, meðan makthavararnir spæla við mest fyri at fáa eksponeringina - næstan sektin á á hvønn hátt, bara tey eru sjónlig. Eru miðlarnir ov grovir, fellir sympatiurin ofta til "ofrið", so tað man ikki vera so hættisligt at stilla upp í miðlunum kortini.

Men fáa tey, sum lurta, hyggja ella lesa, veruliga nakað burtur úr hesum almenna sýnisglugga fyri politikkaranna og miðlanna glæntrileik? Fáa tey nakað viðkomandi at vita, sum fer afturum spælið, lærir tey nakað nýtt og førir tey víðari fram móti skilabetri loysnum á samfelagsins trupulleikar...?

Stuttskygd áhugamál stýra

Sannleikin er helst tíanverri, at her eru kreftir uppá spæl, sum ikki tæna nøkrum góðum altruistiskum endamáli, men heldur stuttskygdum egináhugamálum á báðum síðum - bæði hjá miðlunum sjálvum og hjá teimum, sum brúka miðlarnar.

Fyri nógvar miðlabrúkarar ræður tað um at hava okkurt til at avleiða seg sjálvan við - okkurt, sum kann doyva ella fáa ein at gloyma eins egna keðiliga veruleika - antin við at droyma seg burtur til okkurt betri - ella við at lesa, hoyra ella síggja okkurt forargiligt ella syrgiligt, sum kann fáa ein til at hugsa: So ringt er tað hóast alt ikki statt hjá mær - ella: Tað er í øllum førum ikki mín skyld, men hansara/hennara skyld, dett bakbeist! Í báðum førum snýr tað seg um avleiðing.

Fyri miðlarnar ræður tað um at fáa kontanta avrokning, so ráðini verða til at framleiða tað næsta, tað næsta og tað næsta tilfarið aftur. Miðlarnir verða tí alla tíðina freistaðir til at geva fólkinum tað, fólkið tykist at eftirspyrja: antin doyvandi sovimedisin ella syndabukkar, tey kunnu avleiða sínar frustratiónir á.

Miðlar ala skúlagarðsmentalitet

Men hesin sera stutt- og grunnskygdi miðlaveruleiki elur fram og stuðlar undir ein primitivan mentalitet í samfelagnum, sum mest líkist mentalitetinum í einum skúlagarði, har øll royna at verja seg sjálvi við at vekja minst møguligan ans og peika á onnur, so tey sjálvi sleppa undan happingini. Við hesum survival-of-the-fittest frumskógarmentaliteti, venjast fólk til at hugsa sjálvsøkið og einans um dagin í dag og ikki um dagin í morgin. Av ótta fyri at koma í skotmála tora øgiliga fá at átaka sær veruliga ábyrgd - allarminst fyri teimum avleiðingum hetta ábyrgdarloysi hevur fyri okkum øll og fyri framtíð okkara. Tað bítir seg sjálvt í halan og gerst bara verri.

Hetta er so ókonstruktivt og so niðurbrótandi, at tað er beinleiðis lívshættisligt, tí tað gruggar veruleikan, ger okkum blind fyri orsøkunum til ta serstakliga vandamiklu gongd, sum í løtuni førir samfeløg kring allan heim - har í millum okkara - út í óføri og forðar fyri kjaki um veruligar loysnir og fyri tí felags altruistiska andanum, sum er fyritreytin fyri, at skilagóð fólk sleppa framat og størri neyðug átøk kunnu verða viðtikin og framd, sum kundu tryggja lívsgrundarlag okkara framyvir og bjargað heiminum undan oyðileggilsi.

Mín næsta grein er ein roynd at varpa ljós á hættisligu hvørvisjónina, okkara samfelagsskipan byggir á, og - sum alt bendir á - ber í sær vandan fyri beinleiðis týning av mannaættini.

Íblástur:

Frágreiðingar

Blaðgreinir

Bøkur

Heimasíður

Sjónbond og filmar

Bíblian

Gamla Testamentið: Fyrra Sámuelsbók 2:7 - Job 31:24-25, 28 - Sálmarnir 49:16-20 - Orðtøkini 11:4 - Orðtøkini 11:28 - Orðtøkini 23:5-6 - Orðtøkini 28:20 - Orðtøkini 30:8-9 - Prædikarin 5:10 - Jeremias 5:27-31 - Jeremias 9:23-24 - Ezekiel 28:2-10

Nýggja testamentið: Matteus 6:19-21 - Matteus 6:24 - Markus 4:18-19 - Markus 10:21-27 - Lukas 3:11 - Lukas 6:30 - Lukas 8:14 - Lukas 9:25 - Lukas 12:15-21 - Lukas 12:22-32 - Lukas 12:29-34 - Lukas 12:47-48 - Lukas 14:12-14 - Lukas 14:33 - Lukas 16:9-12 - Lukas 16:13 - Lukas 16:19-31 - Ápostlasøgan 2:44-45 - Ápostlasøgan 4:32 - Ápostlasøgan 4:34-35 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 4:8-21 - Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint 2:17 - Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 4:11-12 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika 2:5 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:6-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:8-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:17-19 - Brævið til Hebrearar 13:5 - Bræv Jákups 1:9-11 - Bræv Jákups 5:1-6 - Fyrsta bræv Jóhannesar 3:16-18 - Opinbering Jóhannesar 3:17-19

Varskó til politikkarar, miðlar og fíggjarvald 1/3

"Ballið er búið" - dómadagsprofeti ella realisma?     
Eyðsýndu trupulleikarnir, vit uppliva í Føroyum í løtuni, tykjast ongan enda at taka. Tíð er at taka seg um reiggj, men politiska leiðslan tykist als ikki viðurkenna, at Føroyar eru í djúpari kreppu, sum kann gerast nógv verri, um einki verður gjørt fyri at fyribyrgja tí. Men hvat gera politikkararnir við tað?

Føroyingar fingu annars ein ordans kvøkk - m.a. nú ein av størstu bankum og ein av størstu fyritøkum okkara fóru á heysin. Men tað steðgar ikki har. Dýr olja og fakfelagsstríð úrslita í einum fiskiflota, sum liggur við kai; fiskivinnan gevur einki avlop; vit stríðast við londini kring okkum um avmarkaða tilfeingið í havinum og missa altjóða góðkenningar av veiðu okkara sum burðardyggari veiðu, við stórum avleiðingum fyri søluvirðið av okkara fiski; vørur eru nógv dyrkaðar; arbeiðsloysið og fátækradømið veksur, so familjur ganga nærum svangar; stórt undirskot er á fíggjarlógini og á handilsjavnanum, meðan tørvurin á almennum íløgum bara veksur osfr. Hetta eru serstakliga nógvir samfelagstrupulleikar, sum plága okkum í senn.

Einstaklingar neyvan ábyrgdina

Í tíðindaflutningi og í almenna kjakinum fær ein ofta ta fatan, at samfelagstrupulleikarnir verða sæddir sum einstøk fyribrigdi, óheft av hvørjum øðrum, og helst úrslit av ódugnaskapi hjá einstaklingum - tað verið seg politikkarum, banka- ella vinnulívsfólki, sum ikki hava umsitið sína ábyrgd nóg væl. Hetta er uttan iva rætt í ávísan mun.

Men hevði tað verið stórt øðrvísi, fyri tað um leiðslurnar vóru skiftar út? Neyvan. Tí hetta stingur nógv djúpri enn bert til vantandi persónligar leiðsluførleikar hjá einstaklingum. Tað hevði eyðvitað verið skilabetri at hugt at trupulleikunum sum úrslit av einum yvirskipaðum trupulleika. Tað átti ikki at verið nøkur loyna, at teir trupulleikar, sum vit uppliva í Føroyum í dag, avgjørt ikki eru nakað eindømi í heimshøpi. Onnur lond, sum byggja á somu skipan sum okkara, uppliva júst somu trupulleikar sum vit.

Venda blinda eygað til

Um ein peilar av kring heimin, hvat hendir júst í løtuni, so gerst tað sólarklárt - bara við at brúka eitt sindur av skilvísari meting - at her ruggar ikki rætt. Einum nýtist ikki at vera serfrøðingur og at hava skrivað doktararitgerðir um búskap ella samfelagsvísindi fyri at finna út av, at her er okkurt spinnandi galið í heiminum á so nógvum ymiskum økjum. Tað verið seg á fíggjarliga, sosiala, rættarliga, samfelagsliga ella umhvørvisliga økinum osfr. - fyri bara at nevna nøkur dømi um øki, har trupulleikar bara tykjast at vaksa.

Tað tykist sum um, at politisku og fíggjarligu leiðslurnar - ikki bara í Føroyum, men kring allan heim - og við teimum eisini búskaparligu serfrøðingarnir og lóggávuvaldið - umframt (og ikki minst) miðlarnir - í stóran mun hava tikið høvdið undir armin, tí tey hava leingi vent blinda eygað til allar reyðu lampurnar, sum ávaraðu um tað alheims fíggjarliga ódnarveður, sum vit uppliva í løtuni, ið heilt eyðvitað fór at koma - og sum sannlíkt bara er toppurin av ísfjallinum.

Okkara trupulleikar ikki eindømi

Lat meg nevna bara nakrar trupulleikar - bæði globalar og lokalar, sum eru sera viðkomandi fyri øll og upplagdir fyri miðlarnar at viðgera í nógv størri mun, enn teir hava verið higartil. Her eru bara nakrir av teim sera hættisligu trupulleikunum, nógv lond dragast við - t.d.:
  • at undirskotið á fíggjarlógini veksur alsamt meira
  • at undirskotið á handilsjavnvágini veksur alsamt meira
  • at alheims frymlar fyri fíggjarvøkstur eyðsýnt ikki eru burðardyggir
  • at nakrir av heimsins fremstu búskaparfrøðingum, umframt oljuvinnan sjálv, hava - á síðstu altjóða ráðstevnuni hjá WEF (World Economic Forum) í Davos í Schweitz her í januar 2011 - viðgingið, at alt bendir á, at heimurin er longu farin um 'peak oil' punktið - tvs. at eftirspurningurin eftir olju veksur skjótari enn gongdin at finna og útvinna nýggja olju
  • at alheims fólkavøksturin veksur eksponentielt (í ár fer talið upp um 7 mia.!)
  • at fólkavøksturin fær eftirspurningin eftir fleiri matvørum, hentleikum og orku at vaksa so skjótt, at ídnaðurin/marknaðurin ikki kann nøkta tørvin
  • at økti eftirspurningurin førir við sær ógvusligar kostnaðarhækkingar, ið gera búskapin sera óstøðugan
  • at nógv dýrkaðar vørur minka um livistøðið, alt meðan munurin gerst alt størri millum 'vanliga' fólkið og tey vælbjargaðu - eisini í ríka partinum av heiminum
  • at tað er inflasjón - tvs. at munurin millum lønarstøðið og livikostnaðarstøðið veksur í stórum
  • at framleiðsluliðið er so bundið at skjótt dýrkandi orkukeldum, sum í flestum  londum mugu keypast og innflytast úr øðrum londum
  • at framleiðsluliðið minkar í stórum í flest londum í vesturheiminum
  • at arbeiðspláss minka í stórum talið og verða flutt til onnur fjarløgd lond
  • at arbeiðsloysið veksur í stórum
  • at miðalstættin minkar í stórum (serliga í USA)
  • at fleiri og fleiri liva undir fátækramarkinum, eisini í ríka heiminum
  • at fleiri og fleiri liva undir hungursmarkinum í heiminum sum heild
  • at fleiri og fleiri missa trygdina fyri at fáa (rætta) sjúkraviðgerð
  • at vaksandi (ovur)nýtsla økir um dálkingina og oyðingina av náttúruni, meðan vistfrøðiliga javnvágin fer alsamt meir av lagi og ger fólk sjúk
  • at atgongdin til feskt vatn minkar í stórum og at feska vatnið er í vanda fyri at ganga undan í nógvum pørtum av heiminum - eisini í ríka heiminum
  • at alheims veðurlagsbroytingarnar gerast alt meira eyðsýndar
  • at økt miðsavnan av miðlaeigaraskapi avmarkar óheftan og djúptgangandi tíðindaflutning, so fólk ikki gerast greið yvir vandan, tey liva í
  • at fíggjarheimurin hevur so stóra - og ofta korrumperandi - ávirkan á politikkin
  • at illa virkandi og fastlæstar stjórnir ikki tykjast førar fyri at leiða lond síni uttanum afturvendandi kreppur
  • at fleiri og fleiri pensjónsgrunnar fara á húsagang
  • at sosial- og sjúkratryggingar eru so óstøðugar og hava so lítið politiskt støðufesti, at tær sannlíkt ikki fara at megna at svara framtíðar skyldum
  • at fyritøkur verða lagdar saman og gerast so stórar, at tær eru "too big to fail"
  • at bankakervið og almennar fíggjarskipanir støðugt liggja á markinum til samanbrot
  • at lánibyrðan hjá privatum og hjá fyritøkum veksur alsamt meira
  • at talið av partabrøvum o.ø. derivatum, sum bert hava virði á pappírunum, veksur eksponentielt
  • at peningamongdin í ymsum londum ikki er verulig, men tilgjørd, og veksur í stórum, so vandin fyri devaluering veksur við ógvusligum avleiðingum fyri vanliga fólkið
  • at tað er manglandi gjøgnumskygni í heimsbúskapinum, nú USA hevur valt ikki longur at veita hagtøl fyri M3 peningamongdina (sí á Wikipedia undir 'Money Supply')
  • at fíggjarstovnar ofta verða umskipaðir uttan fyrilit
  • at Fiat gjaldoyra (sí Wikipedia undir 'Fiat money') verður mislíkahildið av ábyrgdarhavarum
  • at eitt vaksandi tal av fyritøkum søkja sær skattaskjól í øðrum londum
  • at lond luttaka í fleiri sera konstnaðarmiklum kríggjum í øðrum londum, sum hava vart longri enn Annar Veraldarbardagi, og sum eingin endi tykist vera á
  • at nógv vaksandi útreiðslur til tað almenna avmarka fíggjarliga mobilitetin og frælsið hjá einstaklingum og fyritøkum
  • at grundlógartryggjað rættindi og rættarvernd verður útholað
  • at fleiri og fleiri fangar sita í fongslum kring heimin
  • at talið av valdsgerðum veksur og yvirgangurin gerst ógvusligari

Omanfyristandandi listi er á ongan hátt fullfíggjaður, men hann lýsir greitt truplu støðuna, heimurin er í - ikki minst Føroyar! So nógvar avbjóðingarnar í senn taka orkuna, so minni yvirskot er til at loysa trupulleikarnar. Hesin negativi snyril, heimurin er komin inn í, er kanska allarstørsti trupulleikin.

Tað løgna er, at miðlarnir gera lutfalsliga lítið burtur úr hesum - als ikki í ein mun, so vanliga fólkið fær varhugan av, hvussu álvarslig støðan veruliga er. Tað er sjáldsamt at síggja hetta viðgjørt við tí álvara, ómaki og áhaldni, sum krevst, fyri at almenningurin fær rættiligt innlit í, hvussu stórir trupulleikarnir eru, hvørjar veruligu orsøkirnar til trupulleikarnar eru - enn minni, hvussu trupulleikarnir verða loystir! Sum kunnugt ber ikki til at loysa trupulleikar, ein ikki hevur eyðmerkt, ei heldur kennir orsøkina til. Heimsins trupulleikar eru so mikið álvarsligir - eisini um ein bara hyggur at teimum einstøku trupulleikunum hvør sær - at bara onkrir av teimum áttu at verið høvuðssøgur hvønn tann einasta dag í heimsins størstu og valdmiklastu miðlum, men tað eru teir ikki. Ein kann spyrja seg sjálvan hví.

Føroyar "in deep shit"

Í Føroyum hava vit, eins og onnur úti í heimi, riðið á eini bylgju, har vit - ella nøkur okkara - hava jonglerað við stórum virðum á pappírinum, men sum í veruleikanum ikki vóru meira verd enn páppírið, hesi sokallaðu "virði" vóru skrivað á. Bløðran er brostin - keisarans klæði eru ikki til, men kortini tykjast mong ikki ordiliga at rakna við enn - allarminst politikkararnir, sum tykjast at standa púra ráðaleysir. Tað er, sum um teir halda, at tað bara er ein óndur dreymur, og at vit skjótt fara at vakna úr honum. Men nei. Trupulleikarnir steðga ikki har, tí búskapur okkara hvílur als ikki á tryggari grund fyri tað, um Fíggjarligt Støðufesti - at síggja til - seinkaði ferðini "niður í avgrundina".

Nógvar reyðar lampur blinka í Føroyum í løtuni, nú Fiskavirking er farið á heysin og flotin liggur við kai. Hvat nú um oljan bara dýrkar og dýrkar, sum nógv bendir á, at hon fer? Sveiggini í heimsbúskapinum eru so ógvuslig í løtuni, at tað ikki er ósannlíkt, at oljan knappliga kann gerast dupult so dýr, sum hon er nú, har hon longu er dupult so dýr, sum hon var fyri bara fáum árum síðani. Hvat gera vit í Føroyum, um hetta hendir? Kanska longu innanfyri fá ár, sum summi óttast? Hvat gera vit, tá tað ikki longur kann loysa seg hjá fiskiskipunum at royna eftir fiski? Hvussu fáa vit so okkara vinnulív og búskap til at hanga saman?

Vit mugu staðfesta, at Føroyar eru ósjálvbjargnar á flest øllum økjum, av tí at her innflyta vit mestsum alt, sum vit brúka. Alt skal flytast yvir stórar frástøður við farmaskipum, tí vit eru so fjarskotin. Farmaflotin kann ikki sigla uttan olju. Umframt at nógv av fiskinum, sum vit skulu liva av, ikki kemur til lands og ikki kann avreiðast uttan eitt fiskiflota, sum heldur ikki kann sigla uttan olju. Øll ferðsla annars til og úr landinum - loftvegis og sjóvegis - er eisini 100 prosent bundin at oljuni.

Ov seint, tá oljan ER ov dýr

Tað skal ikki nógv hugflog til at síggja, at vit eru sera, sera sárbær, um oljan dýrkar enn meira! Men hvussu nógvir politikkarar eru ella hava verið nóg framskygdir til alment at bera fram visjónir um eina Plan B fyri Føroyar, um oljan gerst ov dýr? Hvussu nógvar politkkarar hava vit her í Føroyum, sum raðfesta at finna - skjótar (!) - loysnir, sum kunnu gera okkum minni sárbær og leysari av dýru oljuni?

Hví hava myndugleikar okkara ikki langt síðani syrgt fyri, at orkunýtslan hvílur nógv meira á burðardygga, varandi orku - so sum vatn, vind, sól, sjóvarfall og aldu? Tí tað má sjálvandi henda ongantíð nóg skjótt! Tað er ov seint at seta hetta í gongd, tá vit ikki longur hava ráð til at gjalda fyri oljuna!

Hví hevur ikki verið hugsað meira um at fyribyrgja kreppuni í teim góðu árunum við at gera størri íløgur í verkætlanir, sum skuldu tryggja okkum betri í ringum árum? Tað kann ikki taka fólka bóli, at oljan ikki fór at vera nøkur varandi orkukelda. Longu í 2002 varð uppkast gjørt til føroyska ætlan um burðardygga menning, men hví hevur verið so lítið at sæð til hetta síðani? Politikkarar tosa enn um at seta risastórar, lítið virðisskapandi ørvitisverkætlanir í verk, ístaðin fyri at brúka fíggjarorkuna til at taka stig, sum gera Føroyar meira sjálvbjargnar á orkuøkinum og harvið búskapin minni sárbæran. Hetta sigur alt um, hvussu lítið teir taka støðuna, vit eru í, í álvara.

Politikkarar og miðlar líka sein

Tað finnast nógv, sum hava roynt at tikið stig til framtíðartryggjaðar loysnir á orkuspurningin, men hava hesi fólkini fingið tað plássið í miðlunum, sum svarar til tann týdningin, teirra verkætlanir veruliga hava fyri framtíðina? Spurningurin er, um manglandi íløguviljin m.a. er ein avleiðing av, at miðlarnir ikki hava verið nóg áhugaðir í at varpa ljós á hesi umráðandi mál í nóg stóran mun. Miðlarnir tykjast líka so lítið áhugaðir í alternativum verkætlanum, sum tey, ið sita við valdinum, tykjast vera.

Í øllum førum ber til at staðfesta, at miðlarnir ofta so makliga "gloyma" at viðgera - ikki bara hetta, men eisini onnur sera álvarslig og umráðandi samfelagslig mál - ella fara alt ov lættliga og grunnskygt um tey. Tí Harragud veit, at her er nógv, sum tað er alneyðugt at varpa ljós á í miðlunum - m.a. tað, at sjálvt grundarleggjandi tilverugrundarlag mannaættarinnar kann vera álvarsliga hótt, um ikki vit taka annað skinn um bak. Um henda ignoransan er tilvitað ella ei, ber ikki til at siga, men at hon er sera høglig fyri tey, sum sita við valdinum, er eingin ivi um.

Dómadagsprofetar ella realistar?

Men ikki øll lata seg snýta. Tað er týðiligt, at ónøgdin millum vanlig fólk bara veksur - ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Tolið er uppi hjá mongum - bæði við fíggjarheiminum, við politikkarunum, við serfrøðini og við miðlunum. Tí nú eru ítøkiligar avleiðingar av teirra manglandi realitetssansi, viðsjóns- og ráðaloysi farnar at merkjast av álvara. Nú fleiri og fleiri sjálvi gerast offur, gerast tey eisini tilvitað um álvarsligu trupulleikarnar, sum herja heimin í løtuni, og kanska eisini um samanhangin aftanfyri.

Tað er alneyðugt at gera nakað við trupulleikarnar beinanvegin, um tað ikki skal enda púra galið, men nógv av teimum, sum leingi hava rópt varskó og roynt at varpa ljós á samanhangirnar, hava verið dømd sum dómadagsprofetar, heldur enn at verða tikin í álvara sum realistar - eisini hóast tey hava víst á ítøkiligar loysnir. Tey verða meira ella minni tagd burtur, meðan teir somu vanligu politikkararnir og serfrøðingarnir eru teir, sum enn lættast sleppa framat í miðlunum.

Hví fylla hesi álvarsmál so lutvíst lítið í miðlunum? Er tað tí, at tað verður hildið at vera ov fløkt at taka støðu til? Er tað tí, at miðlarnir ikki halda, at fólk orka at rúmast slíkum 'dómadagstosi'? Er tað tí, at miðlarnir óttast fyri at missa lurtarar/síggjarar/lesarar og harvið inntøkur, um tey taka slík óhugalig evni upp á tungu? Tað er spurningurin. Men úrslitið er í øllum førum, at tey, sum eiga ábyrgdina av skeivu gongdini, sleppa so gott sum ótarnað at halda fram snikkaleyst, meðan ringi standurin í heiminum bara versnar.

Í næstu greinini fari eg at viðgera leiklutin hjá miðlunum nærri, sum ístaðin fyri at brúka orkuna uppá at vísa á loysnir, brúka mestu orkuna til at peika fingrar ella framleiða doyvandi innantómt undirhald. Støðugt harðari avbjóðingar fáa miðlarnar at fara uppum, har garðurin er lægstur ella eftir lægsta felagsnevnara. 

Íblástur:

Frágreiðingar

Blaðgreinir

Bøkur

Heimasíður

Sjónbond og filmar

Bíblian


Gamla Testamentið: Fyrra Sámuelsbók 2:7 - Job 31:24-25, 28 - Sálmarnir 49:16-20 - Orðtøkini 11:4 - Orðtøkini 11:28 - Orðtøkini 23:5-6 - Orðtøkini 28:20 - Orðtøkini 30:8-9 - Prædikarin 5:10 - Jeremias 5:27-31 - Jeremias 9:23-24 - Ezekiel 28:2-10

Nýggja testamentið: Matteus 6:19-21 - Matteus 6:24 - Markus 4:18-19 - Markus 10:21-27 - Lukas 3:11 - Lukas 6:30 - Lukas 8:14 - Lukas 9:25 - Lukas 12:15-21 - Lukas 12:22-32 - Lukas 12:29-34 - Lukas 12:47-48 - Lukas 14:12-14 - Lukas 14:33 - Lukas 16:9-12 - Lukas 16:13 - Lukas 16:19-31 - Ápostlasøgan 2:44-45 - Ápostlasøgan 4:32 - Ápostlasøgan 4:34-35 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint 4:8-21 - Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint 2:17 - Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi 4:11-12 - Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika 2:5 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:6-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:8-11 - Fyrra bræv Paulusar til Timoteus 6:17-19 - Brævið til Hebrearar 13:5 - Bræv Jákups 1:9-11 - Bræv Jákups 5:1-6 - Fyrsta bræv Jóhannesar 3:16-18 - Opinbering Jóhannesar 3:17-19