Wednesday, September 23, 2009

Samhaldfesti tryggjar vøkstur í ferðavinnu


Fjóðra av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, 
eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti:

Ábyrgdin fyri at loysa trupulleikan við tómum hotelkømurum liggur ikki bara hjá tí almenna. Øll ferðavinnan – almenn og privat – má arbeiða saman í felag, um ferðavinnan skal taka dik á seg. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn – fyri at gera neyðugar miðvísar heildarætlanir og gagnýta givin høvi best.

Eg eri ikki ósamd við fólki í ferðavinnuni um, at ferðavinna er forsømd í Føroyum av tí almenna. Politikkarar i Føroyum hava ikki kent sína vitjanartíð og áttu at havt raðfest ferðavinnu hægri fyri langari tíð síðani. Tað merkir tó ikki, at tað almenna eigur alla ábyrgd fyri, at ferðavinna skal hepnast í Føroyum. Hepni byggir á ein felags innsats, har alt má spæla best møguligt saman.

Privata vinnan má sjálvandi vera fremsta drívmegin, men politiska skipanin má taka sín part við t.d. at syrgja fyri einum effektivum infrastrukti – serliga út í heim, gera lagaligar lógir og reglur, sum ikki virka forðandi fyri vinnuna, og t.d. stovna tjóðargarðar. Kommunurnar mugu veita best hugsandi praktisku umstøðurnar sum t.d. halda býir og bygdir reinar og vakrar, so tær eru verdar at vísa fram, reka kunningarstovur, veita atgongd til almenn toilett, etablera, reka og viðlíkahalda kampingpláss, seta skelti upp o.a. Meðan almenna ferðaráðið sum óheftur partur kann savna serfrøði, dagførda vitan og hagtøl, sum hent amboð fyri vinnuna, og hava leiklutin sum ráðgevi og samskipari av felags marknaðarførings- og ferðavinnumenningarátøkum – og í ávísum førum sum veitari av fíggjarligum stuðli til felags átøk – í øllum førum so leingi sum vinnan enn er so lutvíst avmarkað.

Heildarætlan alneyðug
At selja eitt land gerst ikki yvir nátt. Royndir aðrastaðni vísa greitt, at fyrireiking skal til, so alt sampakkar og spælir sum best saman. Semja má vera millum allar partar við áhuga í at menna ferðavinnu um at gera eina heildarætlan, sum stingur út í kortið, hvørji grundvilkor mugu fáast í rættlag, hvørjir marknaðir skulu troytast, og hvørji tilboð skulu mennast. Tilboð og pakkar mugu mennast, sum svara til og stuðla uppundir eina ávísa samanhangandi, dragandi ímynd av Føroyum – t.d. sum besta, mest óspilta oyggjaland í heiminum, tí tað er besta boðið uppá eitt ‘trekkplástur’ í løtuni. Nógvir útlendingar vænta hetta av Føroyum, nú National Geographic Traveler serfrøðingarnir hava lýst Føroyar so.  Ein ætlan má eisini leggjast fyri, hvussu tann góða søgan skal spjaðast á røttu miðunum – ikki bara einaferð, men yvir longri tíð.

Føroyingar hava nógv góð tilboð at lokka við, men hava eisini størri avbjóðingar enn onnur. Serlig ferðamál sum Føroyar, ið liggja í lutvíst dýrara endanum við avbjóðandi veðri og lutvíst avmarkaðum, kanska óregluligum flutningi, eru ikki støð, tey flestu velja at ferðast til – í øllum førum ikki frá einum degi til tann næsta. Men tað merkir tó ikki, at vøran ikki er góð ella marknaðurin ikki er nóg stórur fyri Føroyar. Nógv onnur ferðatilboð eru bara nógv lættari atkomilig og bíligari fyri somu málbólkar, og føroyingar mugu tí kýta seg serliga nógv.

Tað er ikki minst týdningarmikið at vita, at eitt ávíst tol má til eisini, tí reaktiónstíðin hjá ferðafólki, sum møguliga hava áhuga í at ferðast til eitt ókent land sum Føroyar, kann vera fleiri ár. Tey, sum yvirhøvur vita, at Føroyar eru til, ímynda sær kanska bara at koma einaferð í lívinum til Føroya. Tey skulu veruliga vilja tað og brúka kanska ár uppá at fyrireika seg mentalt til at taka stigið til at fara eina slíka ferð. Ferðavinnan í Føroyum kann einans royna at gera tað lættari at taka stigið.

Onkur higanifrá má skumpa undir regluliga fyri at gera vart við og minna hesi fólkini á Føroyar – aftur og aftur – so tað blívur til meira enn bara við tankan. Um fólk skulu fáast at vitja fyrst einaferð – og so aftur og aftur – krevur tað, at upplivingin var so mikið góð, at tey fáa hug at endurtaka hana. Og tað krevur áhaldandi marknaðarføring av serligum skilvísum tilboðum, sum laga seg eftir hesum ávísu málbólkunum – og eftir tørvum, sum skifta við tíðini.

Leikluturin hjá almenna ferðaráðnum
Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva – at fáa veruliga gongd á ferðavinnuna og at sannføra bæði almenning og politikkarar um, at hetta er ein vinna, sum er verd at byggja á, serliga nú tá vinnan tykist at vera í afturgongd. Skal vend koma í og uppgávan loysast nøktandi, má ikki steðgast í hálvum gekki. Øll mugu vera fyrireikað uppá at gera eitt langt seigt hál.

Ferðavinnan kann bert lata seg væl í til uppgávuna, um fólk áhaldandi ganga sama stev, og um nóg nógvar ressursur verða settar av til at gera hálini ár undan ári. Tað privata tykist ikki at hava orkuna at lyfta uppgávuna einsamalt. Mest upplagda niðurstøðan er, at skattakrónur mugu setast av til endamálið eisini. Tað er hóast alt ikki tað ringasta at brúka skattakrónur til, tí íløgan kann koma fleirfaldað aftur. Spurningurin er, hvønn leiklut tað almenna eigur at spæla, tá íløgurnar skulu brúkast.

Tað verður, sum er, væntað av tí almenna, at tað traðkar til, har vinnan ikki hevur orkuna at taka um endan. Eitt alment ferðaráð hevur sum óheftur partur kanska meira orku enn tað privata til at arbeiða langskygt, lyfta seg uppfrá og hyggja frameftir, um tað fær góðar umstøður at arbeiða í, tí sum er, hevur vinnan úr at gera bara við at fáa endarnar at røkka saman í tí dagliga – og tí ikki nógv yvirskot til at lyfta seg uppum tað dagliga.

Um almenna ferðaráðið fær hóskandi ressursur at arbeiða við, kann tað – eftir míni bestu sannføring – víðka nógv um inntøkumøguleikarnar hjá vinnuni t.d. við at samskipa marknaðarføringina hjá privatu veitarunum, menna amboð, veita hagtøl og vísa á nýggjar leiðir og potentiellar málbólkar – m.a. gjøgnum samstarv við ferðavinnufyriskiparar og almennar ferðavinnustovnar aðrastaðni. Roynt hevur verðið eftir førimuni við tøku ressursunum, men tað hevur higartil rokkið ov lítið, tí kappingarneytarnir uttanlands hava og brúka so nógvar ferðir meira.

Ferðaráðið lítla politiska undirtøku
SamVit – og undan tí Ferðaráðið – vísti aftur og aftur á, hvussu átrokandi tað er, at politikkarar raðfesta inntøkugevandi íløgur hægri – ikki minst í ferðavinnu – við t.d. at seta fleiri pengar av til marknaðarføring av Føroyum og til menning av ferðavinnuni. Hetta eru íløgur, sum eru átrokandi at gera meira enn nakrantíð júst í krepputíðum, men politiskur vilji var ikki tá til at játta størri upphæddir til sjálvan stovnin við ábyrgdini fyri menning av ferðavinnu.

Eg kann ikki svara uppá, hví stovnurin ongantíð fekk breiða undirtøku frá politiskari síðu, men eg veit, at onkur t.d. gav stovninum ábyrgdina ella ‘skyldina’ fyri, at ymisk ítøkilig viðurskifti ikki eru í lagi – t.d. at kamping- ella skeltisviðurskiftini í Føroyum eru ov vánalig, ella at ikki fleiri golfbanar eru í Føroyum, og at tað helst mundi vera tí, at ferðafólkatalið ikki er økt. Men hetta er at gera ov skjótar niðurstøður. Hesi fólkini munnu hava yvirmett valdið, eitt ferðaráð kann ella skal hava. Tey hava helst eisini misskilt leiklutin hjá almenna ferðaráðnum. 

Sum landstovnur hevur ferðaráðið ikki nóg nógv starvsfólk til at kunna fara niður í allar smálutir og heldur ikki pengar at seta av til at útbyggja ítøkiligar lokalar ferðafólkatænastur so sum kampingpláss, golfbanar ella skelting. Hetta er ein praktisk uppgáva, sum ávikavist tað kommunala og tað privata hava ábyrgd fyri at taka sær av – í øllum førum alla aðrastaðni enn í Føroyum. Ferðaráðið kann bert leggja lag á við tilmælum og leiðreglum um, hvussu praktisku uppgávurnar loysast best og mest professionelt, og so dúva uppá, at onnur fylgja ráðunum í tilmælunum um at fáa ávís viðurskifti í lagi – eins og SamVit og undan tí Ferðaráð Føroya hava gjørt.

Endamálið við einum almennum ferðaráð má sjálvandi fyrst og fremst  vera at brúka sína avmarkaðu orku og serfrøði uppá marknaðarføring av landinum sum heild t.d. við at samskifta við miðlar og ferðafyriskiparar kring heimin, at gera neyðugar ferðafólkakanningar og leggja langskygdar ætlanir fyri marknaðarføring og menning saman við vinnuni. Hetta er eitt neyðugt og virðismikið grundarleggjandi arbeiði, sum úrslit ikki síggjast av beinanvegin, men sum vísir sítt virði uppá longri sikt. Men tað hevði politiska skipanin, eftir øllum at døma, lítið tol at bíða eftir.

Summir politikkarar yvirmettu eftir øllum at døma skjótleikan, ein kann vænta sær av arbeiðnum í einum ferðaráð, og virdu serfrøðina og arbeiðið hjá stovninum SamViti lítið, hóast veruleikin er, at stovnurin longu hevði skapt nógv góð úrslit við m.a. at hava verið við til at geva Føroyum serstakliga nógva og góða umrøðu í heiminum – helst meira enn nakrantíð fyrr – umframt veitt Føroyum nógvar góðar ambassadørar. Eingin kennir langtíðarávirkanina av hesum enn.

Endin var undir øllum umstøðum, at politikkararnir stillisliga góðtóku, at stovnurin var niðurlagdur og starvsfólkini flutt inn í Uttanríkisráðið. Hetta varð gjørt við einans einari grundgeving: Fyri at spara pengar, varð sagt. Men stutt eftir hava politikkarar nú kortini avgjørt at gera størri íløgur í almenna marknaðarføring av Føroyum, ið tað nú bara er Uttanríkisráðið, sum skal gagnnýta.

Er politisk marknaðarføring skilabesta loysnin?
Arbeiðið, sum SamVit gjørdi, skal nú gerast í einum aðalráð. Spurningurin er: Er hetta skilabesta loysnin fyri ferðavinnuna? Er tað tann mest effektiva og støðufasta loysnin at flyta ressursurnar til marknaðarføring og menning av ferðavinnu inn í politisku skipanina, longur burtur frá vinnuni? Nú er tað jú meira ein politiskt valdur ráðharri, sum hevur evsta rætt at gera av, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast við almennum pengum og ikki líka nógv vinnan ella serfrøðin innan økið, sum skulu avgera tað. Hetta kann ráðharrin so – um hann ynskir tað – gera eftir sínari sannføring eina tíð, til tann næsti ráðharrin kemur framat og ynskir at gera tað øðrvísi. Ein kann bert vóna, at politikkararnir lurta eftir serfrøðini, so onkur samanhangur verður, tí politikkarar verða skiftir út, sum politisku vindarnir blæsa – og harvið er vandi fyri, at marknaðarføringin av Føroyum verður, sum vindurin blæsur.

Men tað er ikki tað, henda greinin skal snúgva seg um. SamVit er kortini ikki til longur, so lat tað fara. Tað ræður nú um at at hugsa frameftir og geva ferðavinnuni eitt skump rætta vegin, líkamikið hvussu politisku karmarnir eru. Stovnar kunnu hvørva ella verða umskipaðir, men ferðavinnan hevur enn somu avbjóðingarnar. Tann veruleikin hvørvur ikki.

Ferðavinnan og tað almenna mugu standa saman
Skal ferðavinnan hepnast við at tryggja sær sjálvum betri kor, er tað sjálvandi ein grundarleggjandi fyritreyt, at vinnan og virkandi almenna ferðaráðið finna tað góða samstarvsstevið – líkamikið um tað eitur Ferðaráð Føroya, SamVit ella Visit Faroe Islands í Uttanríkisráðnum. Bert í felag kunnu partarnir tryggja, at tær fáu ressursurnar, sum eru tøkar, verða brúktar á besta og mest effektiva hátt og veruliga koma ferðavinnuni til góðar.

Eftir áheitan frá fólkunum í niðurlagda SamViti varð ein serdeild sett á stovn í Uttanríkisráðnum, sum skal taka sær av ferðavinnu burturav. Eg vil heita á ferðavinnuna um framyvir at standa saman um ferðavinnudeildina, og á ein skynsaman og konstruktivan hátt at royna at loysa trupulleikarnar saman við deildini. Tí um ferðavinnan bara sýnir ónøgd og ikki vísir forstáilsi fyri arbeiðsumstøðunum hjá sínum almenna sparringsparti, kann hon sjálv vera við til at undirgrava deildina, sum nú er virkandi ‘ferðaráð’. Politikkarar kunnu sannlíkt taka avleiðingina við at skerja ferðavinnudeildina (ella taka hana av, eins og gjørt var við SamVit) til stóran skaða fyri áhaldandi arbeiðið við menningini av ferðavinnu.

Arbeiðið hjá almenna ferðaráðnum fæst í øllum førum ikki at rigga, um tað verður avbrotið aðruhvørja løtu, alt eftir hvussu rumbluta politiska landslagið tilvildarliga sær út til einuhvørja tíð. Ferðavinnan fær einki burturúr at løga byrsuna og geva politikkarum ammunitión til at skjóta eftir ferðaráðnum, so teir fáa páskot til at niðurraðfesta ella avtaka tað. Ferðaráðið inniheldur hóast alt sera virðismikla serfrøði, royndir, vitan og ikki minst kontakt-netverk, sum vinnan kann njóta gott av, og um stovnurin ikki er til, missir ferðavinnan virðismiklar ressursur – bæði menniskjansligar og fíggjarligar ressursur. Tí eigur ferðavinnan, eftir míni meting – mest fyri sína egnu skyld –  heldur at  byggja verjugarð um sítt egna ráð og samstarva so tætt sum gjørligt við tað fyri at fáa sum best burturúr almennu pengunum.

Varandi virði taka tíð at byggja upp
Um arbeiðið við marknaðarføring og menning av ferðavinnu skal halda óavbrotið og ótarnað fram framyvir, má ferðavinnan í felag gerast samd um, um hon yvirhøvur vil hava eitt alment ferðaráð – á hvønn hátt og til hvat – og síðani adressera síni væl undirbygdu ynski til politikkararnar, tí tað eru teir, sum gera av, hvussu og í hvønn mun ferðavinna skal raðfestast, hvørjir karmarnir skulu vera, og hvørjar íløgur skulu gerast av fíggjarlógini.

Politikkarar mugu fyri sín part semjast um eina visjón – skal Føroyar útbyggjast sum ferðaland ella ikki – og so vísa í verki, at teir raðfesta hetta á fíggjarlógini, heldur enn at turka alla ábyrgd fyri eina haltandi ferðavinnu av á eitt ferðaráð, teir sjálvir frammanundan hava skorið inn á bein og gjørt tannleyst. At taka brádligar kollveltandi avgerðir í heilum t.d. um at avtaka ella heilt at umskipa stovnar, sum vara av ferðavinnuni, hjálpir í øllum førum ikki uppá støðuna, men bumbar í ringasta føri bara arbeiðið mong ár aftureftir.

Ferðavinnan, politikkarar og almenningurin mugu gera sær greitt, at sjálvandi krevur tað tíð og ressursur at byggja nakað nýtt upp, um varandi virði skulu skapast. Úrslitið av menningar- og marknaðarføringsinnsatsinum hjá einum almennum ferðaráð er langskygt og kann tí heldur ikki avlesast beinanvegin, og innsatsurin skal tí heldur ikki dømast beinanvegin, men hava tíð at prógva sítt virði.
Latið tí framyvir potentielt virðismiklar kreftir fáa tíð og fult høvi til at finna seg til rættis og prógva seg, tí tað hjálpir í øllum førum ongantíð at nullstilla tilgongdir annaðhvørt ár, so alt skal gerast av nýggjum hvørja ferð.  Tað er harðliga brúk fyri kontinuiteti, um langskygda arbeiðið skal eydnast.

Eingin orsøk at fella í fátt
Eingin einstakur partur hevur alla ábyrgdina fyri støðuna hjá ferðavinnuni í Føroyum. Øll kunnu gera sína lítlu ávirkan, sum tilsamans skapar úrslitini – og tað gerst best í einum jaligum anda.
Góðu tit, sum arbeiða í ferðavinnu. Eg loyvi mær tí at enda hesa greinarøð við at koma við nøkrum ynskjum til tykkara. Ferðavinnan í Føroyum ger eitt megnar arbeiði, sum er. Eg veit, hvussu strævið tað kann vera við ofta ósmidligum lógum og reglugerðum og at fáa endarnar at røkka saman. Men fallið ikki í fátt fyri tað, um vinnan er sløk í løtuni. Eg vóni, at hvør einstakur ikki letur mistreysti og misálit fáa ræðið. Øll, sum eru bitin av at arbeiða í ferðavinnu, vita, hvussu nøktandi arbeiðið eisini kann vera, so eg vóni, at fólk heldur savna seg um víðarimenna tað jaliga og brúka allar tær jaligu afturmeldingarnar frá vitjandi, sum hóast alt koma allatíðina í einum jøvnum streymi. Vónandi verður lært av tí. Hyggja vit aftureftir, er nógv hent hóast alt, sjálvt um tað gongur seint.

Tá tað í løtum ikki gongur eftir vild, er lætt at fella fyri freistingini at brúka almenna ferðaráðið (og fyri so vítt eisini politisku skipanina) sum hentan prügelknabe. Ikki tí eingin kann havast at nøkrum, men at brúka alla orkuna uppá at plasera apur, loysir ikki trupulleikarnar – tvørturímóti. Tað fær í øllum førum ikki fleiri ressursur til høldar. Orkan er betur brúkt við at nýta hugflogið til at finna loysnir og gagnnýta júst tað, sum hvør dugir best, í góðum samstarvi við onnur.

Tað loysir seg at samstarva
Tað ideella er sjálvandi, at vinnan er so lítið bundin at almennari hjálp sum gjørligt, men so leingi sum tað almenna og tað privata arbeiða saman, vildi eg hildið tað verið fyrimunarligt fyri allar partar at arbeiða í einum viðurkennandi umhvørvi, har fólk vænta tað besta av hvørjum øðrum. Hetta skapar virðismiklar synergi-effektir og nógv betri og skjótari úrslit, umframt at fleiri menniskjansligar ressursur koma til sín rætt, so nytta fæst burtur úr teimum. Ferðavinnan – bæði í almennum og privatum høpi – hevur hóast alt eitt felags mál, sum best verður rokkið í einum jaligum samstarvsanda – nemliga at tað skal loysa seg at liva av ferðavinnu, og at ferðavinna skal vera til gagns fyri alt samfelagið.

Innanhýsis kapping skal til, men ikki stríð. Tað má vera ein sunn og uppbyggjandi kapping – ikki kapping, ið brýtur niður, so einki loysir seg hjá nøkrum. Kapping kann vera sunn – eins og tá fleiri skóhandlar eru samdir um at liggja saman í einari sølumiðstøð fyri tilsamans at hála fleiri kundar til allar handlarnar. Teir kunnu samstundis leggja seg eftir at føra hvør síni ymisku skómerki, soleiðis at kundin bara hevur eitt enn størri útboð at koma í sølumiðstøðina eftir. Júst sum hesir skóhandlar síggja ein fyrimun í at liggja saman og í at samstarva, vóni eg, at ferðavinnan ásannar, at allir partar i ferðavinnuni mugu leggja ætlanir í felag fyri at tryggja eitt so breitt fjølbroytni av tilboðum sum gjørligt – og fyri at øll í felag kunnu gera betri hál har úti í verðini framyvir.

Samstundis vóni eg, at vinnan viðurkennir fyrimunin í at menna eina so serføroyska ferðavinnu sum gjørligt. Ferðafólk koma til Føroya fyri at uppliva tað serstaka her – ikki fyri at enduruppliva tað, tey eins væl kunnu uppliva heima hjá sær sjálvum. Bert um føroyingar viðurkenna hetta, kunnu Føroyar veruliga liva upp til heiðurin at vera besta og mest upprunaliga, óspilta oyggjaland at ferðast til í heiminum.

Um greinarøðina “Hvussu verða tóm hotelkømur fylt”
Hetta er fjóðra og síðsta greinin av fýra hjá Elini Brimheim Heinesen um, hvussu støðan hjá ferðavinnu í Føroyum møguliga kann fáast at batna. Tríggjar greinir hava staðið í blaðnum áður.
  •  Fyrsta greinin snúði seg um, hví altjóða rákið hóast alt er til gagns fyri Føroyar og um, hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í Føroyum.
  • Onnur greinin snúði  seg um avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni - um, hvat skal til fyri at møta hesum avbjóðingum best, og hvussu tað almenna kann hjálpa vinnuni.
  • Triðja greinin snúði seg um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til fyri at seta gongd á ferðavinnuna, og hvussu nógv skal til.
  • Fjóðra og síðsta greinin snýr seg um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn - fyri at gera neyðugar heildarætlanir og gagnnýta gylt høvi best.


Fá meira at vita:

Wednesday, September 16, 2009

Skal ferðafólkatalið økjast, má innsatsurin eisini økjast


Triðja av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt,
eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti:

Eins og fiskur ikki svimur upp á land av sær sjálvum, koma ferðafólk heldur ikki til Føroya av sær sjálvum. Onkur má út at gera nøkur hál á røttu miðunum. Tað krevur orku, sum ferðavinnan einsamøll  ikki tykist at hava í løtuni. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir í hesi greinini um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til, og hvussu nógv.

Ferðavinnan kann sjálvandi royna at fáa Føroyum so nógva ‘ókeypis’ umrøðu sum gjørligt (hóast einki er heilt ókeypis) tí, sum tey flestu vita, kosta lýsingar og lýsingarherferðir astronomiskar upphæddir úti í stóru verð. Men sjálvt um Føroyar hava fingið so nógva umrøðu seinastu árini sum ongantíð fyrr, m.a. tí nógvir marknaðarføringspengar eru brúktir uppá at fáa journalistar og ferðafyriskiparar til Føroya – so munar eisini tað ov lítið. Tað skal meira til. Og tíanverri tykist ferðavinnan at vera ov lítil í Føroyum, sum er, til at kunna lyfta uppgávuna einsamøll.

Undirritaða – og nógv onnur við mær, serliga útlendingar – eru sannførd um, at her liggur gull og flýtur. Tað ræður bara um at brúka orku uppá at finna røttu miðini og fara út og gera hálini. Men føroyingar tykjast at mangla orkuna – umframt trúnna og viljan – til at gera íløgurnar í at fara út og fiska gullið upp.  Tað er nóg mikið til av fiski, men “tað nyttar ikki at fiska uttan línu”, sum Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, tók til herfyri. Seyðurin er har, men “onkur má fara út og reka seyðin í rættina”, sum Uffe Bærentsen, fyrrverandi stjóri á Hotel Føroyum, eisini hevur gjørt vart við.  

Gyltasta høvi í langa tíð at selja Føroyar 
Føroyingar hava fingið eitt ómetaliga gylt høvi, sum gleppur teimum av hondum, um høvið ikki verður gagnnýtt til fulnar nú. Fólk tykjast ikki at hava gjørt sær heilt greitt enn, hvussu nógv verd tann appelsinin er, sum føroyingar fingu blakað í turbanina fyri ikki so langari tíð síðani. Men henda appelsinin er bara nakað verd, um føroyingar duga at gagnnýta hana. Nemliga tann støða, Føroyar fingu frá National Geographic Traveler sum besta og mest óspilta oyggjaland í verðini. Hetta letur ein veldugan – og í løtuni vaksandi – marknað upp fyri føroyingar, nemliga tað skjótt vaksandi talið av náttúru- og mentanaráhugaðum ferðafólkum í heiminum, har ein boðskapur um tað besta, mest upprunaliga og óspilta oyggjasamfelagið fellir eitt turt stað.

Áðrenn Føroyar fingu hetta virðismikla spjaldrið á seg, hevur eingin – heldur ikki í vinnuni – enn megnað at finna júst tað sokallaða “Unique Selling Point”, sum sigur spaðar tvey. Nú hevur føroysk ferðavinna verið so heppin at fáa sítt Unique Selling Point forerandi! So tað ræður um at gera nakað munagott burturúr at brúka tað. Hetta er sterkasta søluargumentið, føroyingar hava havt nakrantíð, tí tað er eitt spjaldur, sum heimsins fremstu og mest virdu ferðaserfrøðingar hava sett á Føroyar – og ikki bara nakað føroyingar sjálvir halda uppá. Og tað hóskar sum fótur í hosu til alheimsrákið beint nú. Tað gevur veldugar møguleikar.

Men tað krevur, at ferðavinnan livir upp til ímyndina og syrgir fyri, at boðskapurin verður spjaddur kring heimin – ikki bara einaferð, men aftur og aftur – annars dettur gylta høvið niðurfyri. Tað kostar. Tað er rætt. Men tað loysir seg at blaka pengar eftir tí, tí møguleiki er fyri at fáa pengarnar fleirfaldaðar aftur, verður tað gjørt rætt. Tað er henda boðskapin, ferðavinnan má gera greiðan fyri almenninginum.

Fjarskotnari lond hepnast, so Føroyar kunnu eisini
Men enn tykist at vera ein útbreiddur ótti fyri, at tað ikki loysir seg fyri føroyska samfelagið at gera størri (almennar) íløgur í ferðavinnu. Helst hevur eingin enn megnað at sannført fólk um, at tað lønar seg. Tá fólk hava fatan av, at tað gongur aftur eftir hæli, og sjálvt ferðavinnufólk tykjast at ivast í, um Føroyar hava nóg stóra atdráttarmegi, hvør torir so at gera íløgur í ferðavinnu? Um ferðavinnan sjálv ikki tykist sannførd um virði av Føroyum sum ferðaland, hvussu kann hon so sannføra Føroya fólk um, at tað kann loysa seg at blaka pengar eftir ferðavinnu? Og hvussu kunnu føroyingar sannføra onnur úti í heimi um at keypa eina ferð til Føroya, tá tey sjálvi ivast í, um ein slík ferð er tað verd?

Føroyingar tosa t.d. ofta um, at hetta veðrið er einki at bjóða ferðafólki, men eg eri persónliga sannførd um, at tað hvørki er veðrinum ella landinum, tað er galið við. Tað hava National Geographic Traveler kanningin og óteljandi jaligar ferðafrásagnir frá útlendingum sannført meg um. Ferðafólk eru tvørturímóti ofta jaliga bilsin um, at veðrið er betri og náttúran meira stórsligin, enn tey høvdu væntað. Tað eru eisini fleiri dømi um, at lond hava hepnast við ferðavinnu, sum liggja longur burtur av leið enn Føroyar, við kanska færri attraktiónum, enn Føroyar hava – eisini lond við kanska líka so ella meira avbjóðandi veðurlag. Tað ræður ‘bara’ um at skapa hóskandi karmar um upplivingarnar og gera tær lættari tilgeingiligar.

Tær undranarverdu og heilt serstøku náttúruupplivingar, Føroyar kunnu bjóða, bera langt, men jaliga upplivingin hjá ferðafólkunum er eisini í stóran mun tengd at, hvørjum karmum upplivingarnar upplivast í – tvs. bæði hvussu góðar tænasturnar eru, og hvussu væl ferðaupplivingin sum heild hongur saman frá byrjan til enda.

Ikki tilvildarligt, hvar fólk ferðast
Royndir aðrastaðni vísa, at rættiliga góð úrslit kunnu náast, um tað almenna og tað privata ganga saman um at finna eitt hóskandi fokus fyri menningina av ferðavinnu – tvs. gera neyðugar kanningar av marknaðinum og út frá teimum gera heildarætlanir fyri menning og marknaðarføring av ferðavinnutilboðum, har alt hongur logistiskt saman. Tað ræður fyrst og fremst um, at fáa logistikkin til at virka betri – tvs. at gera tað lættari fyri kundarnar allan vegin, frá tí at kundin sær vøruútboðið, ger av at keypa eina ferð og til hann/hon er á staðnum og upplivir landið.

Tað er ein sannroynd, at talið av ferðafólkum veksur vanliga proportionalt við innsatsinum – tvs. alt eftir hvussu nógv tilboð og tænastur eru í útboði, og hvussu væl tey verða marknaðarførd. Tað snýr seg um at duga at fanga eitt rák og gagnnýta tað – tvs. heilt einfalt at hava eina hóskandi mongd av ítøkiligum tilboðum, sum møta eftirspurninginum, at bjóða út til hóskandi málbólkar á hóskandi miðum. Føroyingar fara heldur ikki sjálvir út at ferðast uppá má og fá til tilvildarlig lond. Fólk fáa hugskotið onkustaðni frá, og leita eftir ítøkiligum tilboðum at keypa, sum hóska til teirra persónliga tørv, tá tey fara aðrastaðni. Tað skal fella teimum lætt. Annars tíma fólk ikki.

Føroyar frammanfyri nógv onnur lond
Ferðavinnan í Føroyum ynskir sær sjálvandi støðugan vøkstur og óttast í løtuni fyri sínum livibreyði, tí hon hevur upplivað eina minni afturgongd. Hesin ótti skal sjálvandi takast í álvara, og okkurt má gerast her og nú fyri at venda gongdini. Men samstundis er neyðugt ikki at fella í fátt, at peika eftir syndabukkum ella gera panikkloysnir. Politikkarar hava higartil havt lyndi til at kvetta á stokkinum, um alt ikki gongur eftir vild, men tað er eingin loysn. Alt arbeiðið, sum hevur verið gjørt higartil í ferðavinnuni, hevur hóast alt ikki verið av leið, og tað, ið hevur verið gjørt væl, hevur uppiborið at vera viðurkent og má ikki blakast burtur. Tað má bera til at byggja víðari á tær góðu royndirnar.

Fyrst og fremst er neyðugt at fáa grundarleggjandi fakta uppá pláss fyri at kunna gera røttu metingarnar. Er ferðafólkatalið í Føroyum t.d. lítið ella stórt í mun til aðrastaðni? Hvat kunnu føroyingar realistiskt vænta sær við teimum tøku ressursunum?

Vanligar atfinningar
Tað er í hesum sambandi vert at minnast til, at samlaða íløgan, sum higartil er gjørd í ferðavinnu, sambært kvalifiseraðum metingum, hóast alt hevur megnað at hála um 40-50.000 útlendsk ferðafólk til landið um árið (og um 80-90.000, tá um 30-40.000 cruisepassagerar eru uppíroknaðir!) tey nógvu seinastu árini.

Í mun til stóru grannalondini liggja Føroyar sostatt í roynd og veru frammanfyri, tá ein hugsar prosentvísa talið av ferðafólkum í mun til fólkatalið. Tað eru fá lond í verðini, sum kunnu reypa sær av at hava eitt árligt ferðafólkatal, sum er hægri enn talið av íbúgvum í landinum, hóast einstøk landaøki kunnu vísa á lutvíst óvanliga nógv ferðafólk í mun til fólkatalið í økinum – t.d. Bornholm í Danmark, ella Mallorca í Spania. At koma hartil er tó ikki hent eftir einum degi, men er úrslit av einum miðvísum, professionellum marknaðarførings- og menningararbeiði, sum er farið fram í nógv ár.

Ofta verður t.d. tosað um, at tað er ov galið, at føroyingar ikki megna at fáa fleiri ferðafólk til landið uttanfyri hásesongina, men til tess er at siga, at hagtølini í øðrum samanberiligum londum vísa akkurát tað sama har – har er lítil munur. Lutvísa prosenttalið av ferðafólkum býtist yvir árið júst sum í Føroyum við hægstu kurvunum í juni-juli-august. Tað er jú í summartíðarskeiðnum, at flest fólk ferðast. Men sjálvandi ber til at royna í størri mun at fáa handilsferðandi og ráðstevnugestir til Føroya, sum oftast ferðast vetrarhálvárið.

Eisini havast fólk at, hví so nógv eldri fólk ferðast til Føroya. Hví koma ikki fleiri yngri, verður spurt. Til tess er at siga, at her fylgja Føroyar eisini sama mynstri sum í flest øðrum londum.  Í altjóða høpi eru tað heilt einfalt tey, sum eru yvir 45, sum ferðast nógv mest, tí tey hava flest pengar og eru minst bundin. So har eru Føroyar eisini lítið øðrvísi enn flest onnur lond. Tað er ein fyrimunur at fáa júst hesi fólkini á vitjan, tí tey fara væl um og leggja lutvíst væl fleiri pengar eftir seg, enn yngri málbólkar.

Og hvat fæst so burturúr? spyrja fólk. Tað er torført at siga neyvt, men hvørt ferðafólkið – tvs. vanligt ferðafólk, sum gistir millum tveir dagar og nakrar vikur – leggur i meðal um 8-10.000 kr. eftir seg (cruisepassagerar tó væl minni – kanska um 1.000 kr. hvør.) Hetta eru mett meðaltøl, grundað á altjóða kanningar. Sum er, leggja tey umleið 40-50.000 ferðafólk, sum ferðast í Føroyum, sostatt sannlíkt á leið 400 mió. kr. eftir seg um árið. Hetta merkir, at gjørdu íløgurnar koma fleirfaldað aftur til samfelagið. Tað er hóast alt ikki heilt einki, hóast ferðavinnan kundi ynskt sær at fáa meira burturúr hvørjum ferðafólki ella fleiri ferðafólk, tí Føroyar hava kapasitet til fleiri.

Hvussu nógv skal til?
Eg eri vís í, at ferðavinnan megnar at fáa væl meira burturúr, um tað verður gjørt eitt meira samskipað og miðvíst arbeiði – bæði í mun til marknaðarføringina, og í mun til útboðið av tilboðum og møguleikum at ferðast til landið. Men eisini fyri at fáa dagatalið og forbrúkið hjá hvørjum einstøkum ferðafólki, sum kemur til landið, upp. Tilboð og tænastur kosta sjálvandi, men krevja fyrst og fremst gott hugflog, vilja og eitt sindur lagaligari fortreytir fyri at mennast, men tað slepst ikki undan, at serliga marknaðarføring og kanningar, sum skulu vísa úrslit, kosta – meiri enn tær upphæddir fyrrverandi SamVit, Atlantic Airways, Smyril Line og onnur áður hava havt at brúka av higartil.

Almenna ferðaráðið, sum marknaðarførir Føroyar og ger neyðugar ferðafólkakanningar, hevur áhaldandi víst á, at fleiri ressursur mugu til fyri at fáa meira gongd á ferðavinnuna. Summi hava fatað hetta sum kravmikið, men í mun til hvat skal tað metast? Vert er at minnast til, at tað ikki bara er ferðavinna, men eisini allar aðrar vinnur í Føroyum, ið fáa gagn av, at Føroyar gerast sjónligari. Møguleikin at fáa íløguna fleirfaldaða aftur, er eisini ógvuliga sannlíkur.

Tey seinastu árini hevur SamVit fingið um 14-15 mió. kr. av fíggjarlógini um árið – í ár fekk SamVit tó bert 13 mió.  (áðrenn stovnurin varð lagdur saman við Uttanríkisráðnum). Av teim 13-15 mió. kr. kundu kanska bara ein triðingur brúkast beinleiðis til marknaðarføring av Føroyum uttanlands, tí SamVit hevði sum kunnugt eisini nógvar aðrar skyldur at røkja. SamVit hevði sostatt minni upphæddir til at ‘selja’ eitt heilt land fyri í øllum heiminum, enn ein minni fyritøka t.d. í donskum høpi, hevur til at selja sínar vørur í Danmark.

Bara sum eitt dømi kann nevnast, at ein einstøk heilsíðulýsing í einum vanligum donskum vikublað kostar 40-50.000 kr., so tað kann skjótt roknast út, at tað vóru ikki ráð til at gera lýsingarherferðir í nógvum londum kring heimin við teimum upphæddum, SamVit hevði at ráða yvir.

Skal ítøkiliga avlopið prógvast? 
Skal munagóður vøkstur væntast, mugu munabetri íløgur gerast í at gera Føroyar sjónligari. Tað verið seg privatar og almennar íløgur – alt ger mun. Tað er einfalt: Fyri at fáa dupult so nógv burturúr, má strangt tikið roknast við, at dupult so stórar íløgur mugu gerast.

Men skal tað almenna fíggja marknaðarføring fyri vinnuna? spyr onkur helst. Eigur vinnan ikki at klára tað sjálv? Tað kann onkur uttan iva meina av røttum, men sum er, tykist vinnan ikki at hava fíggjarliga orku til at venda skeivu gongdini. Stórir vinnumøguleikar verða forspiltir, um ikki meira fígging fæst til vega til marknaðarføringsátøk, skjótt. Tí er tað gleðiligt, at landsstýrið nú hevur avgjørt at gera eyka íløgur í marknaðarføring av Føroyum sum ferðaland.

Politikkarar hava annars verið sera afturhaldandi og vilja altíð vita, akkurát hvat fæst burtur úr t.d. at játta pengar til ferðaráðið, sum stendur fyri marknaðarføringini... helst neyvt í krónum og oyrum. Men hetta ber ikki til at svara so neyvt, m.a. tí nóg stórar upphæddir hava ikki verið játtaðar til at fáa neyðug hagtøl inn, sum kundu víst úrslitini. Ein kann undrast, hví politikkarar ikki tykjast at krevja tað sama í sama mun, tá avgerðir verða tiknar um at gera stórar íløgur í at bora ávísar tunnlar, uttan at tað við vissu kann prógvast, at tað gevur nakað ítøkiligt avlop í bræði – enn minni útgreinað í krónum og oyrum.

Fólk vita, at ein vælvirkandi fiskivinna krevur íløgur. Tað kostar nógv at fiska, hagreiða og selja fisk – at keypa fiskiskip, virki, amboð og at menna sølulið. Hóast eingin trygd er fyri, at vinnan gevur avlop tey fyrstu mongu árini, so gera fólk íløgurnar kortini. Tað snýr seg jú m.a. eisini um arbeiðspláss. Mær er sagt, at tey seinastu 10 árini eru íløgur gjørdar uppá heilar 2 mia. kr. í ein fiskiflota, sum tíanverri hevur ilt við at gjalda rentur og avdrøg av síni egnu skuld. Tað er kanska ikki so løgið, tá ein hevur í huga, at fiskiflotin arbeiðir undir sera truplum umstøðum við ofta lágum og skiftandi fiskaprísum, har fiskiskipini eru noydd at fiska av sera óstøðugum og ofta niðurfiskaðum stovnum, sum eru avmarkaðir við kvotum ella fiskidøgum.

Harumframt er tað truplari enn fyrr at fáa tey ungu til at fara til skips ella til at arbeiða fisk í landi. Men kortini tykist tað ikki at vera tann stóri trupulleikin at fáa fígging til at gera íløgur í fiskiskip, sum kosta upp til trýsiffraðar upphæddir.

Ongar avmarkandi kvotur í ferðavinnu
Sjálvandi mugu føroyingar gagnnýta alt tað tøka tilfeingið – eisini fiskin. Heimsins besti fiskur svimur kring oyggjarnar, føroyingar eru bestu serfrøðingar innan økið, og fiskivinnan er partur av føroysku fólkasálini – so sjálvandi skulu føroyingar javnt og samt gera íløgur í fiskivinnu. Eg havi stóra virðing fyri teimum fólkum, sum hava áræði at gera hesar íløgur, og fegnist um, at virkisfýsin fólk búgva í hesum landi, sum hava trúnna og vilja leggja so nógv fyri.

Men tað kundi verið ynskiligt, at fleiri privatir íløgarar i Føroyum vildu lagt líka so nógv fyri, eisini tá tað snýr seg um t.d. at byggja ferðavinnu upp. Fiskivinnan hevur helst nátt einum lofti fyri burðardygd, tí hvussu nógv fiskiskip klárar fiskatilfeingið at bera? Men ferðafólk eru eitt so gott sum óavmarkað tilfeingið, har ongar kvotur eru ásettar (enn), umframt at enn er langt til loftið fyri burðardygd, so her liggja nógvir óbrúktir vinnumøguleikar. Tað hevði skjótt kunnað gjørt stóran mun, um tað var sama forstáilsi í almenninginum fyri, at tað krevur eisini íløgur at fiska ferðafólk. Onkur má gera íløgur í at finna røttu miðini og gera hálini. Føroyingar missa stórar inntøkumøguleikar við ikki at gera tað.

Blaka pengar burtur við ikki at gera íløgur
Tað snýr seg kortini ikki um serliga stórar íløgur í mun til, hvat fæst afturfyri. Ein dupult so stór íløga enn tann, ið verður gjørd árliga í løtuni, svarar hóast alt bara til ein lítlan brøkpart av kostnaðinum av einum meðal trolara, tá ein hugsar um, at íløgan sannlíkt kann úrslita í dupult so nógvum ferðafólkum, verður hon brúkt skilagott. Dupult so nógv ferðafólk kundu lagt upp ímóti eina knappa mia. kr. eftir seg um árið – meira enn ein Sandoyartunnil kostar! Um almennar íløgur skulu gerast í inntøkuskapandi virksemi, man júst ferðavinna vera tað skilabesta at gera almennar íløgur í. Eg veit satt at siga ikki, hvat tað er, føroyingar hava bíðað eftir, tí nógvir pengar verða burturblakaðir við ikki at gera  íløgurnar.

Tað stutta av tí langa er: Tað skulu pengar til at tjena pengar. Størri upphæddir mugu inn í renslið fyri at fáa gongd á ferðavinnu, so hon kann geva eitt størri íkast til samfelagsbúskapin. Men tað skal eisini trúgv, samstarvsvilji, tíð og fyrireiking til. Er vinnan nóg jalig, treisk og áhaldin – og fær hon neyðugu undirtøkuna, fer arbeiðið uttan iva at loysa seg væl í síðsta enda.


Um greinarøðina “Hvussu verða tóm hotelkømur fylt”
Hetta er triðja  greinin av fýra hjá Elini Brimheim Heinesen um, hvussu støðan hjá ferðavinnu í Føroyum møguliga kann fáast at batna. Tvær greinir hava staðið í blaðnum áður. Tann síðsta greinin kemur í blaðið í næstum.
  • Fyrsta greinin snúði seg um, hví altjóða rákið hóast alt er til gagns fyri Føroyar og um, hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í Føroyum.
  • Onnur greinin snúði  seg um avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni - um, hvat skal til fyri at møta hesum avbjóðingum best, og hvussu tað almenna kann hjálpa vinnuni.
  • Triðja greinin snýr seg um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til fyri at seta gongd á ferðavinnuna, og hvussu nógv skal til.
  • Fjóðra og síðsta greinin snýr seg um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn - fyri at gera neyðugar heildarætlanir og gagnnýta gylt høvi best.


Fá meira at vita:


Wednesday, September 9, 2009

Meira jaligt hugflog í ferðavinnu

Onnur av fýra greinum um, hvussu tóm hotelkømur verða fylt, 
eftir Elina Brimheim Heinesen, fyrrverandi stjóra í SamViti


Skal gongd koma á ferðavinnu, má vinnan varpa ljós á potentialið í ferðavinnuni. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir í hesi greinini um avbjóðingarnar hjá vinnuni, og heitir á ferðavinnuna um at vísa, at her liggur gull grivið, sum kann koma samfelagnum til góðar, og sum tað kann loysa seg fyri íløgarar og fyri landið at raðfesta og blaka pengar eftir.

Almenningurin spyr: Hvussu ber tað til, at ferðafólkatalið minkar og hotelkømur standa tóm í hásesong, tá ferðavinnan heldur uppá, at føroyingar hava eitt so fantastiskt land at bjóða fram? Eingin sigur seg heilt kenna svarið, men øll kenna á sær, at tað má vera okkurt galið – helst ikki við vøruni, men við marknaðarføringini av henni. Tíðum verður peikað á, at almenni stovnurin, sum hjálpir ferðavinnuni at marknaðarføra Føroyar sum ferðaland – fyrst Ferðaráðið, síðani SamVit og nú Uttanríkisráðið – hevur ábyrgdina.

Orsøkir til trupulleikarnar
Hevði tað verið so væl, at almenna ferðaráðið kundi loyst allar trupulleikar fyri vinnuna. Men tíanverri hava trupulleikarnir nógvar ymiskar orsøkir, sum ferðaráðið ikki einsamalt kann hava ávirkan á. Heimskreppan hevur sjálvandi sína neiligu ávirkan. Ein onnur orsøk er ivaleyst tann, at tað – hóast góðan vilja – í nógv ár ikki hevur eydnast nóg væl hjá ferðavinnuni sum heild at traðka sama stev.

Men eg eri sannførd um, at størsti trupulleikin er, at so lutvíst fá fólk búgva í Føroyum. Tað merkir við øðrum orðum, at føroyingar hava mikroskopiskar ressursur í mun til onnur lond, sum kappast verður við. Tað, sum higartil er sett av til marknaðarføring av Føroyum sum ferðaland, munar so evarska lítið úti í stóru verð, sum “larmar” alt meira við tíðini, so tað gerst alt torførari at vekja ans. So einfalt er tað.

Kappingin harðnað
Tær størstu ferðavinnufyritøkurnar í Føroyum  – so sum Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate Incoming o.o. – eru sera smáar sæð í mun til samanberiligar fyritøkur aðrastaðni. Einsamallar hava tær tí eisini lutvíst lítla orku til at marknaðarføra seg og Føroyar. Tí er tað so umráðandi – júst í Føroyum, meira enn aðrastaðni – at tað almenna traðkar til við eini hjálpandi hond fyri at fáa gongd á.

Tað, sum hevur verið gjørt higartil, hevur munað alt ov lítið í mun til tað, vinnuni tørvar fyri at vaksa. Somu upphæddir muna í veruleikanum minni og minni ár undan ári, tí altjóða kappingin er harðnað alt meira seinastu árini. Umvegis internetið verður rokkið longri enn nakrantíð fyrr, men "larmurin" á marknaðinum er eisini ógvusligari enn nakrantíð, nú talið av miðlum – t.d. prentaðum miðlum, loftmiðlum og heimasíðum, sum longu finnast í milliardatali – økist í hvørjum.

Føroyar eru evarska lítlar og drukna lætt burtur í øllum larminum, so lítið, sum føroyingar hava megnað at gera um seg har úti í stóru verð. Kappingarneytarnir fylla so nógv meira í myndini, tí teir hava – og brúka – nógv fleir ressursur. Hetta er bara ein veruleiki, føroyingar mugu síggja í eyguni og laga seg til. Føroyar verða ongantíð líka so sjónligar sum onnur størri lond, men kunnu kanska verða nóg sjónligar i mun til, hvat hóskar til tørvin í Føroyum, sum jú ikki er líka so stórur sum í størri londum.

Eingin hevur ‘skyldina’
Nógv undrast stórliga á, hví ikki fleiri fólk vitja oyggjarnar, tí óteljandi jaligar ferðafrásøgnir frá útlendingum, ið hava verið í Føroyum, umframt plaseringin, Føroyar fingu frá National Geographic Traveler, benda á, at potentialið má vera stórt. Tað tykist bara ikki at verða brúkt til fulnar.

Eingin einstakur partur kann tó einsamallur ákærast fyri, at Føroyar ikki eru nóg sjónligar. Syndabukka-peikarí forðar góðum samstarvsanda og tekur bara fokus frá tí, sum hevur nógv tann størsta týdningin – nemliga, hvussu átrokandi tað er, at øll ferðavinnan samstarvar, og at tað almenna (les: løgting og landsstýri) raðfestir marknaðarføring av Føroyum og – ikki minst – at gera kringumstøðurnar fyri ferðavinnu lagaligari, so tað betri kann loysa seg fyri íløgarar at gera íløgur í ferðavinnu. At seta partafelagsskattin upp, hjálpir t.d. ikki í hesum føri.

Ferðavinna er tann vinnan, sum í løtuni hóast alt hevur mest sannlíku vakstrarmøguleikarnar í Føroyum. Men vinnan hevur brúk fyri fíggjarliga betri umstøðum og lagaligari reglum á ávísum økjum, skal hon vaksa og fáa orkuna til at marknaðarføra seg meira og fáa boðskapin út, um alt tað góða, føroyingar eiga at bjóða her í Føroyum.

Ferðavinna ikki klientur, men eitt aktiv
Ikki tí at eingin skal kunna finnast at almenna ferðaráðnum, men ferðaráðið kann og skal ikki syfta alt einsamalt. Øll, ið fáast við ferðavinnu – tvs. privatir tænastuveitarar, kommunur og almenna ferðaráðið – mugu standa saman og gera sín part, um munabetri úrslit skulu náast.

Fólk fáa lætt fatan av, at tað ikki loysir seg at gera íløgur í ferðavinnu, um ferðavinnan ikki vísir greitt, at hon hevur trúnna og viljan. Um ferðavinnan ikki sjálv tykist heilt at trúgva uppá møguleikarnar, hvussu skulu onnur so fáast at trúgva uppá ferðavinnu sum ein vinnumøguleika, roknast kann við? Um ferðavinnufólk ikki tykjast at finna út av at samstarva, og ov nógv fokus er á ónøgd við ella misálit á hvønnannan, hvussu skulu tey so fáa onnur at trúgva, at tey kunnu hepnast við tí, tey fáast við? Almenni stovnurin, sum fæst við ferðavinnu, tykjast hesi fólkini ikki at standa saman um, so hví skulu skattakrónur spillast uppá hann? Og hevur ferðavinnan uppiborið meira, enn hon longu fær? Er ikki ríkiligt sett av til tað?

Men tað er ikki soleiðis, fólk eiga at spyrja. Ferðavinnan er ikki nakar klientur, sum skal hava almennan “stuðul”, tí ”tað er synd í – ella hart hjá teimum, sum arbeiða við ferðavinnu”. Fólk skulu harafturímóti síggja ferðavinnu sum tað, hon veruliga er: Eitt stórt aktiv fyri alt landið, sum vert er at gera íløgur í – eisini almennar íløgur – tí hon gevur longu eitt risa íkast til samfelagsbúskapin – og kann potentielt geva fleirfaldað so nógv, um føroyingar tora at gera fleiri íløgur í hana!

Eg sakni meira jaligt og íblásandi hugflog í ferðavinnuni, sum kann íbirta trúnna millum fólk uppá, at ferðavinna veruliga er samfelagsgagnlig og verd at gera íløgur í, hóast tað kann ganga tíð, áðrenn avlopið vísir seg.

Íløgur skulu til, men í hvat?
Men hvat er tað ítøkiligt, íløgur skulu gerast í? Ferðavinnan er komin langt á summum økjum, meðan annað er forsømt, og nógv meira kann gerast. Eingin ivi er um, at tað er ov lítið til av ressursum, sum er – ikki bara til marknaðarføring, men so sanniliga eisini til at fáa neyðug hagtøl og brúkarakanningar til vega, sum kunnu fortelja ferðavinnuni, um hon satsar rætt, umframt til menning ella víðarimenning av lokalum tilboðum til ferðafólk kring landið. At menna røtt professionell tilboð og byggja marknaðir upp krevur eitt stórt fyrireikingararbeiði. Tað krevur ressursur at fyrireika seg. Tað krevur samskipan. Tað krevur áhaldni. Og tað krevur ikki minst vitan – m.a. um tað, ið gjørt verður,  er á rættari leið og nóg effektivt.

Men eingi fullfíggjað ella álítandi ferðavinnuhagtøl hava verið tøk tey nógvu seinastu árini. Eingin veit t.d. heilt neyvt, hvussu nógv útlendsk ferðafólk koma til landið, hvagani tey koma, hvørji tey eru, hví tey koma og hvat teimum dámar, tí pengar hava ikki verið til at gera ferðafólkakanningar, sum eru lutvíst dýrar at gera, og Hagstovan hevur ikki havt ressursur til at savna og viðgera hesi hagtøl. SamVit royndi at savna nakað av hagtalstilfari og setti eina hagtalsverkætlan í gongd saman við Hagstovuni o.ø. fíggjað av Vinnuframagrunninum, men nú tá almenna ferðaráðið er blivið partur av einum aðalráð, ber ikki til longur at søkja grunnar um pengar til slíkar verkætlanir.

Seinastu árini hevur tí bert borið til at gita og gera kvalifiseraðar metingar av ferðafólkahagtølum út frá onkrum smávegis indikatiónum her og har. Tað ger tað sera torført hjá vinnuni at vita, hvar hon flýtur, og hvar hon skal seta inn – t.d. viðv. marknaðarføringini.

Hvat kann vinnan nýta tað almenna til?
Her tykist neyðugt, at tað almenna og tað privata taka lógvatak saman og í felag finna svarið til fleiri ósvaraðir spurningar, so sum: Ber til at røkka nóg breitt út við marknaðarføringini við teimum tøku ressursunum, vinnan hevur? Hvat skal til? Hvat nú, um marknaðarføringin er góð, men bara ikki nóg væl distribuerað ella nóg áhaldandi, tí vinnan heilt einfalt ikki hevur ráð til tað? Kunnu ella skulu almennar íløgur í marknaðarføring leggjast aftrat fyri at muna nóg væl her?

Ein annar spurningur er, um marknaðarføringin hjá teimum, sum marknaðarføra Føroyar, sampakkar nóg væl. Verða allir atkomiligu marknaðarføringsmøguleikarnir brúktir nóg effektivt, um øll arbeiða hvør sær? Hvussu ávirkar tað ímyndina av Føroyum, at partarnir fara út hvør í sínum lag við marknaðarføring, ið kanska peikar í heilt ymiskar ættir? Kann tað almenna gera nyttu her við at spæla ein savnandi, samskipandi leiklut í samstarvi við vinnuna?

Og hvussu við tí, ið verður marknaðarført: Svara tey tilboð, ferðavinnan bjóðar út á marknaðinum, nóg væl til tað, sum marknaðurin eftirlýsir í dag – ella til ímyndina av Føroyum t.d., sum National Geographic Traveler o.o. hava spjatt kring heimin? Kemur boðskapurin um tilboðini út til røttu málbólkarnar? Verða røttu miðlarnir brúktir? Verður nýggja tøknin brúkt effektivt? Marknaðurin broytir seg jú á nógvum økjum alla tíðina. Er vitanin hjá vinnuni um eftirspurningin, sum hann er í dag í mun til fyrr, nóg væl dagførd? Og hevur vinnan ráð til at kanna hetta – og so laga seg leypandi til marknaðin? Ella skal tað almenna traðka til her og veita vinnuni vitan og kanningarúrslit at brúka sum amboð?

Hevur vinnan fatur í øllum teim bestu ferðafyriskiparunum t.d.? Eru onnur sløg av ferðafyriskiparum kanska meira viðkomandi í dag? Kanska skal arbeiðið gerast á ein annan hátt í dag, enn fyri bara fáum árum síðani. Alt hetta ber ikki til at vita, um tað ikki verður eftirkannað, og tað gerst neyvan uttan hjálp frá tí almenna.

Men kanska er tann týdningarmesti spurningurin, sum vinnan má seta sær sjálvum her og nú: Er ynskið ella viljin nóg stórur hjá einstøku pørtunum til at ganga saman og samskipa marknaðarføring og menningararbeiði? Og í hvønn mun ynskir vinnan luttøku og hjálp frá tí almenna til hetta arbeiðið?

Mugu semjast fyri at koma víðari
Eingin ivi er um, at føroysk ferðavinna hevur stórar avbjóðingar. Ein av grundarleggjandi fyritreytunum fyri at hepnast, er eftir mínari meting heilt einfalt tann: at vilja og tora at standa saman – og gagnnýta allar kreftir, bæði privatar og almennar. Ferðavinnan hevur ikki ráð til at ganga í smáum skóm. Føroyingar tykjast ofta at hava lyndi til ikki at hava nóg nógv álit á onnur enn seg sjálvi – og als ikki á tað almenna! Tí gera fólk ofta tað minst torføra – tvs. arbeiða í einingi hvør sær. Men um verandi ressursur skulu gagnnýtast á best møguliga hátt, má og skal álit, opinleiki og samstarv til – bæði millum tað almenna og tað privata og millum privatar ferðatænastuveitarar.

Loysnir finnast best og skjótast í einum jaligum anda. Vilji má vera til at møtast og laga seg. Hendur mugu rættast út til eitt íblásandi og konstruktivt samstarv, har fokus er á møguleikar heldur enn  á forðingar. Tíbetur eru tað fleiri og fleiri, sum síggja fyrimunin í tí, tí í síðsta enda loysir tað seg best fyri allar partar at leggja orkuna saman, so øll fáa gagn av úrslitinum. Uttan semju og samanhald fær ferðavinnan í øllum førum ikki sannført hvørki politikkarar og íløgarar um, hvønn týdning tað hevur at gera størri íløgur í at fáa fleiri ferðafólk til landið.

Eingin ivi er um, at føroyingar fáa tað talið av ferðafólkum í Føroyum, sum ráð eru at fiska eftir. Ynskja politikkarar at síggja vøkstur í ferðafólkatalinum, má ferðavinna eisini týðiliga raðfestast. Politikkarar mugu taka ferðavinnu í álvara og lurta eftir, hvat serfrøðin á økinum sigur um, hvat tørvur er á. Almennir og privatir íløgugrunnar mugu vera jaligir í mun til at játta stuðul og lagalig lán til ferðavinnuverkætlanir. Íløgur mugu setast ikki bara í marknaðarføring, men eisini í álítandi hagtøl, umframt í menning av einum høgligari og meira álítandi infrastrukturi – innanhýsis og út í heim. Ikki fyri ferðavinnunar skyld í sær sjálvum, men tí tað er neyðugt fyri alt samfelagið – og ikki minst: tí tað heilt einfalt kann løna seg.

Øll mugu taka undir við tí
Harumframt er ein møguleiki at seta MVG niður fyri ferðafólkatænastur – t.d. gistingarhús- og matstovuvirksemi, útferðar- og flutningstænastur o.a. Hetta hevði verið ein vælkomin og hollur stuðul og  ein lutvíst ómakaleysur máti at tryggja, at vinnuni er lív lagað, so meira gongd kemur í samfelagshjólini. Tað er alneyðugt at skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum, sum serliga ung og kvinnur dragast at. Júst hesirbáðir samfelagsbólkar tørva eina ‘saltvatnsinnspræning’, um hesi fólkini skulu tíma at búgva í Føroyum. Hetta kann verða gjørt við at bjóða eitt breiðari starvsútboð, sum hesi fólkini dragast at. Og har gevur júst ferðavinnan nógvar møguleikar.

Síðst, men ikki minst: Skal ferðavinna í Føroyum veruliga hepnast, er neyðugt við undirtøku frá almenninginum og einum felags innsatsi frá øllum samfelagnum so ella so. Føroyingar sjálvir mugu verða teirra egnu bestu ambassadørar við t.d. at læra sítt egna land, søgu og mentan at kenna – og virðismeta tað, m.a. við at ferðast meira í egnum landi og brúka føroyskar vørur, gistingarhús, matstovur og aðrar tænasturnar meira, so tað kann loysa seg at framleiða føroyskt og hjá ferðavinnuni at fáast við ferðatænastuveiting alt árið. Tað ger dagliga lívið hjá øllum føroyingum bæði hugnaligari og stuttligari.

Hvat kann ferðavinnan sjálv ítøkiligt gera?
Eg eri sannførd um, at tey, ið arbeiða í ferðavinnu brúka sína orku best uppá at forfína júst tað, tey eru best til. Eg loyvi mær tí at enda hesa grein við eini áheitan til hvønn einstakan tænastuveitara í ferðavinnuni um áhaldandi at menna sína egnu styrki – m.a. við atliti til, at ferðafólk eftirspyrja nakað serligt, nakað serføroyskt, sum tey ikki kunna uppliva aðrastaðni í verðini. Tað gerst eisini nógv lættari at selja tað, Føroyar hava at bjóða, um øll ikki bjóða akkurát tað sama, men eru partur av einari viftu av nógvum ymiskligum tilboðum. Um øll allatíðina menna síni serstøku tilboð og hvør sær allatíðina tryggja, at júst tey veita best møguligu tænastuna á sínum øki, samstundis sum tey syrgja fyri at teirra tilboð hóska inn í heildina – úr sjónarhorninum hjá kundanum – so verður ett størri fjølbroytni í tilboðunum til stóran fyrimun fyri ferðafólkini og harvið eisini fyri vinnuna. Um øll haraftrat kunna um síni tilboð saman við øðrum føroyskum veitarum – tá verða øll tilboðini eisini sjónligari og meira sølubær hvør sær. T.d. ígjøgnum ein felags ferðavinnuportal.

Um fólk í ferðavinnu varðveita trúnna á, at úrslitið kemur, um bara tey ger sær ómak við at fylla sítt pláss best møguligt út í øllum puslispælinum, fáa tey kanska eisini “ráð” og yvirskot til at finna saman við øðrum pørtum í ferðavinnuni um at gera heildartilboð. Støðið lyftist sum heild, møguleikarnir økjast fyri allar partar,  og øll standa sterkari og fáa nógv meira burturúr, um ferðavinnan virkar sum ein heild. Harvið verður eisini eitt jaligt signal sent til almenningin – og politikkarnar/íløgarar – um, at ferðavinna er verd at taka í álvara og gera íløgur í.

Nýggir møguleikar fyri vøkstri
Hóast ferðavinna bara stendur fyri um 4 prosentum av BTÚ, sum er, er hon næststørsta vinna í Føroyum, næst eftir fiski- og alivinnu. Parturin er tó helst størri, um ymiskt vanligt tænastu- og mentanarvirksemi verður lagt aftrat, tí slíkt virksemi kann eisini í ávísan mun roknast sum ferðavinna. Sum skilst bendir nógv á, at føroysk ferðavinna hevur góðar møguleikar fyri at vaksa – fleiri enn nakrantíð fyrr. Við miðvísum arbeiði kann ferðavinnuparturin fáast at vaksa seg nógv størri, um føroyingar leggja seg eftir tí og gera kravdu íløgurnar.

Umframt at National Geographic Traveler hevur varpað ljós á Føroyar sum mest óspilta oyggjaland í heiminum – at surfarar og aðrir útlendingar hálova oyggjarnar – og at oyggjarnar eru vorðnar meira atkomiligar, hóast einstøk bakkøst hava verið – so ferðast fólk eisini longri, enn tey nakrantíð hava ferðast fyrr. Í dag er tað lættari hjá fleiri at finna upplýsingar um, at her er ein náttúra og ein mentan, sum tað kann loysa seg at ferðast langt fyri at uppliva. Tað er møguligt í dag, við nýggjum nógv bíligari samskiftismiðlum at náa út til fjøldir, sum als ikki kundu náast fyrr í tíðini. Tað merkir eisini, at til ber at byggja sterk altjóða netverk, og at vitan um Føroyar skjótt kann spjaðast víða um. Internetið gerst ein alt meira og meira brúktur miðil – og um nøkur ár smeltar bæði útvarp, sjónvarp, internet, teldur og fartelefonir saman. Tað verður har, nógv teir flestu brúkararnir fara at orientera seg. Longu í dag brúka tey ungu nýggju miðlarnar meir enn teir gomlu.

Men hetta krevur hart arbeiði og dugnalig fólk, sum hava fingurin á alheimspulsinum og duga væl at samskifta og brúka møguleikarnar í nýggju miðlunum, tí altjóða kappingin og miðlalarmurin er eisini ógvusligari enn nakrantíð. Vónandi fáa tey fólkini, sum átaka sær hetta arbeiði, bestu umstøður at virka undir. Fáa tey tað, fær ferðavinnan uttan iva eina bjartari framtíð.


Um greinarøðina “Hvussu verða tóm hotelkømur fylt”
Hetta er onnur greinin av fýra hjá Elini Brimheim Heinesen um, hvussu støðan hjá ferðavinnu í Føroyum møguliga kann fáast at batna. Tær síðstu tvær greinirnar koma í blaðið í næstum.
  • Fyrsta greinin snúði seg um, hví altjóða rákið hóast alt er til gagns fyri Føroyar og um, hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í Føroyum.
  • Onnur greinin snýr seg um avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni - um, hvat skal til fyri at møta hesum avbjóðingum best, og hvussu tað almenna kann hjálpa vinnuni.
  • Triðja greinin snýr seg um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til fyri at seta gongd á ferðavinnuna, og hvussu nógv skal til.
  • Fjóðra og síðsta greinin snýr seg um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn - fyri at gera neyðugar heildarætlanir og gagnnýta gylt høvi best.


Fá meira at vita:

Tuesday, September 8, 2009

Are The Faroese People Senseless Terrorizing Murderous Dolphin Killers?

Some people outside the Faroes think that Faroese people are senseless primitive murderous inbred drunken brutal beasts who once a year kill thousands of intelligent dolphins for fun as a 'coming of age ritual' just to leave most of the whales to rot on the beach and feeding the rest of the poisonous meat to their innocent children. As if the Faroese were the most ignorant and worst enemies of nature you can find on the face of the earth. Sadly many people believe these fantastic stories. 

I understand the disgusted feelings it evokes in people to see the pictures that have been spread around. I admit that pilot whale killing looks like a brutal bloodbath with all those people participating in the kill running around on shore and in the water, seemingly for no purpose - and with all that blood in the sea. 

But the graphic pictures don't reveal the whole truth. Far from it. I understand it looks shocking to people who haven't seen anything like this before and don't know what is going on. To them it seems incomprehensible. So they judge it based only on their immediate feelings of disgust. Which one can't blame them for. They see it from their own angle - and in their view: how can anyone in their right mind kill dolphins that way - such wonderful creatures!? 

I must say for myself: I do NOT support pilot whaling unconditionally. I don't like to see animals being killed – like most people. I hate it. I wish humans could be less dependent on meat consumption. I think that dolphins as well as other whales are fascinating and wonderful creatures. So far I'm not that different from most people in the western world.  

What makes me different, though, is that I'm Faroese. I grew up in the Faroe Islands where people have been killing pilot whales for food for at least 1200 years (according to research based on archeological excavations). I do not eat pilot whale meat myself though (I don't like the taste of it. Actually I almost don't eat meat at all - just occasionally. But I like the blubber, though, together with dry fish). 

What made me write this blog post is, that I don't recognize the picture at all painted of my people in all these anti-whaling campaigns and petitions flourishing all over where people sign up to express their disgust about the Faroese pilot whaling tradition. It makes me so sad to see all the prejudice and all these wildly exaggerated wrongful rumors about my people that have been spread through out the world by people – either on purpose as part of shock tactics to get their anti-whaling point across, or because they don't know better – when the truth is that for the Faroese people the pilot whale killing has always been a matter of survival – and still is in a way. It certainly does not help the whales to agitate people. I'll get back to that point further down in this blog post. 

I will try to explain – in an honest, truthful way – what is going on, seen from a Faroese angle. And I will kindly ask you, the reader, to forget – just for a moment – all that you've seen and/or heard about pilot whaling in the Faroes, and set all the emotions of disgust and anger it created aside, and just try to read this blog post without any prejudice. 

First, let's correct some misunderstandings 
The "dolphins" the Faroese kill are not bottlenose dolphins (like 'Flipper') who most people are familiar with, but long-finned pilot whales which is another species, though it is in the same family – only the pilot whale behaves more like a big whale than like a dolphin. But that might be beside the point for many, so I won't dwell with that. The fact is that the Faroese have always looked upon pilot whales as a source of food in pretty much the same manner as most people in the world look upon cattle or pigs as a source of food (even though pigs, for instance, actually are quite sentient, social and intelligent animals, perhaps just as much as pilot whales). 

Almost any foreign article I've read about pilot whaling in the Faroe Islands, claims that the pilot whale killings take place "once a year". I don't know from where this misunderstanding originates. Perhaps it came about because Faroese officials have used the phrase: "annual kill", which doesn't refer to a single event – they actually just refer to the amount of whales killed on average over the course of a year. In fact pilot whale killings can take place several times during a year, and some years no killings take place at all. 

It is also claimed that pilot whaling only takes place in the summer. This is also a misunderstanding. Pilot whaling takes place randomly when pods of pilot whales are spotted, for instance from land or from small boats sailing close to shore in the waters between the islands. Since there is more boat traffic in Faroese waters in the summer, the likelihood of a pilot whale kill taking place in the summer is greater than in the winter, but pilot whaling can and does take place in other seasons as well. 

Many foreigners refer to the pilot whale slaughter in the Faroes as a 'ritual', which the Faroese perform as a 'celebration' of the 'coming of age' of young men. This is ridiculous. This misunderstanding probably comes from some words and phrases being mixed up. Some people probably get the connotation 'ritual' and 'tribe' when they hear the word 'tradition', and forget that their own habit of eating turkey for Christmas dinner is also a 'tradition'. Some Faroese might have said at some point, that they think that boys somehow become grown men when they participate in a whale kill the first time, because this reality of life and death somehow toughens them up, but this is far from saying that the kill is done for this purpose only! 

It is also often claimed that the pilot whale killing is a 'celebration' and a 'feast' - almost like a carnival, which outsiders find quite offensive. But this is highly exaggerated. One must understand that in the old days the Faroese, obviously, were very pleased that by killing the pilot whales, they had obtained enough food to ensure their own survival in a long time, which they understandably thought was worth celebrating. Moreover, it was not possible for many who participated in the killing to sail home the same day or evening. Accordingly, they stayed in the village and then everybody gathered to sing and dance together to greet each other, keep warm and talk about their achievement. Today this particular part of the tradition is no more, though some of the whalers sometimes might gather afterwards to drink a few beers at the local pub, if they like, just because they are happy to see each other. 

I would think this is quite normal human behavior, but sometimes it seems that people elsewhere way too willingly misunderstand all this, perhaps because they subconsciously search for something to confirm their own prejudice. Their initial reaction to the often very dramatic descriptions and portrayals of the whale killings they come across is, understandably, disgust. Perhaps they just need to justify their own feelings. Since dramatic descriptions by often quite ignorant – or biased – outsiders far outnumber the Faroese viewpoint in global media and / or online, people might have small chances to get acquainted with all the facts, which perhaps could explain the incomprehensible. Which is why I write this blog post. 

Pilot whale killing not as brutal as it seems 
Even if it might be hard to believe, the pilot whale killing is in fact not as brutal as it seems. It's not about a lot of insane people just throwing themselves into a killing frenzy making as much harm to the whales as they possibly can - which many people seem to believe, and want others to believe too by spreading these inflammatory messages. But most of these people have never been there themselves and have never spoken to any Faroese people asking them what is going on. 

Behind the spectacle is a highly developed killing method - a joint effort - which makes sure that the killing is done as quickly as possible to minimize the whales' suffering as much as humanely possible. Killing such big animals is challenging. Suffering can, unfortunately, never be totally eradicated, just as any other animals' suffering killed for food elsewhere in the world can't be eradicated. But of course suffering can be minimized - which the Faroese are eager to do even if it doesn't seem so to an outsider. 

There is a purpose for all those people being there at the kill. Everyone has a task that takes certain skills that have been passed on from generation to generation. The more people participate in the pilot whaling the quicker it's over with. 

Some of them drive the whales to shore with boats to make as many whales as possible swim up unto the beach.

Some of them wade into the water to pull the remaining whales the last bit of the way up onshore with (rounded) hooks in the blowholes - which is the quickest way to do it. The sharp hooks one sometimes can see in pictures of the killings are ONLY used to move whales away that have already been killed.

Some people stand ready on the beach to cut the whales' spine with a knife in one movement in the second the whale is positioned to make sure that the whale is killed as quickly as possible. Lately a new killing method has been developed – a special tool, which cuts the spine in an instant. This means that every single whale dies within 4-5 seconds (!) on average – not minutes, as one often sees, outsiders claim. 

Some take the killed whales away to somewhere where the meat is cut, divided and distributed in the community. Every single bit of meat and blubber is used for food and everyone gets their share for free. There is a law that demands that nothing must go to waste and that any leftovers, like bones, the scull and intestines unfit for consumption, must be taken away within 24 hours.

So some take the bones, the scull and intestines and dump them in the ocean in deep water with strong currents, where they probably would have ended up anyway if the whales had died of natural causes.

And some take their children to see how all this is done from A to Z. Not for entertainment but to teach them the facts of life on these islands and how people survive here. That is how it's been done for many centuries. 

Yes, there is a lot of blood – these are very big animals. They loose a lot of blood instantly when they're killed properly. The quicker the sea gets red it's a sign that the killing has been swift and effective.

Usually the number of whales in a pod counts from 50 up to 200 animals. The actual killing of ALL the whales in a pod is over with in approximately 10-15 minutes, perhaps up to 20 minutes if there are many whales in the pod, but very, very rarely more than that. Not more than it takes to kill pigs in a slaughter house. 

Traditional diet in danger – not because of the Faroese, but because of the outside world
As I mentioned before, excavations show that pilot whales have been part of the diet on the islands for at least 1200 years. According to scientific study there are presumably 750,000 pilot whales in the North Atlantic, at least  (http://www.nmfs.noaa.gov/pr/species/mammals/cetaceans/pilotwhale_longfinned.htm). The Pilot whales are not on the list of endangered species. The IUCN Red List of Threatened Species considers this species "Low Risk Least Concern."

The Faroe Islanders have monitored their whale killings since 1584, and the numbers show that they have taken an average of 850 pilot whales yearly since then – some years more, some years less, some years none at all. That is approximately 0,1 % of the whole population on average taken every year. (Not 1% as I've seen claimed many places. No, it's ten times less than that: zero point one percent!). This means that the pilot whaling in the Faroes does NOT threat the pilot whale population as a whole. NOAA states that the bycatch to fishing gear is the primary threat to pilot whales. Long-finned pilot whales are entangled, incidentally taken, or interact with a number of fishing gear, that include gillnets, longlines, and trawls. Also threatening this species are heavy metals, pesticides, pollutants, and various contaminants in the marine environment that have been found in this species' blubber.

According to the Faroese themselves, they haven't seen the number of pods swimming by the islands decrease – seen over time – all these years they have killed pilot whales. Of course, there has always been some fluctuation of natural causes, for instance, because some years the pilot whales' own diet – the squids – swim further from the Faroese shores than other years. But the Faroese are convinced that the killing is still sustainable. If the number should decrease it's pretty certain that the Faroese aren't to blame. It's most likely because of changes in the whales' natural environment caused by pollution.

Note that it is Faroese researchers who have been studying the pilot whale and who have brought the world's attention to the problem with contamination of the whale population and the dangers of mercury poisoning. Why would the Faroese do that if they didn't care? 

In reality, the Faroese are very conscious of the fact that they must take care of nature - including the whales and the whale stocks. The Faroese are very aware of how important it is to preserve this natural resource, to keep it healthy and keep the killing sustainable because their people have been vitally dependent on whale meat for centuries. So they do not kill more than needed and not enough to endanger the species - just like they've always done. There are cases where whale pods have been driven back to sea because authorities have estimated that people have received enough whale meat.

People do not eat more than the researchers recommend – but it is also important to note that even if the researchers have issued a warning they also acknowledge the fact that the whale meat is rich in poly-unsaturated fats, and essential vitamins and minerals, such as selenium, which means that there are still health benefits to be gained by eating whale meat if one just makes sure that the intake is limited.

Crucial for survival in the old days - and still is in a way
Pilot whale killing was absolutely crucial for survival back in the old days where it was almost impossible to get hold of vegetables (and difficult to get hold of the vitamins that go with them) at this latitude. People shared the meat in solidarity with each other. It was distributed to the local community according to rules made a thousand years ago, where especially elderly and sick people and widows were taken into consideration – a tradition the Faroese have kept intact until this day. They still don't kill whales for commercial purposes. 

It has simply been a question of helping the whole community to survive in a very harsh and inhospitable environment on some isolated islands in the middle of the North Atlantic. The pilot whale is therefore still highly valued by the Faroese as a life saving contributor and a symbol of a unique solidarity between the islanders. 

But why do the Faroese still kill pilot whales in modern times? Is it necessary? This is a tricky question because it's a little complicated to explain why people here still find killing pilot whales somehow necessary - even if the meat is polluted. Quite incomprehensible, isn't it? 

People might understand why it was necessary in the old days, but now? Why now? Well... Faroese economy is still heavily reliant on primary production and has only recently begun to make inroads into secondary and tertiary provision. It is, even today, often difficult to run business and make ends meet in this remote area. It is expensive to import and buy vegetables. Economy fluctuates much more here than in other countries in the modern world because the Faroese income is dependent on nature’s fragile balance and often quite irregular cycles. 

As late as in the early 90'ies there was a huge economic crisis that consequently had almost a fourth of the people migrate from the islands. Parts of the remaining population survived by helping each other, for instance exchanging goods without having money involved. In these years whale meat was a very important part of the meat consumption. A fourth of the whole meat consumption was pilot whale meat.

It means that in the eyes of the Faroese the pilot whale has up to this day been one of the most important key factors for their survival – especially in times of economic crisis. Crises and recessions occur relatively often in islands like the Faroes with harsh natural environments and fragile homogenous economies. These predicaments usually hit the island people hard. 

Faroe Islanders are therefore used to rescue themselves by going back to basics from time to time – even if they on a daily basis seem to live a modern life today. But the Faroese are – from bitter experience – never far from the next crisis in their mind – and thus never far from the basics of life either. 

Today the world economic crisis rages and has hit the Faroese people as well. One of the two biggest banks in the Faroes went bankrupt this year and we have still not seen the magnitude of the consequences following this severe bank crisis. 

Now that we are all affected by the ongoing world economic crisis, it is, for instance, natural for the Faroese to think that if the crisis gets even worse in the future, killing whales might still be very important for survival. So why give it up and forget all about the skills of killing pilot whales? These skills might come in very handy one day if everything else crumbles. The rest of the world may very well suddenly be on fire and then the Faroese will find themselves cut off and all alone out there, far away in the ocean - totally dependent on what is available on site. 

That is part of the reason why the Faroese have been so reluctant to give up on this tradition, even if they regard themselves as a modern civilized people in many ways today and usually, in better times, aren’t as dependent on whale meat as they have been before. But they want to preserve their inherited whale driving and killing skills because they still feel that they live in an environment that demands of them that they trust more in themselves, i.e. in their bare hands together with nature’s mercy, as the best guarantee for survival. 

Rather than settling for being entirely dependent on import and the modern worlds complicated and fraud full economic systems, they rely on what ever they’re able to harvest directly from their surrounding natural environment. They feel very strongly about this because they are proud of their old traditions that helped them survive for so long. Of course they choose to hold on to what ever makes them feel the safest, the strongest and the least vulnerable.

Misunderstood by the world outside
Let’s give it an extra thought. Of course it is difficult for people from outside the Faroe Islands to understand the Faroese people’s behavior; especially if they haven’t ever experienced that their life was dependent on what they could harvest directly from wild nature. It’s only natural that they find it disturbing, if they focus solely on the unfortunate animals and not on the livelihood of the people who live in places where you can’t grow vegetables and where people for so long had to survive with whatever means they had available. 

Most people would probably feel quite helpless if they had to kill an animal with their bare hands in order to get a meal on their table. But they don't have to do anything disgusting like that because they live a modern civilised life with all necessities within close reach. With those living conditions it's very easy to forget that they're actually themselves dependent on the killing of animals too.

Of course they know it, but they probably prefer not to think too much about it. I guess they don’t like to think of themselves as some kind of predators. But the fact is, that most people eat animals without giving it a single thought that somebody had to kill the animal, for them to be able to eat it. The modern world has created a whole industry out of people's need to displace these facts. We do whatever we can to distance ourselves from the fact that we - humans - exploit animals by making it as invisible and painless (for ourselves) as possible that we breed animals to kill them so we can eat their meat. We don't want to know about it so we hide it away so we don't have to look at it. 

Considering this, I’m not surprised why people get so angry with the Faroese. How can people who never see animals being slaughtered and don’t have any direct contact with animals (other than pets of course) feel otherwise than they do? How can people that almost only see wild animals in zoo – or as they are portrayed on TV or films made for entertainment – be any other than sentimental about these animals. How can they NOT get shocked by the bloody images of whale slaughter. It's very understandable.

But can they be sure that their own life style is a better alternative? Can they be sure that it is right to judge so harshly so quickly just based on the feelings some seemingly brutal pictures evoke in them? Can they be sure that they're not blinded themselves by their own self-righteousness? Are they themselves in a position to point at others?

What they don't know (or perhaps don't want to know) is, that they might themselves, very likely, be a much bigger threat to nature and the whale populations of the world than the Faroese will ever be. Their modern way of living is based on a heavily polluting mass industry which has much more unfortunate consequences for nature in the long run – including the whales. Their food consumption is dependent on an often extremely polluting agriculture, or on all the poor animals that have become domesticated living their whole life in captivity, often under horrible circumstances, totally on the mercy of humans, bred only for one purpose – to be meat for humans. The Faroese old way of living has, on the other hand, proved to be a much more life-sustaining way with much less impact on nature – allowing the animals to live a free life until the moment they are killed.

What can we all learn? 
What to do about it? I don't know.... Is it possible to learn from each other and make the gap smaller between the old Faroese traditional - and actually more eco friendly – way of living and the modern life....? That's the big question.... 

Are pilot whales more special creatures than so many other – also sentient creatures humans kill for food? Should they get special treatment for that reason? (As I've stated before, the pilot whales are not on the list of endangered species.) I really don't know. I'm just asking the question. Who's to decide where the limit should be to which animals should be allowed to kill for food and which not? If the degree of animals social skills should be the criteria that determines which animals are fit for killing for food or not, why do we kill pigs or hens? They are highly sociable animals. If intelligence should be the criteria, pigs should definitely not be on the list. Latest research shows that squids are highly intelligent creatures, but we eat them anyway – yes, even pilot whales eat squids! What do we make of that? Define it as inhumane, unacceptable behavior? 

And if the suffering of the whales is the big concern, well, is there someone who can come up with a better way to do the killing, to make it more "humane" (whatever that means)? I am absolutely sure that the Faroese will be open to reason and very happy to take some friendly advice. They have proved that they have done so in the past – they have listened to criticism, if it's been fair, and have changed their ways. 

To ask the Faroese to stop this practice and just become vegetarians would seem a little unrealistic considering how expensive it is to buy vegetables in the Faroes because all vegetables must be imported from far away. And it would seem a little hypocritical to ask the Faroese to start importing more meat from other animals – maybe treated less humanely than the whales. This meat would also have to be imported and transported over long distances in heavily polluting freight vessels that seriously damage the habitat of the whales – the ocean – and cause the contamination of whales... No, there is no simple solution. 

So... if you are really interested in doing the best for the whales (and not just blindly following some inflammatory out-roar pleasing your own need to burst your aggression out) then try to get the facts right and act as respectfully as you would want the Faroese to act. Get into a constructive dialogue, please.

This is an important topic to discuss! If you're interested in knowing more about this topic, read also the page about pilot whaling on my other website: http://www.heinesen.fo/faroeislandsreview/pilotwhaling.htm - especially the last 3-4 sections about why all the anti-whaling campaigns have failed – and perhaps just endanger the pilot whales even more....! 

The point I'm trying to make is this: The more people outside the Faroes condemn the Faroese, and the more they punish the Faroese by not buying their export goods or by not travelling to the islands, the more isolated will the Faroese be from the rest of the world, and the more they will tend to stick to their old traditions – which in the end means that more pilot whales will be killed! 

And here at last – if you have managed to read this far – I want to tell you about a very good source, if you want to get the facts right. There is a website where you can find all the facts about pilot whaling – about the tradition, research, international whaling treaties, as well as the scientific, the political and the legal and judicial facts, down to the last detail: http://whaling.fo – check it out! 

Elin Brimheim Heinesen, 8. September 2009