Wednesday, September 17, 2008

Frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag III

Eftir Elin Heinesen, stjóra í SamViti

Høvuðsvinna okkara er í kreppu, og tosað verður tí um víðagitna triðja beinið, sum skal bjarga búskapinum. Men hvussu skapa vit betri fortreytir fyri menning av verandi vinnu og fyri ørðum lønandi vinnum? Tiltrúgvin til møguleikarnar tykist ikki stór. “Tað ber ikki til!” verður ofta tikið til. Men júst hesin hugburður er helst størsta forðingin. Vit hava brúk fyri at fokusera á møguleikar og suksessøgur, heldur enn á forðingar og at grenja um gongdina og hvønnannan.

Skulu vit skapa betri grundarlag fyri neyðugari vinnumenning og búskaparvøkstri, mugu vit tora at siga: Jú, tað ber til! Tað ber til við at hugsa øðrvísi og lata upp fyri at síggja møguleikar aðrastaðni, enn vit fyrr hava sæð teir. Hvussu ber tað til, at New Zealand kann selja seyðakjøt og Thailand kann selja rækjur í Føroyum? Lond, sum liggja hinumegin knøttin! Hvat duga tey, sum vit ikki duga?

Hetta eiga vit at læra av. Eisini kunnu vit læra av, hvussu lond, vit samanlíkna okkum við, t.d. hava samantvinnað handilsliga og mentanarliga fatan í nógv størri mun enn vit. Og vit kunnu læra av, hvussu onnur við stórum viðburði hava dugað at ment vitanar- og upplivingarsamfelagið ígjøgnum fokus á nýskapan, nýhugsan, tøkniligt knowhow og vørumenning.

Samstarv flytir okkum inn í nýggja búskapin
Fyrst mugu vit flyta fokus. Fremstu kappingarneytar okkara eru ikki at finna innanfyri landoddarnar, men eru útlendskar fyritøkur. Heldur enn at brúka orku uppá óneyðuga dýra innanhýsis kapping, eiga vit at vera opin fyri jaligum og fordómsfríum samskifti innanhýsis í føroyskari vinnu, millum tað almenna og vinnuna, og millum føroyingar og áhugapartar uttanlands – og ganga saman um at náa málum, øll hava felags áhuga í.

Ein møguleiki er at semjast um heildarætlanir fyri ymisku vinnurnar, ið skulu tryggja, at politiska skipanin ikki leggur óneyðugar løgfrøðiligar, handilsligar og aðrar forðingar í vegin, og at vinnan ikki leggur óneyðugar forðingar fyri sær sjálvari, men heldur samstarvar, har samstarv er møguligt til gagns fyri allar partar. Hetta samstarvið er alneyðugt, um vit veruliga skulu flyta okkum inn í nýggja búskapin.

Vilja vit ganga nýggjar leiðir, og vilja vit samstarva og netverka eisini tvørtur um siðbundin mørk og tvørtur um landamørk, har tað ber til, standa vit nógv sterkari úteftir. Soleiðis tryggja vit eisini nýskapandi og virðisøkjandi kreftum bestu umstøður, so enn fleiri og fjølbroyttari virðisskapandi fólk dragast at hesum landi.

Mugu leggja dent á vakstrar- og útflutningsvinnu
Men til tess at náa hesum máli má nógv størri fokus vera á vakstrar- og útflutningsvinnu – serliga á at menna handils-, tænastu-, vitanar-, ferða- og upplivingarvinnu (vinnur, sum við altjóða heitum eru: BornGlobal og/ella BornCreative), tí tað er har, vit hava stórar møguleikar fyri víðkan. Tað er har akademisku førleikarnir veruliga gera mun. Og tað er har framtíðar møguleikarnir fyri búskaparvøkstri liggja. Tað er ikki løtuverk, men eru vit framsíggin og proaktiv, økja vit okkara tjansir at skapa ein væl sterkari búskap, enn vit hava í dag.

Einki er til hindurs fyri, at eisini vit kunnu gera okkara vitan, okkara mentan og okkara umhvørvi til eitt jarnbrot fyri vøkstur og menning her á landi, og harvið skapa fyrimyndarligan gróðrarbotn fyri framtøk, ið skapa áhuga út um landamørk og vøkstur fyri samfelagið sum heild. Her er vitanar- og upplivingarbúskapurin (herundir t.d. ferðavinna) ein hóskandi vegur at ganga hjá okkum í Føroyum, tí her hava vit kanska betri kort á hondini enn tey flestu, um vit bara duga at brúka tey. Fyrimunurin við vitanar- og upplivingarbúskapinum er, at vit kunnu framleiða vørur, sum eru eindømi, og sum ikki kunnu hópframleiðast – serliga tá upplivingarnar er tengdar at landinum, vit búgva í.

Framtíðin liggur í nichuvørum
Siðbundna vinnan og ídnaðurin liggur í blóðugari kapping við onnur, sum framleiða nøkurlunda somu vørur nógv bíligari, og steðgar meira ella minni upp í løtuni. Meðan vinnur, ið framleiða virðisskapandi vitan, unikkar vørur, tænastur og upplivingar, eru í stórum vøkstri. Tí er tað av serstakliga stórum týdningi, at vit byrja at fokusera á, hvat vit kunnu framleiða av øðrvísi, serstøkum vørum og tænastum – ítøkiligum sum óítøkiligum virðum. Samstundis mugu vit duga at gagnnýta øll, sum kunnu geva sítt ískoyti til nýggja búskapin – til vørumenning og til munadygga marknaðarføring. Vit mugu bjóða bestu og mest nýskapandi arbeiðsmegini bestu møguleikarnar fyri at liva og virka her á landi. Til ber at byrja tíðliga við t.d. at bjóða lesandi praktikkpláss í føroyskum fyritøkum, har tey kunnu loysa viðkomandi vinnuligar uppgávur.

Føroyskar vørur og tænastur umboða nichur á altjóða marknaðinum, sum hava góðan møguleika at vekja ans millum partar av altjóða keyparaskaranum. Her ræður um at gera rættar íløgur, og vita, hvar íløgurnar gera størsta munin. Tvs. málrætta vørumenning og marknaðarføring til úrvaldar marknaðir og málbólkar á ein hátt, sum bindir saman vørunnar uppruna og trúvirði við fatanina fyri tørvinum í tí serstaka marknaðinum, har vøran skal seljast.

Hjáútvinsla ein góður møguleiki
Vit hava eina siðbundna fiskivinnu, sum als ikki brúkar allar teir møguleikar, sum liggja í rávøruni – fiskinum. T.d. er Danmark størsta insulinútflytandi landið í heiminum í dag, tí danir dugdu at menna nýggjar møguleikar burturúr hjáútvinsluni frá teirra umfatandi siðbundu svínaframleiðslu. Soleiðis eiga eisini at liggja aðrir – kanska stórir – møguleikar í okkara høvuðsvinnu, sum vit bara kunnu fáa eyga á, um vit tora at hugsa og gera tingini eitt sindur øðrvísi, enn vit plaga.

Summi eru gingin undan við nýhugsan, so heilt eiðasør eru vit ikki. Men vit eiga at gera væl meira burtur úr hesum. Kunnu vit t.d. fáa meira burtur úr fiskalivur ella fiskaskræðu? Kunnu vit fáa meira orku burturúr vindi, aldum og streymi, sum vit hava so ríkiligt av? Liggja ótroyttir møguleikar í upplivingar- og ferðavinnu? Her má gransking og íløgur til fyri at skapa fortreytir fyri vørumenning og dyrkan av nýggjum marknaðum.

Meira beinrakin marknaðarføring
Tørvur er á at gera føroyskar vørur og tænastur sjónligari og lættari tilgeingiligar á altjóða marknaðinum tey røttu støðini – serstakliga umvegis internetið, tí internetið er ein alráðandi miðil, sum kollveltir heimsmarknaðin í løtuni. Tað er blivið meira ómakaleyst enn nakrantíð hjá fólki at leita sær vitan um vørur – og at bíleggja og keypa tær, hóast tær verða framleiddar hinumegin knøttin. Hetta hevur rættiliga sett ferð á alheimsgerðina. Keyp og søla fer í stórliga vaksandi mun meira og meira fram ímillum smærri eindir – peer to peer – sum kunnu liggja nógvar túsund kilometrar burtur frá hvørjum øðrum. Tað ger ikki mun. Hetta er eitt nýtt atferðarmynstur á marknaðinum, sum veruliga kann koma okkum, sum eru so smá, til fyrimuns.

Her mugu vit finna fram til, hvussu vit t.d. kunnu gera okkum galdandi á einum alheimsmarknað, har kappingin er beinhørð og harðnar alt meira, jú fleiri brúka internetið. Tað er hesari avbjóðing, vit mugu møta. Hvussu raka vit rætt, og hvussu eydnast vit við einari marknaðarføring, sum kann skapa kensluna av samleika og samkenning – tvs. inspirera fólk til at hugsa: “Hetta er ‘cool’ fyri meg at keypa”?

Hvussu hugtaka vit onnur?
Um vit vilja økja okkara umsetning, mugu vit duga at spinna vørur okkara inn í søgur, sum fáa fólk til at tilleggja vørunum meira týdning ella meira virði, enn vøran í sær sjálvum ítøkiliga hevur, og soleiðis geva vørunum ein samleika, sum ger, at tær verða lagdar merki til og kendar aftur. T.d. at lýsa vørurnar í einum samleikaskapandi og/ella sniðgevingarligum høpi á ein slíkan hátt, at fólk antin kenna seg aftur, vera hugtikin ella bara halda, tað er spennandi og ‘cool’ at keypa júst eina tílíka vøru, tí tað sigur júst teimum nakað serligt.

Tað er tí, tað er so neyðugt, at vit saman finna út av, hvat okkara brand er. Hvat er okkara styrki. Hvat er okkara ‘genious’. Hvussu brúka vit tað? Hvussu vísa vit okkara vørur fram á ein lættan og brúkaravinarligan hátt? Hvussu møta vit eftirspurninginum úti í heimi og seta okkara vørur inn í hetta høpi? Og hvussu fortelja vit søgurnar um vørur okkara á ein áhugavekjandi, hugtakandi og minnisverdan hátt? Hvørjir eru møguleikarnir at koordinera tað við ferðavinnu og annað sum stuðlar uppundir brandið? So sum tey t.d. hava gjørt á Læsø, har siðbundna saltframleiðslan á oynni eisini er ein stór ferðafólkaattraktión, sum er við til at stuðla uppundir brandið ‘Læsø salt’. (www.sydesalt.dk).

Ganga saman um at branda okkum
Øll kunnu sjálvandi royna at gera hetta hvør sær – tvs. hvør fyritøka brandar seg individuelt og klárar seg sum best soleiðis. Men í stóra samanhanginum eru føroyskar fyritøkur mikroskopiskar. Ofta er úrslitið bara, at avmarkaða fíggjarorkan hjá okkara lutvíst sera smáu fyritøkum ger alt ov lítlan mun, og at fyritøkurnar so ístaðin kappast ósunt og køva hvønnannan innanhýsis, áðrenn tær nakrantíð eru náddar út í heim.

Ein annar – meira konstruktivur møguleiki er at ganga saman í netverk fyri øll, sum síggja fyrimunirnar í at arbeiða saman fyri at standa sterkari í kappingini frá útheiminum og skapa ein meira vitanar- og upplivingargrundaðan búskap í Føroyum.

Til ber at seta sær mál og gera heildarætlanir saman – í netverkum ella tvørfakligum bólkum – t.d. ætlanir fyri, hvussu fiskivinna kann fáa betri nyttu burtur úr menniskjansliga tilfeinginum, eisini teim væl útbúnu – og hvussu vit gera hetta tilfeingið meira tøkt. Hetta er ein háttur at seta ferð á vakstrar- óg útflutningsvinnu og skapa synergi til gagns fyri bæði einstakar fyritøkur, føroyska vinnu og samfelagið sum heild.

Elin Heinesen, stjóri í SamViti, sept. 2008

No comments:

Post a Comment